Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-09, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. januar 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 9. januar 2012 · Nr. 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eg gjørdist ikki sørt skakkur, tá eg hoyrdi dag og viku i gjárkvøldið. Tíðindini við­ gjørdu gegnistrupuleikan hjá Jákup Mikkelsen. Eg eri helst ikki tann rætti at úttala meg um gegn­ is­trupulleikan hjá Jákup Mikkelsen, men so leingi landstýrismaðurin arbeiðir eftir samgonguskjalinum, kann hann ikki hava gegnis­ trupulleikar. Landsstýrismaðurin hevur ikki givið mær ella teimum, ið standa mær nær nakran fyrimun fram um nakran annan. Hann fylgir einum samgonguskjali, sum løgmaður førdi fram í Degi & Viku í gjárkvøldið. Tað stendur øllum frítt fyri at stovnseta pelagisk virkir. Eitt nú er eitt á veg í Fuglafirði. Var tað so, at landsstýrismaðurin gav virkinum í Kollafirði, har eg júst eri vorðin stjóri utt­an tó at hava nakran eigaralut, nakran fyrimun fram um onnur virkir, kundi eg skilt ivamálið um gegni. Men ikki í hesum føri, tá landsstýrismaðurin loyalt fylgir samgonguskjalinum. At vit eru svágrar kann held­ ur ikki viðføra, at eg og míni skulu diskvalifiserast í allari føroyskari fiskivinnu. Tíðindamaðurin, sum koyrdi søguna bæði týs­ kvøldið og hóskvøldið, kem­ur úr Runavík og er javngamal við Ludvík við Stein, sum eisini kemur úr Runavík. Teir gingu eisini á Kambsdali samstundis. Tíð­ indamaðurin hevur avgjørt ein gegnistrupuleika. Tað er trupult hjá mær at skilja, at hetta er góður fjøl­miðla. siður. Tað er ongin ivi um, at herferðin ímóti lands­ stýris­manninum er bíløgd av teimum, sum vilja hava móðurskip við bíligari man­ ning at taka ímóti makreli í summar. Kollafjørður kann møgu­ liga taka ímóti umleið einum triðingi av tí makreli, sum møguliga kemur upp á land í summar. Sum eg skilti lands­ stýris­mannin er ætlanin, at so nógvir føroyingar sum møguligt sleppa at fiska ella framleiða makrel í summar. Tað verður helst neyðugt við onkrum móðurskipi. Verða hesi skip flaggað undir føroyskt flagg, og manningin verður føroysk, er sjálvandi ongin trupulleiki. Eg dugi ikki at skilja, hvussu KVF kann rættvísgera, at vit lata 500 kinesarar og russarar fyri eina tímaløn upp á 5,50 kr, koma inn á okkara grunnar og taka arbeiði frá føroyingum, sum frammanundan eru arbeiðs­ leysir. Kollafjørð misti í 2011 umleið 20 framleiðsludagar orsakað av kappingini við bíliga útlendska ar­beiðs­ kraft. Løgmaður segði í eini Dag & Viku seinasta vár, at ætlanin var at lóggeva pelagiskan fisk upp á land í Føroyum. Tá var Jákup Mikkelsen ikki landsstýrismaður. Virkið í Kollafirði opnaði í december 2009, síðani tá hava umleið 800 fólk arbeitt á virkinum, virkið hevur útflutt fyri umleið 800 milliónir. Pressan íroknað KVF hevur havt lítlan áhuga í at bera nøkur positiv tíðindi um hetta virkið, sum meira ella minni varð uppgivið og lá stilt og óvirkið í langa tíð. Men hevur, síðani tað opnaði aftur, fingið eina upp­ blomstring til fyrimuns fyri alt tað føroyska sam­felagið ikki minst fyri øll tey, sum hesa tíðina hava havt arbeiði á virkinum. Men ongin áhugi fyri virkinum uttan ringa umtalu helst orsakað av útlendskum kapitali. Tað er ikki neyðugt fyri virkið í Kollafirði at seta nakað avgjald á pelagiskan fisk. Virkið er í dag um at verða liðugt útbygt, soleiðis at virkið kann takað ímóti umleið 1000 tonsum í 24 tímar. Vinnumálaráðið hevur eina deild teir kalla Invest Faroe. Hvar eru tey í for­fylg­ ingini av útlendskum kapitali í Føroyum? Tá eg sat og hoyrdi send­ ingina í gjárkvøldið, hugsaði eg við mær sjálvum. Hava hesi fólkini skilt, hvat vit liva av? Eitt hjartasuff til tykk­ um í sjónvarpinum. Tað eru sendingar sum tann í gjárkvøldið, sum køva virk­ ishugin hjá mær og nógvum øðrum vinnu­lívs­monnum. Óhugnaligur tíðindaflutningur í Degi & viku Hanus Hansen Eitt ósakligt brot sást í Degi og Viku í gjárkvøldið viðvíkjandi ætlanini um at makrelurin verður virkaður av føroyskum hondum, bæði á sjógvi og á landi, sum soleiðis økir um virksemi í Før­ oyum og minkar um arbeiðsloysi til gagns fyri alt samfelagið. Heldur enn at fegnast um góðu ætlanina so snúði hetta brotið í D&V meira um um mín persón. Tá eitt slíkt brot bæði er villeiðandi og manupulerandi, tí hesar viðmerkingar. Sa m g o n g u s k a l i ð álegg­ur mær at tryggja føroyskari arbeiðsmegi fleiri arbeiðspláss: “Fyri at tryggja ar­ beiðspláss í Føroyum verða nærri ásetingar gjørdar, sum tryggja, at sum mest av fiski kemur upp í Føroyum. Avreiðingargjald verður lagt á allan óvirkaðan uppi­sjóarfisk, sum ikki fer um føroyskan kaikant. Undartiknar eru landingar til føroysk móðurskip.” Spurningurin um mítt gegni verður kannaður av sakkønum eftir føst­ um mannagongdum, og eg boðið løgmanni frá tá talan er um ógegni í einum máli. Tað hetta málið snýr seg um er, at vit skipa so fyri, at okkara samfelag fær sum mest burturúr okkara fiskatilfeingið. Tí fyrireikar lands­ stýrið makrelfiskiskapin í góðari tíð, soleiðis at vinnan fær bestu um­ støður til at gagnnýta makreltilfeingið best møguligt. Landsstýrið vil við makrelfiskiskapinum tryggja økt virksemi og meira arbeiði til føroyska arbeiðsmegi, bæði á sjógvi og landi. Hetta er tann góða søgan! Spell at tann góða søgan ikki at fing­ ið meira rúmd í D&V í gjárkvøldið. Viðmerking til Kringvarp Føroya! Jákup Mikkelsen landsstýrismaður í fiskivinnumálum Hækking av inntøkumarki: Kostar 1,5 mill Ikki javnað studningin: Spara 900.000 kr Samlað: kostar 600.000 kr Tað eru nú altso bara 150 sum fáa “ágóða” av inn­tøku­ markinum, með­an hini gott 3000 missa sína lógarbundnu prís­tals­regu­ler­ing..... 4 árið á rað. Ella ein samlaður missur yvir 4 ár uppá 3300 kr um árið fyri tey undir hægri lesnað Raðfesting: Hvat fyri raðfesting Løgtingið hevur er sera torført at fáa eyga á? Sjálvandi er tað í lagi at arbeiða við síðuna av lesnaðanum. DJØF, felagið fyri jura og búskap lesnadi í Danmark hevur staðfest, at eitt studie­arbeiði er gott fyri lesnaðin. Men tað skal ikki vera meira 10-15 um vikuna. Annars ávirkar tað lesnaðin negativt. Løgtingið signalerar við hesum, at lesandi kunna hava arbeiðsviku á 80 tímar um vikuna, 40 vikur um árið. Hvør annar arbeiðs­ bólkur hevur eina tíllíka arbeiðsviku? Kann til stutt­ leikar nevna, at fyri tingárið 2010 hevði Løgtingið 398 arbeiðstímar umframt eini 20-40 nevndarfundir í með­ al. Sjálvandi vil eg arbeiða, men um Løgtingið vil hjálpa mær sum lesandi, so er tað at fáa raðfestingar í lag og stuðla mær á rættan hátt. Eg eri ein av teimum, sum er noyddur til at arbeiða í meira lagi. Eri 31 ár, havi familju og hús, búgvi í Tórshavn. Okkara bólkur hevur tørv á hægri studning, ikki “møguleikan” fyri meira arbeiði. Danmark hevur sett eitt mark sum er 78.000 kr um árið. Teir hava rað­fest útbúgving, og teirra sam­ felag nýtur eisini gott av útbúgving. Tá fíggjarkreppan kom, brúkti Ísland eisini plenu­ klipparin. Tó við eini sunnari raðfesting. Tað varð skorið yvir alt við 7%, undantikið útbúgving, heilsuverk og nøkur fá neyðug økið. Vilja Føroyar njóta gott av útbúgving? Ja ella nei? Tað er ongin ivi um, at herferðin ímóti lands­ stýris­manninum er bíløgd av teimum, sum vilja hava móðurskip við bíligari man­ning at taka ímóti makreli í summar