mánadagur 9. januar 2012síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 9. januar 2012 · Nr. 4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Mong siga, at vit eiga at
góðtaka førda politikkin, tí
at hann byggir á demokrati:
Meirilutin ræður. Men er tað
nú so? Byggja avgerðirnar
um flatskatt og broytingar
í
pensiónsskattagrundar
lagnum á grundleggjandi
demokratisk princippir, tá
samgongan einvegis og uttan
kunning um avleiðingar, lut
víst
tí
samgongulimirnir
og avvarðandi landsstýris
maður ikki kenna avleið
ingarnar, og lutvíst tí sam
gongan
hvørki
ætlar
at
brúka tíð ella orku upp á at
lurta eftir minnilutanum
ella vísa parlamentariskt
minnilutafyrilit, bert majori
serar sín vilja við teimum
umkostningunum tað nú
einaferð fer at fáa. Hetta er
ikki demokrati, men reinur
cowboypolitikkur.
Skjót
fyrst - spyr aftaná. Avleið
ingarnar verða tá, sum tær
nú einaferð verða. Hetta
hevur als einki við demokrati
at gera, men er reindyrkað
meirilutadiktatur.
Tí demokrati krevur, at
djúptliggjandi og grundleggj
andi diskussiónir verða førdar
um mál og mið, so allar síðir í
teim ymsu málunum koma til
sjóndar, áðrenn endalig støða
verður tikin á ein hátt, ið ikki
einans gagnar einstøkum per
sónum ella stætti, men tekur
fyrilit fyri heildini.
Meirilutadiktatur er ein -
at síggja til - demokratiskur
stýriformur, har meirilutin
avgerð alt uttan at taka fyrilit
fyri minnilutanum.
Fara vit so til tey aktuellu
málini, so var tað bert fólka
flokkurin, ið segði seg vilja
arbeiða fyri flatskatti fyri
valið, so í tí sambandinum
vistu fólk, hvat tey kundu
vænta sær. Men 3 aðrir flokkar
við 11 tingfólkum fyriløgdu
onki hvørki um flattskatt ella
pensiónsskattaumleggingar.
So í teimum førinum valdu
fólk við bindi fyri eygunum.
Tey
vóru
bóndafangaði/
reyvrend.
Tá vit so hartil leggja, at
skotbráið fyri ætlaðu løg
tingsviðgerðunum og løg
tingsviðtøkunum eru ætl
aðar púrasta í blindum at
verða forceraðar ígjøgnum
í desember mánaða uttan
neyðugan
grundleggjandi
vitan um avleiðingarnar og
uttan neyðugu demokratisku
processina, so er tíð at rópa
varskó. Tað hevur nemliga
víst seg seinastu dagarnar, at
mangir ósvaraðir spurningar
hanga í luftini, tí sjálvt ikki
uppskotsstillararnir við fíggj
armálaráðharranum á odda
kenna svarini.
At fremja viðtøkur eftir
verandi framferðarhátti hev
ur als einki við demokrati at
gera, men er meinlíkt meiri
lutadiktaturum, ið mest eru
at finna í tilafturskomnum
londum m.a. í tí svartasta
Afrika.
Lat meg enda við at siga,
at ofta hevur verið sagt - og
tað til stóran skaða fyri virð
ingina fyri demokratinum - at
tað at atkvøða er tað týdn
ingarmesta. Um okkurt bert
var viðtikið við atkvøðum, so
var eingin ivi um rættleikan
av tí viðtikna. Tí so var -
frá einum demokratiskum
sjónarvinkli - alt í lagi. Men
so lætt er tað nú einaferð ikki.
Tí var tað soleiðis, so vildi tað
m.a. ikki - demokratisk sæð -
verið nakað at finnast at t.d.
nazismuni í Týsklandi.
Niðurstøðan má tí vera,
at vit í stundini krevja eina
demokratiska viðgerð av báð
um teim áðurnevndu málun
um, men annars demokrat
iskar avgerðir í heila tikið.
Meirilutadiktatur hoyrir
als ikki heima í Føroyum
anno 2011.
Lat okkum vera samd um
tað.
Demokrati ella meirilutadiktatur?
Dagfinnur Danbjørg
Sosialurin
Nýggi
Tekna teg sum haldara fyri einans
kr. 400,- um ársfjórðingin
haldaralepi
Boks 76, FO-110 Tórshavn
Ja takk!
Eg ynski at tekna meg sum haldara av nýggja Sosialinum,
og fái blaðið borið út trýggjar ferðir um vikuna
Navn:
Bústaður:
Telefon:
teldupost:
Verður sent
ópostað.
Sosialurin
rindar
postgjaldið
64