Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. januar 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. januar 2012 · Nr. 4 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Næst á skránni er Vitan, sum verður endursend fyri triðju ferð í tveir dagar við Kára Sólstein. Sendingin fer eisini í dag at seta sjóneykuna á djóraatferð; sum tað eisini var í gjár og beint í áðni. Seinastu tíðina havi eg veru­ liga lagt til merkis, av greiðum orsøkum, at Kringvarpið er ein sonn landaplága fyri før­oyafólk. Fyrst og fremst verða vit plága við somu send­ingunum aftur og aft­ur, og aftaná fáa vit eina rokn­ ing, sum allarflestu rinda við ringum tannabiti. Kvantitativt útvarp Ein av seinastu sendingunum av FM204 í summar, sum snúði seg um italska mentan og serliga matgerð, varð væl hoyrd. Fyrst varð hon send um dagin millum 14.00-16.00 og síðani aftur um náttina millum 02.00-04.00. – Tey fingu ein tíma afturat at smaska italskan mat í, so hetta gjørdust 6 tímar við práti um ein italskan rætt! – Og tá hugsaðu vit, sum stóðu niðri á fabrikkini á einum trolara við Jan May­ en, at nú er smaski hjá Elini í Stórustovu og Jákup Magnussen liðugt. Men Gud hjálpi mær! ... klokkan 14.00 (eitt samdøgur síðani at hon varð send fyrstu ferð), vóru brot av smaskinum hjá Elini og Jákupi endursend. Talan var um eina, eftir mínum tykki, tunna sending við smølum innihaldi og rættiliga nógvum smaski. Sendingin kundi vart í eitt korter ella hálvan tíma. So hevði talan kanska verið um eina sending við eitt sindur av kvaliteti! – Nei! hugsaðu tey á Kringvarpinum, kom lat­um okkum plága okkara kring­varpsrindarar! Hoyrdu tit tíðindini! Á morgni eru nakrar stuttar tíðindasendingar og á middegi og út á dagin eru hesar stuttu tíðindasendingarnar toygdar við eitt sindur av tíð­inda-kryddri afturat. Um onkur hevur hoyrt tíð­inda­ send­ingarnar á morgni, so hevur hesin mest sum hoyrt tíðindi, sum útvarpið hevur at bjóða, fyri dagin. – Hoyrdi tú tíðindini í kvøld! .. nei! eg hoyrdi tey í morgun. Ein landaplága Kringvarpið er ein landaplága í orðsins sanna týdningi: plága, mein til ampa fyri nógv fólk. Útvarpið er á tremur við endursendingum. – Hetta eru næstan sum oddagreinirnar í Sosialinum beint eftir at samgongan var skipað; eini sjey fylgjandi oddagreinir, sum viðgjørdu tað sama, Fólka­flokkin og Jørgen. – Og næstan tað einasta, ið ikki verð­ur serliga nógv endur­ sent, er sendingin, sum næst­an skuldi burturbeinast, nevniliga morgunlesturin. Har er ið hvussu er okkurt nýtt at hoyra hvønn morg­ un. Okkurt nyttuligt tó Tó er við hvørt okk­ urt nyttuligt at hoyra í útvarpinum, morgun­send­ ing­in, Áðrenn Elvis, Vitan og aðrar. Men hesar verða tían­verri oystar omanyvir Marsannu og Palleba fleiri og fleiri ferð. – Men eg vil bert við hes­ um lítla skrivi vísa mína mis­nøgd við okkara endur­ tak­andi Kringvarpið, ið ikki gloymir at minna fólk á rokn­ ingar; men heldur gloymir at geva fólkunum okkurt fyri pengarnar. Nú gjørdist hetta kanska ein endursending hjá mær, tí slík lesarabrøv eru javnan at síggja. Men enn er eingin í Sortudíki vaknaður! Landaplágurnar hjá Kringvarpinum Danial Viðoy Studni er júst komin út við tíðindaskrivi. Nú ber tað til hjá lesandi at arbeiða og forvinna 20.000 kr um mán­ aðin. OK? Hvat skulu vit siga um tað? Hvat er ein lesandi? Spyr ein lestrarvegleiðarar, siga teir allir við ein munn: “Fulltíðarstarv”. Tá søkt verð­ur á ymiskar útbúgv­ ingar verður alla tíðina sagt: “Lesnaðurin er full­tíðar­ starv”. 20.000 kr um mánaðin Hvussu nógv skal ein so arbeiða fyri at koma uppá 20.000 kr? Grundlønin hjá Føroya Arbeiðarafelag er 110, 37. Grundlønin hjá S & K felaganum er 100,55. Flestu lesandi arbeiða í handlum og kioskum. Hvussu nógv skulu tey so arbeiða, um teimum nú tørva eina inntøku á 20.000 kr? Sí talvu Fyri ein, sum arbeiðir í handli, er hetta ørkymlandi. Men sjálvandi, tað eru ikki øll, sum eru noydd til at forvinna 20.000 kr um mánaðin. Sambært Studna, so eru tað 150, sum fara at fáa “ágóða” av hesum uppskotinum. Hetta tí at tey ikki vera mót­ roknaði. Spurningurin er bara? Tey eru 150, meðan tað eru tilsamans útvið 3300, sum eru í miðnám og, ið eru í hægri lesnaði. Lógaruppskotið sær so­ leiðis út fíggjarliga fyri landskassan: Eg vil lesa, ikki bara arbeiða Teitur Vágadal sjúkrarøktarfrøðislesandi Íkast og aftursvar til les­ arabrævið »Langt millum vallyfti og veruleikan« hjá Næmingaráðnum í Hoydølum. Fakta Næmingaráðið í Hoy­ døl­um raka seymin á høvdið, tá ið tey lýsa við­ur­skifini hjá lesandi í Føroyum. Hesi ungu hava sein­ astu tíðina ikki bara upplivað tiltikna plenu­ klipparan, har 18 prosent av studninginum varð skorin yvir nátt, men kenna somuleiðis sviðan av neglaklipparanum – at inntøka oman fyri 10.000 kr. varð mótroknað í studninginum. Hetta vóru umstøð- urnar fyri løgtingsvalið. Studningurin Næmingaráðið í Hoy­døl­ um hevur eisini rætt í, at løgtingið samtykti fyri jól, at studningurin skal ikki prístalsviðgerðast. Hetta varð ikki gjørt yvir nátt, men var í tráð við borgarligu hug­sjónina um, at eing­ in lønarvøkstur verð­ ur í 2011. Hetta er ikki nakað, sum einans rak­ ar lesandi í Føroyum, men rakar eisini prís­ tals­viðgerðirnar av við­ bótunum í pensjónum og annað. Orsøkin til lønar­ steðg­in, og har við fast­ frystingina av studn­ inginum, er stóra hallið á fíggjarlógini. Tá ið tað er sagt, so skulu lesandi í Føroyum ikki viðfarast øðrvísi enn onnur, tí skuldi tað hent, at lønarvøkstur verður, verður studningurin hjá lesandi í Føroyum prís­ talviðgjørdur. Tað samtykti sam­ gongan fyri jól. Mótrokning Næmingaráðið í Hoy­døl­ um leggur ikki neglirnar fyri, tá ið tey lýsa negla­ klipp­aran: “Fyri at koyra meira salt í sárið hjá teim­ um lesandi varð ein mót­rokningar skip­an sett í verk, sum skerdi studningin, tá mánaðar­ liga inntøkan kom upp um 10.000 krónur.” Hetta var ein óheppin og óumhugsin avgerð, sum ikki tænir nøkrum uttan landskassanum, sum spardi nøkur fá oyru. Tíbetur, so kunnu vit í samgonguni vísa á, at vit vóru tilvitaði um støðuna, tá ið vit komu til valdið í oktober 2011, og inntøkumarkið er frá 1. januar 2012 flutt úr 10.000 krónum og upp til 20.000 krónir um mánaðin. Tað samtykti sam­ gong­an fyri jól. Marknagilsdepilin Tað er óheppið, at lands­stýrismaðurin við mentamálum, Bjørn Kalsø, av sínum ein­ ting­um hevur útsett Markna­gilsdepilin, tí samgongan hevur ikki viðgjørt løg­urnar. Næm­ ingaráðið í Hoy­dølum hevur rætt, tá ið tey sýna sína ónøgd, men tað er ikki neyðugt at stúra, tí samgongan skal hava eina fullfíggjaða íløguætlan 1. apríl 2011, og tá er tað ikki óhugsandi, at Marknagilsdepilin verð­ur klárur í 2015. Mið­náms­ næmingar, stúri ei Hanus Samró Løgtingslimur FA S & K Tímaløn 110,37 kr 100,55 kr 20.000 mánaðin 181,21 tímar 198,91 tímar vikuna 42,64 tímar 46,80 tímar