mánadagur 9. januar 2012síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. januar 2012 · Nr. 4
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í ár, áratíggju, øldir og millennium
hevur
mannaættin
staðið
við
hetta sama vegamótið. Við endan
á praktiska og sjálvskapta tíðar
málinum, sum árið, í okkara føri
í gregorianska kalendaranum, er.
Hóast lívið hjá hvørjum einstøk
um er flætta saman av ikki tíðar
bundnum kordelum so brúka vit
ársendan, ársskiftið, sum Vicarium
Dei Gregor áttandi gav okkum, til
at gera upp hvussu vignaðist í tí
farandi og hvørji málini og ýtini
skulu vera, ið siglast skal eftir, í
hesum førinum í 2012.
Vit eru tann einasti skapningurin
av øllum, sum hevur fingið nóg
mikið av viti og skili til at hugsa
strategiskt, evnini til at leggja
ætlanir, ið røkka longur enn til at
hella á grúkin, fylla vombina og at
tøma hana aftur. Vit kunnu tó velja
lutin at vera ein gastronomiskur
rottangi, velja status quo og lata
tilvildini leiða okkum út á villar
víddir, men tað er ein háðan ímóti
Skapanarverkinum, sum vit eru
sett til at røkja. 40 ættarlið eru farin
undan okkum, samfelagið er gingið
í arv yvirum øll hesi skiftini í betri
standi, og okkara skylda er tað, at
handa børnum, abbabørnum, ja,
fjølskylduni um túsund ár eitt
samfelag, ið stendur á klettagrund
og sum javnvigar í burðardyggum
jørðildi.
Tað hanga ikki allir lyklar við
eitt grúpanslær. Kvalitetirnir eru so
ymiskir, tí ger einstaklingurin lítið
og onki einsamallur. Bara við at
stiðja uppundir hvønnannan, um
tann góða lutin, í einum skipaðum og
siviliseraðum samfelag, fæst skútan
at ganga við framskrúvu. Eru ongir
borgarar er ongin borgmeistari.
Eru ongi verkafólk er ongin stjóri
og er ongin manning er heldur
ongin skipari. Hitt veikasta liðið
er avgerandi. Í grundini stendur og
fellur alt samfelagið alt eftir hvussu
vit fjálga um ta veikasta liðið. Líka
mikið um tað eru medborgarar,
aðrir livandi skapningar og ikki
minst táið tað ræður um okkara
fiskastovnar.
Í hesum døgum eru júst hundr
að
ár
liðin
síðan
menniskjað
legði útriðu heimsins undir seg.
Antarktis. 14. desember 1911 setti
Róald Amundsen stavin við norska
flagginum á sjálvan Pólin. Hevði
hesin pólfarin ikki sett sær miðið
og málið frammanundan, at røkka
sjálvum deplinum í ísoyðuni, so var
hann ongantíð farin við “Fram” alla
ta longu leiðina úr Noregi. Hann
vitsti betri enn nakar, at romantiskir
dreymar, at høg mið og mál, ikki
vóru nógmikið í sær sjálvum.
Strategiskar ætlanir, knúgvafeitt,
úthaldni, agi og ein topptrimmað
konditión máttu sampakka, skuldi
málið røkkast. Við sletuhundum
hevði hann lagt depotir heilt suður
á 82 stig. Seinastu 8 gradirnar skuldu
knógvast við tí sum sleturnar bóru
og hundarnir formáddu sær.
Tá Róaldur hitti amerikanskar
journalistar
eftir
ferðina,
sum
tá var ein líka stór hending sum
mánalendingarnar í okkara tíð,
og teir spurdu hann um hepni
ikki var orsøkin til, at hann vann
kapprenningina við Robert Falcon
Scott, hvørs lík tá lá undirkavað
skamt frá norska flagginum, svaraði
hann:
Victory goes to the man
who has made all
arrangements in advance
People call it luck !
Defeat awaits the man who
has not taken the
nescessary measures in time
That is called bad luck !
Ekstrema lívið á markinum ímillum
lívið og deyðan hevði lært hann,
at miðini og málini skulu til, men
standandi
einsamøll
gera
tey
onki. Heldur ikki skal tú rokna við
hepninum sum sjálvsøgdum við
leikara. Strategiski tankin og opti
mala fyrireikingin er í minsta lagi
líka neyðug. Infrastruktururin
bjargaði honum. Hin óvanliga
treysti grønlendski sletuhundurin
bjargaði honum ferðina ímeðan
bretsku rossini hjá Royal Navy
offiserurin vóru ov tung á sær á
jøklunum, í ytstu útriðini, hinu
megin miðju jarðar.
Hóast øll tey tøkniligu framlopini
síðani, sum hava minkað um
treytanina frá natúruni, so er
tyngdarmátturin, sum Ísak Newton
setti orð á, framvegis galdandi. Øll
tey fundamentalu viðurskiftini er
tey somu, tí vera orðini hjá Róald
Amundsen standandi sum ein
ævinligur sannleiki.
Nú standa vit her í Heiðunum.
Í Saltangará. Ein av mongum
bygdum í Runavíkar kommunu, í
Runavíkar býi hevði eg nær sagt.
Hetta er miðja jarðarinnar í okkara
hugaheimi.
Ongin
stendur
tó
einsamallur, onkursvegna eru vit
flætta saman við øllum teimum 7
milliardunum av mannabørnum,
sum í løtuni manna Klótuna. Ein
óheppin avgerð í keypsskálanum í
New York t.d. fær eisini ávirkan á
gerandisdagin hjá mær og tær. Vit
eru farin ígjøgnum ein rættiligan
skúr heimsbúskapinum viðvíkjandi.
Ríkiskassar eru lempaðir upp í
privatar peningastovnar og aðrar
fíggjarstovnar fyri at sløkkja tann
ringasta eldin. Tað bar ikki til at
liva av fiktivum virðum, sum um, at
tyngdarmátturin var suspendaraður
fyri tíð og ævir allar. Glantrileikurin
gjørdist so tragiskur, at sjálvt
demokratiskar samfelagsskipanir
standa fyri falli. Upptakið er byrjað
í Hellas og í Italiu, har akademiskir
gráir teknokratar, sum hinir fyrr
so generøsu kreditorarnir siga seg
at hava álit á, nú royna at leggja
skúturnar á rætta kós aftur.
Hóast vit eru ein partur av heim
inum, alheiminum, so er okkara
lutur fyrst og fremst at fáa lokal
samfelagið at virka sum best, eisini
fyri at stuðla undir tað samfelag,
tær Føroyar, vit eru ein partur av.
Borgmeistarin hevur í kunn-
ingarskrivi til okkum borgarar
gjørt upp hvussu hann sum evsti
lokali myndugleiki heldur, at árið,
sum endaliga er farið um nakrar
fáar minuttir, hevur vignast okkum,
eisini hevur hann gjørt eina meting
um, hvussu leikur man fara í 2012,
tá
nýggjur
forstandaraskapur
aftur skal veljast. Ongin orsøk er
tí til, at leggja hesi viðurskifti á
blik av nýggjum í nátt. Í stóran
mun eru vit væl fyri, nakað av
turbolensi hevur verið á vinnuliga
økinum, men ídag ber til at siga,
at vinnuligi infrastruktururin er
dyggur. Handilsskapurin trívist.
Ongin nevndur ongin gloymdur.
Flestu
funktiónir,
sum
fram
komna menniskja krevur, fyri at
trivnaðurin í gerandisdegnum er
hóskiligur, eru í grannalagnum.
Skúlar, dagstovnar, læknar, tænastu
stovnar av ymsikum slagi eru við
hondina.
Fram um alt ræður tó um ikki
at liggja á boðunum. Hann, sum
er mettur av døgum doyr, hóast
hann livir. Latenta svongdin eftir
frambrotum, strategisk hugsan um
batar, er drívmegin, lokomotivið,
sum skal gera samfelagið, eisini her
um leiðir, til ein nógv betri stað at
liva í. Tey sum nú manna býráðið
hava lagt sína seinastu fíggjarætlan,
í henni fáa vit ikki flutt ein stav.
Spennandi verður at frætta frá
teimum, hvørs ambitiøsu herðindi
fara at røkka til ein kommunalan
sess í 13, 14, 15 og 16, hvussu tey
ætla at smyrja lunnarnar undir
staðbundna kastalinum. Umframt
tað sum skal til fyri at hella á grúkin,
at fylla og at tøma vombina.
Fara tey at skjóta á fyri at fáa
ein nógv saknaðan svimjingarhyl?
Fara tey at geva ungdóminum
meira ans, t.d. við at umskipa Runa
víkar Mekaniska Verkstað til ein
ungómscentral? Verður nakað
gjørt við fyrrverandi popp- og
rockmekka´ið Glyvra Bio? Fáa vit
aftur eina gistingarhúsfunktión?
Fáa vit fleiri matstovur, pubbir etc.
Fyrr lógu bygdirnar her um
leiðir sum balkaniserað lendi, har
traðarmenn og konur teirra royndu
at lívbjarga sær sum frægast. Nú
er alt samanbygt, bygdirnar eru
vorðnar ein býur, men onkurs
vegna tykist tað, sum at verkliga
menningin er farin undan okkara
hugburi um hvussu ein býur er
samanskrúvaður. Hetta líkist eini
yvirvaksnari bygd á fleiri mót
um. Tørvur er á nøkrum býar
funktiónum, skal hetta gerast ein
metropolur, har serliga ungdómurin
skal
trívast,
og
vera
verandi.
Menniskjað livir sum sagt ikki av
breyði eina. Uppaftur minni nú enn
táið hesi orðini á fyrsta sinni vórðu
søgd.
Týðandi er, at tey sum nú stjórna
okkum, og tey sum ætla sær á
kommunalu bekkirnar komandi
árini mótprógva kendu orðini hjá
bretska
filosoffinum
Bertrand
Russel: ”Visindamaðurin stríðist
fyri at gera tað ómøguliga møguligt.
Politikkarin stríðist fyri at gera tað
møguliga ómøguligt.”
Jólini eru farin og um eina løtu
standa vit í einum nýggjum ári, sum
heilt víst fer at geva okkum nakrar
nýggjar avbjóðingar. Ongin orsøk er
til stúran, men tað hevði onki gjørt,
um vit brúktu hugsanina hjá norska
pólfararanum í størri mun, tí vit
hava ein einastandandi møguleika
fyri at fremja tað góða samfelagið
so ríkiliga sum hesi hálvt hundrað
túsund fólkini eru vælsignað við
natúrugivnum tilfeingi.
Eg sigi sum John Lennon: A
very merry Christmas (sum nú eru
farin), and a happy New Year (sum
nú kemur), let's hope it's a good one,
without any fear.
Takk fyri árið ið fer, og eitt
happadrúgt og signað nýggjár fari
eg til seinast at ynskja tykkum
øllum. Mátti byrurin verið býnum
og Føroyum til vildar í tíðini sum
kemur. Gott nýggjár!
Mál og mið
Tórbjørn Jacobsen
Nýggjarsrøða