mikudagur 11. januar 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 11. januar 2012 · Nr. 5
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Snorri Brend
Hetta er annars eitt arbeiði,
sum teir hava gjørt so mang
ar ferðir – uttan stórvegis
trupulleikar.
Men fyrrakvøldið gekk
ikki sum ætlað. Tí tá teir
høvdu fingið skipið nærum
allan vegin út á sjógv, gjørd
ist vognurin onkursvegna
fastur.
Eitt líknandi dømi sum
hetta hendir á skipasmiðjuni
MEST á Skála fyrr í vetur.
Men tað óhappið tók longri
tíð at fáa loyst.
Her í Klaksvík baksaðust
menn í allan gjár við hetta
sama, og ikki fyrrenn kvøldið
var farið at halla og tað leið
av álvara móti midnátt, fingu
teir umsíðir løn fyri stríðið.
Til tess at hjálpa sær við
hesum stóra arbeiða, høvdu
teir fingið sleipibátin hjá
THOR í Hósvík – Goliath – at
hjálpa sær við toganini, eins
og Ziska úr Klaksvík eisini
var við.
Polarhav hevði staðið á
sleipistøðini nakrar dagar,
meðan ymisk arbeiði vórðu
gjørd. Millum annað høvdu
teir málað botnin.
Eftir at Polarhav var
sloppin leysur aftur, legði
hann at norðuri á Kósini.
snorri@sosialurin.fo
Trongisvágur: - Arbeið
ið at gera fótbóltsvøllin
gongur
væl,
og
vit
roknað heilt vist við,
at tíðarætlanin heldur,
sigur Jákup Enni, verk
frøðingur hjá Articon.
Tað hevur verið held
ur meiri av útgrevstri
enn væntað, og tí var
neyðugt við meiri gróti
til útfylling.
- Vit væntaðu við, at
grótið fekst á staðnum.
Men av tí at tað harða
tilfarið ikki var grót,
men harður bláleirur,
var neyðugt at fáa grót
aðrastaðni, sigur Jákup
Enni, sambært Suður
oyarportalinum. – Hesin
spurningurin
er
nú
loystur.
Tvøroyrar Kommuna
hevur keypt økið í
Øravíkarlíð, har Poul
Hansen einaferð skuldi
byggja heilsølu, og úr
hesum økinum verður
grótið
til
arbeiðið
í
Trongisvági tikið.
- Klárt verður at
leggja graslíki á vøllin
einaferð síðst í mars ella
fyrst í apríl mánaði, sig
ur altso Jákup Enni.
Suðuroyggin hevur onki
serstakt tilboð til minnisveik
(Ronnie Midjord, stjóri á
Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi)
Hvalba: Tá bóltfelagið ROYN hevði
aðalfund seinast, varð nevndin
ikki mannað. Tað verður hon
væntandi á eykaaðalfund í kvøld.
Klaksvík: Heðin á Lakjuni
verður helst partur av KÍ-
liðnum í ár. Hann vandi
við liðnum fyrr í vikuni.
Skúvoy: Heldur ikki í dag er
nøkur sigling um Skúvoyarfjørð.
Í gjár var ikki siglt vegna veður.
Fuglafjørður: Kórið Eystanljóð
hevði í gjárkvøldið sína fyrstu
venjing í nýggja árinum.
Kórleiðari er Leif Hansen.
kring landið
Tíðar
ætlanin
heldur
Tað tók sína tíð
Klaksvík Seint í gjárkvøldið eydnaðist tað umsíðir
ídnu og úthaldandi starvsfólkunum á Klaksvíkar
Sleipistøð at fáa trolaran Polarhav á sjógv aftur
LEYSUR
Í allan gjár stríddust menn við at fáa Polarhav leysan. Ikki fyrrenn fram ímóti midnátt eydnaðist hetta