mánadagur 9. januar 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 9. januar 2012 · Nr. 4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøvn
Ongi menniskju eru eins. Vit
eru ikki sett í verðina sum
kopi av hvørjum øðrum.
Tvørturímóti er hvørt menn
iskjað nakað serstakt – nak
að unikt. Summi okkara við
fleiri- og summi við færri
felags eyðkennum.
Kristian Martin var tað,
ið tey flestu høvdu kallað
ein originalur. Hann hevði
helst færri felags eyðkenni
enn tey sokallaðu vanligu
fólkini. Men tó hevði hann
helst somu kvalir og sorgir,
sum flestu okkara. Møguliga
fleiri.
Øll menniskju hava sínar
dygdir og sínar sterku síður.
Somuleiðis gevur hvør ein
stakur sítt egna serstaka
íkast til lívið hjá teimum, ið
so ella so eru við á lívsleiðini.
Her var Kristian Martin onki
undantak. Hann var raskur
og treiskur sum fáur, og
uppi í hesum hekk eisini eitt
serligt hjálpsemi. Hann helt
seg ikki aftur at veita eina
hjálpandi hond í kropsligum
og handaligum arbeiði.
Tær mongu søgurnar, ið
hann segði frá um seg sjálvan,
vóru mangan stuttligar og
áhugaverdar at hoyra, tí
hann hevði ein sermerktan
frásøguhátt. Spurningurin,
um søgurnar høvdu so nógv
hald í veruleikanum, var ikki
altíð so viðkomandi.
Kristian Martin var so at
siga einbúgvi á Norðtoftum
í langt tíðarskeið. Hann livdi
nær náttúruni og hevði eitt
serstakt
veiðimannalyndi.
Hetta gav honum nakrar
eginleikar, ið vóru rætti
liga sjáldsamir. Ein av hes
um eginleikum var hansara
ógvuliga
álítandi
”veður
sjúka”.
Veðursjúkan ella egin
leikin at merkja veðurlíki
ndini á sær komu øðrum
til gagns. Kristian Martin
sigldi í nógv ár sum dekkari
við
línuskipinum
Kvikki,
sum pápi mín átti og førdi.
Pápi segði mær fleiri ferð
ir, at fyri hann sum skip
ara, var veðursjúkan hjá
Kristiani Martin minst líka
týdningarmikil at lesa av,
sum veðurkortini og veður
tíðindini vóru tað. Var iva
samt við veðrinum og lagið
á Kristiani Martin kortini
var gott, kundi hann vera
rættiliga
tryggur
við
at
seta línuna. Men var lagið á
Kristiani Martin tvørturímóti
ringt samstundis, sum veður
líkindini vóru ivasom, var
hann vísur í, at veðrið fór at
øtla, og at ikki var ráðiligt at
seta línuna.
Við sínum arbeiðssemi
og við hesum sermerktu
eginleikum at kenna útlitini
á sær, hevði Kristian Martin
serligt
pláss
umborð
á
Kvikki.
Kristian Martin kom nógv
inn á gólvið hjá pápa og Jónu
úti í Torvgøtu í Klaksvík.
Eisini eftir, at pápi var deyður,
var hann raskur at vitja.
Flestu
føðingardagarnar
hjá systur mínari, Katrini,
mintist hann til og kom inn
á gólvið. Um høgtíðirnar var
eisini rættiliga vist, at hann
stakk inn á gólvið. Var eg í
Klaksvík, fall tað sum oftast
mær í lut at koyra hann
aftur á Norðtoftir. Á hesum
túrunum fekk eg ofta serligt
høvi at hoyra hansara mongu
ótrúligu søgur, sum mangan
vóru undirhaldandi.
Vit fáa øll litið upp í hendi í
ávísan mun at mynda okkara
egna lív. Kristian Martin
valdi at liva lívið á sín egna
sermerkta hátt. Men hansara
68 ára lívsskeið hevur havt
týdning og hevur gjørt mun
– eisini fyri onnur.
Friður verið við minninum
um
Kristian
Martin
Jo
hannessen á Norðtoftum.
John Johannessen
Hósdagin 5. januar andaðist
Jógvan 79 ára gamal. Jógvan
varð føddur á Sandi tann 3.
juli 1932, og bleiv hann eisini
sandingur um ein háls!
Jógvan giftist við Begguni
í 1954, og teimum báðum
untist at fáa tvær døtur
saman, og høvdu tey tað
gleði, at báðar búðsettust
saman við manni og børnum
á Sandi.
Jógvan var frá óvitanum
av ein eldsál, har sum hann
var. Og var hann sera virkin í
at fáa Ungmannafelagshúsið
á Sandi bygt. Hann sat
eisini
í
nevndini
hjá
ungmannafelagnum, tá ið
fyrireikað bleiv.
Jógvan
og
eg
høvdu
drúgva
arbeiðstíð
saman
ígjøgnum lívið, vit vóru
til skips saman í nøkur ár
við skiparum av Sandi og
harafturat róu vit út, á sama
báti um vetrarnar. Í 7 ár
vóru vit til skips saman við
Dagstjørnuni.
Vit
arbeiddu
eisini
saman hjá P/F Bil, har vit
koyrdu bussarnar, og so til
seinast tey sjey árini við
Sildberanum. Hetta gjørdi,
at eg kom at kenna Jógvan
væl sum ein dugnamann og
góðan vin.
Jógvan var bjargamaður
um ein háls, og var hann
altíð við til ræning og sama
til at fleyga fugl, bæði vetur
og
summar.
Jógvan
var
eisini
við
góðum
áhuga
røktingarmaður í mong ár,
og lá hetta arbeiði eisini sera
væl fyri hjá honum.
Jógvan var eisini sera
góður við ungdóm, og var
hann altíð tilreiðar at leggja
teimum yngru lag á, hvussu
gerast skuldi.
Jógvan sigldi nøkur ár
við trolara, og við norskum
báti; men tað vísti seg at
hann endaði altíð aftur
við útróðrinum. Tað gav at
bíta, tá ið havnarbygging
var á Sandi, og havnin varð
stongd, tá fekk hann sær
bát og hevði hann liggjandi
uttanfyri. Hettar fekk hann
eisini at bera til.
Jógvan lat byggja ein
seksáringin Breiðanes sam
an við beiggja sínum, Han
usi, og systirsoninum, Niels
Jákupi. Hendan bátin var
hann sera glaður fyri, og
dreiv hann bátin í fleiri ár.
Eisini har var eitt álitisstarv,
hvar heitt varð á Jógvan av
Strandferðsluni um at taka
vikuskiftistúrarnar millum
Skúvoy og Sand. Hesa sigling
røkti hann somuleiðis við
Breiðanes, inntil oktobur
1979, tá Sildberin byrjaði sigl
ingina, og bleiv tað sjálvandi
Jógvan, sum tók ábyrgd
ina av hesari sigling. Skúv
oyarsiglingina røkti hann
væl í góð sjey ár, tá gjørdi
veiðihugurin seg aftur til
kennar. Egin og eg, ið sigldu
saman við Jógvani, bønaðu
hann um ikki at gevast -
men, nei! Tískil kom leiðslan
á Strandferðsluni suður at
práta við Jógvan, tað gav at
bíta, hvat álit teir høvdu á
honum, men Jógvan hevði
eina fasta støðu, hetta var
tað!
Síðani var tað mest bát
urin, ið var álitið hjá honum;
men eina tíð sigldi hann
sum kokkur við Hoyvíkingi,
annars var báturin hansara,
líka til sjúkan noyddi hann
at gevast.
Eg velji at gevast her, men
tað er nógv annað sum kundi
komi upp á prent.
Góða Beggan, tú hevur
mist ein mann, sum lív var í;
men lívið er ikki ævigt her á
foldum, og nú vóru hansara
dagar taldir.
Døturnar og abbabørnini,
eg veit tit sakna nógv ein
góðan pápa og abba, men
minnini eru góð at hava
eftir.
Samanumtikið
kunnu
vit takka Jógvani fyri ta
bygdamynd,
hann
hevur
verið fyri okkum.
Vit lýsa frið yvir minnini
um Jógvan.
Jesus veri við tykkum, ið
eftir sita.
Sólvit
Kristiani Martin, abbabeiggja,
til minnis
(8. okt. 1943 - 26. des. 2011)
Jógvan Clementsen til minningar
Jógvan(f.v) saman við skipsfeløgum, ávegis til Grønlands við sluppuni Skarvanes í 1953