Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-09, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. januar 2012síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 9. januar 2012 · Nr. 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað var ikki so lítið hugstoytt at lesa samrøðu við Føroya løgmann í Norðlýsinum fríggja­dagin. – Tað er skelk­ andi, hvussu langt frá veru­ leikanum, ið løgmaður er, og at hann als ikki tykist vilja skilja álvarsama boð­ skapin, sum eg royndi at bera honum og hinum lands­ politikkarunum í mínum nýggjárskronikki. At borgarstjórar eru í orðadrátti og verja síni lokal­ øki er natúrligt – soleiðis skal tað vera. Men at Føroya løgmaður, sum skuldi verið løgmaður alra føroyinga, lítilsvirðir tann partin av landinum, har næstan annar hvør før­ oy­ingur býr, og setir øki í landinum upp móti hvørjum øðrum við óundirbygdum uppáhaldum og grovum rang­snúgvingum av veru­ leik­anum, ka 9nn als ikki góð­ takast. Ikki frá løgmanni! Kanska hetta var bert fyri at tøla lesarunum hjá Norðlýsinum. Tað er jú rætt, at Klaksvíkar kommuna hevur stýrt seg burtur úr kreppuni, sum kommunan hevur verið í – tað hava fleiri kommunur í Føroyum. Og eg gleðist sanniliga um, at tað gongur kommunum kring landið væl. Men fyri tað er tíverri ikki givið, at borgarar í landinum sum heild hava fingið tað lættari. Tí vísti eg í kronikkinum á nakrar av sjónligastu skeivleikunum í samfelag­ num, og nakrar av størstu forðingunum fyri, at vanligir borgarar klára gerandisdagin bara á einum hampuligum støði, og tí ikki flyta av land­ inum. Tí tað gera teir nú, harra løgmaður – í stórum tali, og tí fána allar royndir at skapa eitt meira dynamiskt samfelag við betri fortreytum fyri búskaparvøkstri. Hetta kann politiski mynd­ ug­leikin ikki bara skúgva til viks! Vit í Tórshavnar býráði gera tað so ikki. Løgmaður kann Hvussu fegin borgarstjórin í Tórshavnar kommunu vil, so kunnu vit í kommununi ikki ávirka húsaprísirnar. Vit áseta ikki rentusatsir og bankaavgjøld ella gera av, hvussu bankarnir og Húsa­ lánsgrunnurin skulu sleppa at virka. Vit áseta heldur ikki MVG á byggitilfar og arbeiðslønir, mjólkina, barnaklæðini og blæurnar – bara fyri at nevna nakað, sum kostar barnafamiljum dýrt hvønn einasta dag. Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu hevur ikki hesar møguleikar – men tað hevur løgmaður! Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu hevur heldur ikki møguleika at gera av, hvussu fiskiríkidømi alra føroyinga og inntøkurnar av hesum verður býtt – ella vanbýtt, sum eg vísti á, millum økini í landinum – men tað hevur løgmaður! Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu hevur ikki møgu­ leika at gera av, hvussu lands­ skattakrónurnar verða býttar millum ymisku málsøkini, ella hvørjar inntøkur fíggja hetta virksemi – men tað hevur løgmaður! Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu hevur ikki biðið um menningarhjálp til høv­ uðs­staðin – men bert, at Føroya løgmaður sýnir høv­ uðs­staðnum eitt sindur av tí áhuga, hann sýnir øðrum økjum í landinum. Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu kom við eini áheitan á Føroya løgmann um nú at raðfesta Suðurstreym bara nær námind so høgt, sum ávís onnur øki í land­ in­um hava verið raðfest í ára­tíggju, og soleiðis, saman við Tórshavnar kommunu, at venda teirri gongd, sum vit nú í nøkur ár hava sæð komið. Hetta má vera NÚ, áðrenn ov seint er – ikki bara fyri Tórshavnar kommunu, men fyri Føroya land. Løgmaður, í greinini rætti eg tær vegna høvuðsstaðin út hondina til felags tøk landinum at frama. Men tað sømir ikki løgmanni at svara við háð og rangsnúgvingum! Fíggjarstøðan hjá Tórshavnar kommunu Um løgmaður hevði lagt í at kanna síni uppáhald um fíggjarstýringina hjá Tórs­ havnar kommunu, so hevði hann ásannað, at Tórshavnar kommuna hevur miðvísa og neyva fíggjarstýring og hevur framt umfatandi rationaliseringar og effektivi­ seringar seinastu 3 árini, tá fíggjarkreppan sást koma. Frá 2009 hevur kommunan spart slakar 60 mió kr. í rakstri­num við so fáum inn­ trivum í starvsfólkaliðið og tænastustigið sum gjørligt. Hetta er ein sparing á 4% í meðal av rakstrinum hesi árini. Kommunan hevur ikki brúkt plenuklipparan, sum hvíta húsið á Vaglinum vanliga ger, men kortini hava vit spart á flestøllum økjum og á nærum øllum greinum. So nei, harra løgmaður: Heldur ikki í sparingum hev­ur landið nakað at kasta kommununi fyri, heldur hinvegin. Men kommunan hevur ikki spart í rakstrinum upp á rós. Vit hava – í breiðum politiskum semjum – lutvíst spart fyri at skapa pláss fyri fleiri virksemisskapandi íløg­um, nú arbeiðsloysið í kommununi og í landinum hevur verið í hæddini. Men hetta er eisini gjørt fyri at kunna gera skipanir, sum lætta um gerandisdagin hjá barnafamiljum og eldri borgarum. Eg kann sum dømi nevna størri systkinafrádrátt og lægri foreldragjald í barna­ ansingini, víðkað ókeypis bussleiðina, fleiri frítíðar- og heilsufremjandi tilboð til ung og eldri í kommununi, eins og stórar íløgur í skúlar, ítróttarannlegg, ellisheim, kloakkskipan og vegakervi. Kommunan hevur ikki havt sama møguleika at pynta upp á roknskapin, sum landið hevur gjørt ferð eftir ferð við at brúka sítt vald til ófráboðað at taka fleiri og fleiri skattainntøkur frá kommununum. Eg kann sum dømi nevna parta­fe­ lagsskattin. Seinasta tiltakið at flyta skattainntøkur frá kommunukassunum í lands­ kassan er pensións­skatt­ urin, hesaferð við meira ógvisligum avleiðingum fyri kommunurnar enn nakrantíð fyrr. Tað, sum løgmaður sigur í Norðlýsinum, kann hann bara siga, um hann annaðhvørt yvirhøvur ikki hevur minstu hóming av, hvat ið er hent á kommunuøkinum fyri næst­ an helvtina av borg­ar­unum í landinum, ella tí at løgmaður við vilja roynir at skapa eina beinleiðis ósanna mynd av gongdini í Tórshavnar komm­unu. Eg veit ikki, hvat er meira smikrandi fyri løgmans­ embætið. Er tað mín persón, hann roynir at speireka, so ger hann tað illa. Um hann vil tað ella ei, so umboðar undirritaði teir umleið 20.000 borgararnar og vinnu­lívið í kommununi, og tað hevði sømt honum at tikið virkisumstøðurnar hjá hesu­m í størri álvara. Síggj veruleikan! Í øðrum londum gera fram­ skygdar stjórnir vakst­rar­ pakkar og íløgur í framtíðar menningarøki fyri at vaksa um búskapin. Hetta fevnir eisini um høvuðsstaðarøkið, tí ein høvuðsstaður í vøkstri og menning er avgerandi fyri, hvussu onnur øki kunnu mennast. Slíka stjórn hava vit ikki í Føroyum, tí her hjá okkum flytir stjórnin trupulleikarnar á onnur, heldur enn at finna semjur um tiltøk, sum kunnu geva landshúsarhaldinum ein sunnari rakstur, ella gera langskygdar íløgur, borg­ arunum í øllum landinum at frama. Tað var tað, sum eg í nýggjárskronikkinum við støði í høvuðsstaðar­komm­ ununi, sum eg standi á odda fyri, royndi at vísa á, og hevði vónað at fingið eina umrøðu av. Eftir mongu viðmerk­ing­ unum, ið greinin hevur fingið, at døma, er løgmaður helst ein av teimum heilt fáu, sum ikki hevur ásannað hendan veruleikan enn. Eg fari tí at heita á løgmann um at fara inn aftur í bestikkrúmið, brúka eina løtu afturat uppi yvir kortununum, síggja veruleikan og vita, um hann ikki átti at sett eina aðra kós. Eg standi enn og rætti tær hondina. Vil tú landinum væl, harra løgmaður, so burdi tú rætt mær tína. Vil løgmaður ikki síggja veruleikan? Heðin Mortensen Borgarstjóri Tórshavnar kommuna