Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. januar 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. januar 2012 · Nr. 5 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Sjúrður Skaale, fólka­tings­ maður, ið er millum teirra, sum dúgliga hevur ført før­ oysku sjónarmiðini fram, vænt­ar ikki, at útlitini til semju millum strandalondini eru serliga góð, tá ES og Noreg bert vilja tilluta Føroyum um­leið 7% av heildarkvotuni av makreli. Tað var í desember, at eitt uppskot varð lagt fyri ráðharraráðið í ES, sum heimilar ES at revsa lond, ið ikki fiska burðardygt. Tað er eingin loyna, at talan er um Føroyar og Ísland, sum hetta snýr seg um. – Tað er heldur eingin loyna, sigur Sjúrður Skaale, at tað mest eru Skotland, Ír­land og Háland, sum streingja á fyri at fáa hetta samtykt. Fólkatingsmaðurin vísir á, at tá uppskotið kom á skrá hin 15. desember, var tað rætti­liga óvæntað. – Tað stóð ikki á upp­runa­ ligu skránni fyri fundin, men kom undir punktinum evnt., og hetta var uttan iva eftir trýsti frá nevndu londum. Sjúrður vísir á, at uppskotið er ikki ein ”sank­ tión” í sær sjálvum, men upp­ skotið gevur ES heim­ildina at fremja revsitiltøk. Tað sentrala í uppskot­in­ um er hetta (og vit endurgeva beinleiðis úr tekstinum): ”Kommissionen under­ streg­er i forslaget, at tiltag fra EU’s side skal være i over­ ensstemmelse med inter­ natio­nale handelsregler, i særdeleshed WTO-aftalen. Tiltag skal endvidere være baseret på objektive kriterier, samt være retfærdige og om­kostningseffektive. End­ videre må tiltagene ikke dis­kriminere mellem lande, hvor de samme forhold gør sig gældende. Før eventuelle sanktions­ ti­ltag iværksættes, lægg­er forslaget op til, at de tredje­ lande, som tiltaget er rettet imod, får anledning til at kommentere Kommissi­ on­ens påstande, samt nå at kor­rigere deres ageren før eventuelle tiltag iværk­ sættes. Og lagt verður aftrat, at til­tøkini fevna um: • identifikation af lande, som tillader ikke-bære­ dygtigt fiskeri, • identifikation, hvor på­ krævet, af specifikke far­ tøjer eller flåder som skal være genstand for tiltag, • importrestriktioner for fisk og fiskeprodukter fra den specifikke be­ stand, som ikke for­valt­es bæredygtigt af tredje­ landet, fanget under an­svar af pågældende tredje­land, • importrestriktioner på associerede fiskearter og fiskeprodukter herfra, det vil sige fisk, der er fanget i forbindelse med udøvelse af fiskeri på den specifikke bestand, som ikke forvaltes bæredygtigt af tredjelandet, • begrænse adgang til havne, samt mulighed for servicering i havne for disse fiskerfartøjer, • forbud mod at EU-opera­ tører kan købe eller sælge fartøjer, der er under flag af det pågældende tredjeland, • forbud mod at udflage et EU-fiskerfartøj til på­ gældende tredjeland, • forbud mod at med­lems­ stater tillader indgåelse af charteraftaler med økonomiske operatører fra det pågældende tredje­land samt leaser kvoter fra statsborgere i på­gældende tredjeland, • forhindre at fartøjer (og redskaber) under flag af en EU-med­lems­ stat anvendes til det pågældende ikke-bære­ dygt­ige fiskeri, • forbud mod at indgå i fælles fisketogter med fartøjer fra pågældende tredjeland. Hart og órímiligt Sjúrður Skaale, fólka­tings­ maður, heldur, at uppskotið um revsitiltøk tykist hart, sam­stundis sum tað eftir hans­ara tykki eisini er órími­ ligt. – Eg havi sjálvur kalla hetta fyri ”revolvaradiplomati”, men tað góða fyri Føroyar er, at møgulig revsitiltøk eftir uppskotinum ikki fara yvir í aðrar sektorar. Soleiðis kann fyriliggjandi uppskot ikki brúkast til tess at raka føroyska útflutningin av eitt nú saltfiski og laksi til ES. Hann leggur aftrat, at veruleikin er, at Føroyar longu eru raktar av landingarbanni orsakað av hesum máli. – Tað er eisini positivt, at Føroyar skulu hava høvi at kommentera pástandirnar hjá ES-kommissiónini, tí sann­leikin er, at Føroyar hava eina sera góða sak. Um tað ikki bara er makt, Slagið um makrelin stendur í Bergen um 14 dagar Uppskotið, sum gevur heimild til revsitiltøk móti eitt nú Føroyum, um eingin avtala fæst í lag millum strandalondini um makrelbýti, er ikki endaliga samtykt enn, men endaligar samráðingar verða um hetta í Bergen hin 25.-27. januar. Um uppskotið verður endaliga samtykt, er ikki greitt, júst hvussu heimildirnar skulu brúkast - Uppskotið er ikki ein ”sanktión” í sær sjálvum, men uppskotið gevur ES heimildina at fremja revsitiltøk, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður