Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-09, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. januar 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. januar 2012 · Nr. 4 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Fyrstu orð, ið runnu mær til hugs, tá góðu tíðindini bórust um, at eitt nýtt pelagiskt virki skuldi byggjast her í bygdini, vóru júst orðini hjá Poul F í sanginum um Tvøroyri, har hann staðfestir, at enn einaferð skal bygdin menna seg aftur. Nú fær skaldið rætt. Tí hetta vóru vissiliga gleðistíðindi í einari tíð, sum í alt ov stóran mun eru nógv merkt av tíðindum, sum peika annan veg. Fyrst av øllum vil eg ynskja Deltamonnunum hjarta­liga tillukku við nýggja samstarvinum við gøtu­ menn, og síðan vil eg ynskja Varðanum hjartaliga væl­ komnan suður á Tvøroyri. Øll minnist vit væl tíðina, tá Delta varð stovnað aftur í 1995. Tað var í tí djúpastu fíggjarligu kreppuni, hetta landið hevur upplivað í nýggjari tíð, at hesir menn settu sær fyri at skapa virksemi. Beint undir liðini av risanum Faroe Seafood, sum nú er farin í søguna, løgdu teir lunnar undir eitt spírandi virksemi. Umframt virksemi her á Tvøroyri, so løgdu hesir somu menn eisini til brots í Sandoynni. Sandoyggin lá sum fylgja av kreppuni í fullkomnum vinnuloysi, og tí fylti hesin trupulleiki nógv eisini politiskt. Tá var tað, at vit politiskt snikkaðu til ein loysn, sum fekk navnið Sandoyarloysnin. Men uttan dugnalig vinnulívsfólk var henda Sandoyarloysn als eingin loysn. Her komu so Deltamenninir inn, og síðan tá hava teir havt virksemi í Sandoynni. Umframt at virksemið her á Tvøroyri er nógv útbygt hesi skjótt farnu seytjan árini, hava teir so eisini havt virksemi í Hvalba. . Tit hava í ríkiligt mát prógvað, at tað ber til. Tit hava prógvað, at verður farið fram við skili, so letur næstan alt seg gera.Tað er júst hetta skilsemi og hesin dugnaskapur, sum hevur fingið eyguni á fólkunum í felagnum Varðanum at hyggja henda vegin. Ivaleyst hava menninir aftan fyri Varðan sæð okkurt av sær sjálvum í virkseminum hjá Delta. Teir hava dugað at sæð, at her er eitt virksemi, sum verður borið uppi av dugnaskapi og áræði. Eisini gøtumenn vita, hvat tað merkir at veksa seg upp frá næstan ongum. Tað var tann tíð eisini fyrst í 90´árunum, har flaggskipið hjá gøtumonnum gamli Tróndur í Gøtu mangan lá tungt í sjónum – ikki av fiski, men av fíggjarligari tyngd. Men við treiskni og áræði hildu teir á, og nú telist felagið millum tey sterkastu í landinum. Enn ein søga um dugnaskap. Ein kann ikki annað en frøast og hava bjartastu vónir, tá hesi bæði toymini nú leggja saman um eitt nýtt virki. Nýggja pelagiska virkið á Tvøroyri verður eitt úrslit, har dugnaskapur og fíggjarorka ganga saman upp í eina hægri eind . Uttan at hava nakran almennan leiklut, so kendi eg tað sum eina sjálvfylgju at seta hesi orð saman. Eg taki tað sum rættiliga givið, at flestu tvøráfólk og suðuroyingar eru samd við mær í hesum. Tað er týðiligt at merkja, at allastaðni, har tú kemur í hesum døgum, so gleðast fólk um ætlanina. Eitt er gott at vita, og tað er, at hevur mann fólkið við sær, so er so ótrúliga nógv vunnið. So hiðani av Tippinum beint oman fyri havnalagið her á Tvøroyri, har nýggja virkið skal byggjast, skal ein kvøða sendast tykkum á Delta og tykkum á Varðanum um hepna hond og góða eydnu. ”Brátt skal fram aftur ganga við ferð,” kvæð Poul F. Vænti hann fær rætt. »Skalt tú gera tað einaferð enn« Jóannes Eidesgaard Havi seinnu tíðina hugsað um, tað mediegranskari segði eftir seinasta forsetavalið í USA: “Barack Obama fór helst ikki at reka stórt øðrvísi politikk enn George W. Bush hevði gjørt, munurin er bara tann, at Obama hevur fjøl­ miðlarnar við sær, meðan Bush hevur teir ímóti sær”. Helst er ikki lætt at vera objektivur sum journalistur, tí eru teir tað ikki, hóast hesir billa sær og øðrum inn, at teir eru, men taka støðu fyri tí, teir innan í sær hava alsk til, so sum síðu teir hava valt í politikki, lokalum viðurskiftum ella hvar teir meta, framtíðin í landinum skal liggja. Føroyingar hugsa sjálvir Ikki er ókent, at journalistar vanliga tykjast vinstravendir. Hetta er ikki bara í Føroyum, men her merkist tað helst týðiligari, tí landið er lítið, og kanska eru teir í mangar mátar meiri smáborgarligir enn gott er. Hinvegin hevur tað ikki undrað meg sørt, at Fólka­ flokkurin, sum mær tykir í mangar mátar hevur verið - og framvegis er - eltur av negativum kreftum í fjøl­ miðla­heiminum, skuldi fáa eitt so gott løgtingsval, með­an Tjóðveldi, kom heilt illa fyri. – Hetta vísir, at før­ oyingar hugsa sjálvir. Skilaleys tíðindi Nú hevur verið borðreitt við fleiri veruliga ótrúverdugum og óundirbygdum søgum. Fari bert at nevna tríggjar av so mongum. Spurningurin er, um føroyingurin eigur gjalda til hesa skipan. Í fyrsta lagi var í Sjónvarp­ inum gjørd sammeting av kostnaðinum av rakstrinum í miðnámsskúlunum í Før­ oy­um. – Sama dag vísti skúla­stjórin í Tekniska Skúla í Klaksvík, at hetta var full­komiliga skilaleyst við skeiv­um grundarlagi. – So hoyrdist ikki meiri her! Í øðrum umfari hevði Sosialurin nøkur dømi um hægri lønir í Føroyum. Beint eftir kom leiðslan í Norðoya Sparikassa við fólkaligari rættleiðing til skeivu tølini, sum vóru tvífalt, tað tey áttu at vera. Sum tað triðja taki eg dømi um, at okkara loftmiðlar nú í longri tíð hava prentað inn í Føroya fólk, at orsøkin til at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum tekur 100 túsund krónur av Sjó­savn­ inum var tí: “Nú ætlaði hann at flyta tað til Klaksvíkar”. – Øll vita, at hetta er illa grundað álop og gjørt fyri at øsa fólk. Tað eydnaðist. Eisini varð hetta gjørt, tí hesin landsstýrismaður er borg­ arligur, tí var lag á manni. – Hetta eydnaðist til fulnar, men vakurt er tað ikki. Fjølmiðlar í sjálvsveigg At lokal og “lands-lokal­politik­ ararnir” í Suðurstreymi, sum vanliga altíð hava fingið sín vilja, og ongantíð hava góðtikið almennar skerjingar í teirra øki, fóru úr sínum góða skinni, er lutvíst at skilja, men at fjølmiðlarnir í høvuðsstaðnum fóru í sjálv­sveiggj, er uttanfyri alt mark. Mong onnur dømi eru, men tey fara at bíða til pláss er fyri teimum. Hetta er slagsíðan í føroyska fjøl­ miðlaheiminum, sum eigur at broytast. Onki er at taka seg aftur í, at okkara land hevur brúk fyri eini meiri borgarligari fjølmiðlarás, eini rás, sum eisini megnar meiri objektivt at hyggja at heildini og fram­ leiðsluøkjunum í Føroyum. Gerandisdagurin millum løgtingsvalini Jógvan við Keldu Tørvur eisini á eini meiri borgarligari fjølmiðlarás. Ikki er ókent, at journalistar vanliga eru vinstravendir, hetta merkist helst týðiligari her, tí landið er lítið og kanska eru teir í mangar mátar meiri smáborgarligir enn gott er. Ikki er ókent, at journal­ istar vanliga tykjast vinstravendir. Hetta er ikki bara í Føroyum, men her merkist tað helst týðiligari, tí landið er lítið, og kanska eru teir í mangar mátar meiri smá­ borgarligir enn gott er