Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. januar 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 11. januar 2012 · Nr. 5 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Sambýlið á Tvøroyri, sum fór rættiliga illa í ódnini 25. novem­ber, verður ikki bygt upp aftur. Tað hevur Tvøroyrar Bý­ ráð nú samtykt og tey boð­ini fara nú norður til Al­man­na­ málaráðið. Tvøroyrar Býráð vil held­ ur hava tryggingina útgold­ nað so at hon kann brúkast til onnur endamál. Húsið er mett at kosta 2,2 milliónir at byggja upp aft­ur, men vil Býráðið heldur hava trygg­ingarpengarnar út­ goldnar, er tryggingin sinnað at rinda 1.320.000 krónur, tí tað ber ikki til at fáa fult met­ing­arvirðið útgoldið. Býráðið hevur gjørt av at taka av hesum seinna møgu­ leika­num. Men í býráðnum eru tey sam­stundis samd um, at pen­ing­urin skal brúkast til okkurt annað endamál á eldra­øki­num. Í býráðnum verður eisini víst á, at fakfólkið, sum hava havt við sambýlið at gera, hava mælt frá at at byggja heim­ið upp aftur, sum tað var, tí tað var ikki serliga væl hósk­andi til endamálið. Í býráðnum á Tvøroyri staðfesta tey, at eldrarøktin er ein landsuppgáva. Men tá ið landið misrøkti hesa skyldu­na, hava bæði Tvør­ oyr­ar Kommuna og nógvar aðr­ar kommunur av berari væl­vild tikið um endan og hava bygt sambýli og ellis- og røktarheim. Men tað einasta, tey hava fing­ið burtur úr, er, at komm­un­ ur­nar hava sloppið lands­ myndug­leikunum undan eini stórari ábyrgd. Trumlað niður Býráðslimir vístu eisini á, at serliga nú er ongin or­søk hjá kommununum at átaka sær eina ábyrgd, sum landið eigur, tá ið hugs­að verður um, hvussu land­s­myndug­ leik­ar­nir ”trumla” Suðuroyar Ellis- og røktarheim niður við ovurstórum sparingum við teirri avleiðing, at helt nógv starvsfólk hava mist starv­ið. Býráðslimir førdu eisini fram, at ætlanin er at leggja eldraøkið undir kommun­ur­ nar at umsita og samstundis ligg­ur ein kommunu­saman­ legg­ing fyri stavn. Og sum umstøðurnar eru beint nú, halda býráðslimir á Tvør­oyri samanumtikið ikki, at tað er nøkur orsøk hjá teim­um at byggja sambýlið upp aftur. Tey vísa eisini á, at tað tæn­ir ikki sínum endamáli at byggja sambýlið upp aftur, tí eitt sambýlið er ætlað fólk­ um, sum klára seg sjálvi við ein­um sindri av hjálp. Men veruleikin er, at Sambýlið á Tvøroyri og nógv onnur sambýli, eru røktar­heim burturav og tískil tæn­ir tað ikki endamálinum at bygg­ja sambýlið upp aftur. Í býráðnum á Tvøroyri vísa tey eisini á, at í fleiri ár hev­ur politiska ætlanin hjá lands­myndugleikunum verið at endurskoða eldraøkið. Tí eru tey ikki sinnað at fara undir eina fyribils loysn, men vilja heldur arbeiða við eini langtíðarloysn. Tvøroyrar býráð er heldur sinn­að at brúka trygg­ing­ar­ upp­hæddina til onnur enda­ mál á eldraøkinum, eitt nú eldra­íbúðir, lutaíbúðir ella okkurt sovorðið. Tey fara nú at tosa við Húsa­láns­grunnin fyri at vita, hvat hann kann luttaka í, vissi kommunan setir trygg­ in­g­ar­upphæddina fyri Sa­m­ býl­ið og grundstykki í eina slíka ætlan. Selja stykkið Samstundis hevur Tvøroyrar Býráð eisini samtykt, at grund­stykkið har sambýlið stóð, verður nú selt við tí, sum er eftir av sambýlinum. Keyparin skal so antin taka restina av sambýlinum nið­ur, ella byggja sær nýggj hús á grundina. aki@sosialurin.fo Enn er óvist, nær sem­ ings­menn­inir báðir, Petur Joensen og Petur Zacharia­ sen, fara undir royndin at fáa semju í sáttmálatrætuni ímillum tey fýra stóru fak­ feløg­ini á almenna arbeiðs­ mark­nað­i­num øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommu­nala Arbeiðs­gevara­ felag­ið hinumegin. Tey fýra fakfeløgini eru Starvsmannafelagið, Peda­ gog­felagið, Lærara­felag­ið og Havn­ar arbeiðsmannafelag og samráðingarnar ímill­um tey øðrumegin og hinu­meg­ in, slitnaði beint fyri jól. Síðani eru partarnir samdir um at tað skulu verða teir báðir, Petur Joen­ sen, stjóri á Jarðfeingi og Pet­ur Zachariasen, lekt­ari í Hagfrøði á Fróð­skapar­setri­ num, sum skulu royna at fin­na semju ímillum part­ ar­nar. Eftir at semingsmenninir eru komnir upp í, hava fak­ feløg­ini ongar við­merk­ing­ ar yvirhøvur til sam­ráð­ing­ ar­nar. Tey hava heldur ongar viðmerkingar til, hvat tey halda, at sáttmálin, sum Maskin­meistararnir gjørdu við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðs­gevara­ felag­ið leygarkvøldið, er verd­ur. Men Petur Zachariasen sig­ur við Sosialin, at teir hava brúkt hesar síðstu dagar­nar at tosa við part­ ar­nar hvør sær og tað fara teir helst eisini at brúka eina ávísa tíð afturat upp á. Hann staðfestir, at tað eru nógv viðurskifti, sem­ ings­menninir skulu kunna seg um, bæði í sáttmálum, ser­sátt­málum og krøvum og sjónarmiðjum hjá teim­ um ymsu pørtunum. Teir teir føla, at teir eru nóg væl kunnaðir, fara teir at meta um støðuna og so verða partarnir kallaðir sam­an. Tí dugir hann ikki beint nú at siga akkurát nær sjálv sem­ings­royndin verður. Tað kann verða nú um viku­skiftið, men tað er líka sann­líkt, at tað ikki verður fyrr­enn í næstu viku. Tá ið ódnin herjaði landið 25. november, fór øll yvirtromin oman av sambýlinum á Tvøroyri og tey fimm búfólkini vórðu flutt burtur í skundi. Tey vórðu flutt á Suðuroyar Sjúkrahús, men síðani vórðu tey flutt á Harmagarð, sum er nýggja ellis- og røktarheimið í Vági og har tey hava verið síðani. Avtalað er gjørd um at tey kunnu vera á Hamragarði til 1. februar og kommunan hevur satykt at rinda fyri tey til tá. Men sum tað sæst í hinari greinini, hevur Tvøroyrar Kommuna staðfest, at talan er ein ábyrgd, sum landið eigur og at sambýlið verður tískil ikki bygt uppaftur. Sostatt er óvist, hvussu verður við hesum fólkunum eftir 1. februar. Býráðið á Tvøroyri hevur ikki tikið støðu til, um tey fara at gjalda fyri hesi fólkini eftir 1. februar. Á býráðsfundinum á Tvøroyri varð eisini nevnt, at ein framtíðarloysn kundi verið, at Nærverkið flutti fólkini á Suðuroyar Ellis- og røktarheim, har pláss eru tøk við tað, at seks tvíkømur eru gjørd til einmanskømur. Sostatt standa seks sengur tómar á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi. Byggja ikki sambýlið á Tvøroyri upp aftur ÓVISS LAGNA Framtíðin hjá fólkunum, sum mátti flytast av sambýlinum á Tvøroyri í ódnini í november, er óviss eftir at Tvøroyrar býráð samtykt í gjárkvøldið, at sambýlið verður ikki bygt upp aftur Tvøroyrar Býráð vil heldur hava tryggingina útgoldnað so at hon kann brúkast til onnur endamál. Í býráðnum eru tey samstundis samd um, at peningurin skal brúkast til okkurt annað endamál á eldraøkinum. 5 fólk Óvist nær semingsroyndin verður ONKI SAMBÝLI Tvøroyrar Býráð staðfestir, at eldrarøktin er ein landsuppgáva og tí hevur Tvøroyrar Býráð samtykt, at sambýlið, sum fór í november ódnini, verður ikki bygt uppaftur Mynd: Erik Christensen