mikudagur 11. januar 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. januar 2012 · Nr. 5
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Luttøkan
við
Shark
Atlantic í fjør var so
mikið góð, at kappingin
verður endurtikin í ár.
Henda
háva-kapp
ingin byrjar 1. februar
í ár og heldur fram til
31. januar næsta ár. Í ár
verður vónað, at veðrið
hilnast betri enn í fjør.
Tann størsti hávurin
varð fingin tann fyrsta
leygardagin í november
í fjør, tá Flemming Gul
laksen saman við Bjarta
Nattestad
Petersen
fingu ein hemara norður
úr Borðuni.
Teir høvdu bara eina
ferð á og tað var rimmar
fast beinan vegin. Teir
bardust við hann i ein
tíma og 40 minuttir, áðr
enn hann kom at borði.
Vektin var 183 kg.
Hesin hemari vísti
seg at vera tann drúgv
asti í kappingini. Bara
ein annar hemari varð
fiskaður. Henda fingu
Heini Weihe saman við
Jóannes Gaard. Hann
vigaði um 100 kg. og
kundi sostatt tí ikki
kappast við risan hjá
Flemmingi.
At kappingin varir
eitt heilt ár skapar eisini
møguleikar hjá monn
um, sum arbeiða partar
av árinum uttanlands og
sigla, at luttaka..
- Tað at kappingin
eisini ferð at koyra um
summarið, kann uttan
iva gera sítt til at útlend
ingar koma at luttaka
enn meira.
Politiski
fylgibólkurin,
ið
fylgir tilgongdini at gera
kirkjulóggávuna føroyska, er
mannaður av nýggjum eftir
valið. Nú fer landsstýris
maðurin, saman við fylgi
bólkinum, at leggja lunnar
undir tilgongdina at gera
uppskotið til lóg um størv í
fólkakirkjuni liðugt.
Ein politiskur fylgibólkur,
umboðandi allar flokkar á
tingi, hevur fylgt við arbeiði
num at gera alla kirkju
lóggávuna føroyska. Lands
stýrismaðurin hevur heitt
á flokkarnar á tingi um at
velja limir í fylgibólkin av
nýggjum eftir valið, og limir
nir eru nú hesir:
Jacob Vestergaard fyri
Fólkaflokkin
Jóna
Mortensen
fyri
Sambandsflokkin
Henrik Old fyri Javnaðar
flokkin
Jógvan
Skorheim
fyri
Sjálvstýrisflokkin
Sirið Stenberg fyri Tjóð
veldi
Poul Michelsen fyri Fram
sókn
Jenis av Rana fyri Mið
flokkin
Landsstýrismaðurin fer
í næstum at ráðføra seg við
politiska
fylgibólkin
um
uppskotið til lóg um størv í
fólkakirkjuni, sum er komið
væl áleiðis.
Lógin er um øll embæti í
fólkakirkjuni, alt frá sóknar
prestaembætum til mongu –
oftast óløntu – uppgávurnar,
ið kirkjufólk røkja.
Umframt
politiska
fylgibólkin er ein kirkjuligur
fylgibólkur, við umboðum
fyri
kirkjuligu
myndug
leikarnar, prestafelagið og
felagið fyri kirkjuráðslimir,
ið hjálpir til við arbeiðinum
at gera kirkjulóggávuna før
oyska.
Politiska endamálið við
at
gera
kirkjulóggávuna
føroyska er ikki einans at
gera reglur, ið hóska væl
til føroysk viðurskifti, men
eisini at finna breiðar, trygt
grundaðar semjur um viður
skiftini hjá kirkjuni.
Landsstýrismaðurin fer
tí nú at samskifta við fylgi
bólkarnar um ymisk evni,
áðrenn lógaruppskotið verð
ur lagað til. Síðan fer upp
skotið til almenna hoyring
og verður í samstarvi við
fylgibólkarnar rættað enda
liga til eftir hoyringina.
Uppskotið verður vænt
andi
lagt
fyri
tingið
á
ólavsøku.
»Korall koral -ein babyopera«
er ein framførsla skapt til
børn frá 0 til 3 ár og tey
vaksnu, sum varða av teim
um. Ljóð úr einum fram
førslutjaldi
vekir
teirra
áhuga, og har inni hoyrist
tónleikur og sangur á ljóð
førum, sum eru smíðað til
hetta høvið. Sýningin varir
einar 20 minuttir, og eftir
sýningina sleppa børn og
vaksin sjálvi at royna rúm
og ljóðføri.
Tónasmiðjur er norska
Maja Ratjke, sum er heims
kend fyri sínar kanningar
av
møguleikunum
hjá
menniskjarøddini. Vit for
ma ljóð til talu og sang í
musikalskum leiki. Og høvi
verður at leika á ljóðførunum
eftir framførsluna.
Framførslan er skapt av
bólkinum
Dieserud/Lind
gren í samstarvi við “Den
Norske Opera og Ballett”
og
“
Riksteatret”.
Frum
framførslan var í juni 2009
í Norsku Operuni í Oslo.
Síðani tá, hevur framførslan
verið nógv umbiðin, fleiri
enn 260 framførslur hava
verið í Noregi, og yvir 10.000
áskoðarar hava sæð operuna.
Dieserud/ Lindgren skapa
framførslur, har børn og
vaksin standa á jøvnum føti
í upplivingini. Har er einki at
greiða frá, og einki at skilja.
Hanne Dieserud og Christina
Lindgren hava gjørt tríggar
leikir til børn 0-3 år.
Á heimasíðuni www.baby
opera.no ber til at síggja
fleiri videoklipp, myndir og
fáa nærri kunning.
Almennar
sýningar
verða leygardagin 28. janu
ar og sunnudagin 29. januar
kl. 10.00, 11.00 og 15.00.
Atgongumerki fáast á www.
nlh.fo, í Norðurlandahúsi
num og í Kunningarstovu
num.
Sýningar til vøggustovur
verða: Mánadagin 30. januar
kl.
9.00,
10.00
og
14.00.
Týsdagin 31. januar kl. 9.00,
10.00 og 14.00
Pinkubarnaopera í
Norðurlandahúsinum
OPERA Framførslan Korall Koral er skapt av bólkinum Dieserud/
Lindgren saman við norsku operaina og Riksteatret, og hevur
verið spæld tvær sesongir í Operaini í Oslo eins og á turné,
meir enn 260 sýningar higartil. Nú kemur hon til Føroyar
Politiski
fylgibólkurin
nýmannaður
Fara
aftur á
háva
veiðu
í ár