mikudagur 11. januar 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 11. januar 2012 · Nr. 5
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
men objektiv kriteriir, sum
liggja til grund fyri býtinum,
er eingin ivi um, at Føroya
skulu hava nógv meira enn
7% av heildarkvotuni av
makreli í okkara part, sigur
fólkatingsmaðurin.
Hann heldur tað eisini
vera sera positivt, at málið
kom til viðgerðar í Norð
urlandaráðnum hin 3. no
vember 2011, har eitt upp
skot, sum mælti pørtunum
- Danmark/ES, Íslandi, Før
oyum og Norra - til at finna
eina semju, varð samtykt.
– Hetta uppskot segði,
at ein semja ikki bara skal
byggja á søgulig tøl, men eisni
á “udbredelsen af bestanden
over tid, på nye vandr
ingsmønstre og på betyd
ningen for kystlandene...”
Eitt trupult mál
Sjúrður Skaale vísir á, at tað
trupla hjá okkum - og ikki
minst hjá honum sjálvum -
er, at Danmark, sum partur
av ES, er mótpartur hjá Før
oyum í hesum máli.
– Eg havi havt fundir
við allar viðkomandi ráð
harrar
um
málið,
bæði
forsætisráðharran,
Helle
Thorning-Schmidt, europa
ráðharran, Nicolai Wammen,
uttanríkisráðharran,
Villy
Søvndal og serliga við fiski
málaráðharran, Mette Gjer
skov.
Fólkatingsmaðurin sigur,
at hann hevur greitt frá
støðuni úr einum føroyskum
sjónarhorni, og hann hevur
gjørt greitt, at hetta mál eisini
kann gera tað trupult hjá
honum at stuðla stjórnini.
- Hetta havi eg eisini sagt
alment, eitt nú undir 1. viðgerð
av donsku fíggjarlógini hin
10. november, tá eg vísti á, at
Føroyar í 1973 valdu at standa
uttan fyri ES, og at vit tískil
ynsktu sjálvi at samráðast
um
handilsavtalur
og
fríhandilsavtalur við onnur
lond. Onnur lond eru eitt nú
ES og harvið Danmark. Tí eru
vit nú mótpartar í ógvuliga
truplum
og
beinhørðum
samráðingum
millum
Ís
land,
Føroyar,
Noreg
og
ES um, hvussu hesin bú
skaparliga
týdningarmikli
makrelstovnurin skal býtast
millum londini.
Í røðu síni vísti Sjúrður
á, at tvey ár í slag eru sam
ráðingarnar
slitnaðar
úrslitaleysar, og londini hava
ásett sær sínar egnu kvotur.
– Hetta hevur ført til
bæði boykot og uppsøgn av
fiskiveiðiavtalum – og í ár
sita føroysku samráðingar
umboðini
og
samráðast
undir hóttanum um boykott
um, at um vit ikki ganga við
til eina avalu, sum ES meinar
er rímilig, fer ES at frema
”deciderede sanktioner mod
Færøerne...”, sum fólkatings
maðurin tók til.
Sjúrður Skaale legði í røðu
síni aftrat, at í Føroyum halda
vit avgjørt ikki, at ES-krøvini
eru rímilig, tvørturímóti.
– Hetta er revolvara
diplomati við hóttanum um
revsitiltøk, sum vit uppliva
frá ES, og fólkarættarliga er
hetta eisini á markinum fyri,
hvat hildið verður at vera ”god
skik”, sum fólkatingsmaðurin
tók til.
Ein løgin støða
Sjúrður
Skaale
ásannaði
í røðuni við 1. viðgerð av
donsku fíggjarlógini, at støð
an er eitt sindur undarlig.
– Eg eri valdur av føroysk
um veljarum, men stuðli eina
danska stjórn, sum kanska
– um ES – vil verða við til
at fremja revsitiltøk móti
Føroyum í einum máli, sum
bæði hevur vitalan týdning
fyri okkara búskap, og har
hvørt eitt einasta menniskja
í Føroyum heldur, at tað
eru vit, sum hava rættin
og rímiligheitina á okkara
síðu. Onkur hevur spurt,
um støðan er haldbar, og um
mín stuðul til stjórnina er
uttan treytir. Tí vil eg gjarna
nýta hetta høvi – av hesum
stað – at eg vil ikki hótta við
nøkrum sum helst. Føroyar
og Danmark eru mótpartar
í hesum máli, og tað eru vit,
tí Føroyar hava valt sínar
egnu leiðir. Sjálvandi er
hetta ikki lætt fyri nakran
av pørtunum. Mín atkvøða
í fólkatinginum kann sjálv
andi ikki brúkast til hvat
sum helst, tá eg eri valdur í
Føroyum til at taka mær av
føroyskum áhugamálum.
Og Sjúrður Skaale legði
aftrat:
– Men jeg vil ikke ”black
maile” på nogen måde.
Hann segði eisini, at hann
hevur havt fundir við fleiri
ráðharrar, sum hava sagt, at
tey frá danskari síðu vilja
gera alt fyri at finna eina
diplomatiska loysn, og at tey
- um spurningurin um revsi
tiltøk verður aktuellur – fara
at gera sína ávirkan galdandi,
soleiðis at atlit verða tikin til
allan ríkisfelagsskapin.
– Tað er hetta, sum eg
haldi meg til í fyrsta umfari,
segði Sjúrður Skaale, fólka
tingsmaður.
Uppskotið, sum gevur
heimild til revsitiltøk móti
eitt nú Føroyum, um eing
in avtala fæst í lag millum
strandalondini um makrel
býti, er ikki endaliga sam
tykt enn, men endaligar sam
ráðingar verða um hetta í
Bergen hin 25.-27. januar. Um
uppskotið verður endaliga
samtykt, er ikki greitt, júst
hvussu heimildirnar skulu
brúkast
vilmund@sosialurin.fo
Edmund kemur eisini
við sínum
Beint fyri deadline í dag fingu vit sjónarmiðini hjá
hinum fólkatingsliminum, Edmundi Joensen, um
makrelmálið við atliti til møgulig revsitiltøk móti
Føroyum.
Edmund Joensen fer eisini at fáa pláss fyri sínum
sjónarmiðjum í Sosialinum, og tey fara vit at venda
aftur til í fríggjadagsblaðnum.
Tað verður í døgunum hin
25.-27. januar, at endalig
støða verður tikin um
møgulig revsitiltøk móti
Føroyum og Íslandi
Mynd: Vilmund Jacobsen