mikudagur 11. januar 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. januar 2012 · Nr. 5
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
– Man verður meiri taktiskur,
tá kapping ikki er hørð, og man
ikki verður pressaður. Man er
heilt einfalt ikki líka svakur, sum
tá man kappast um fyrstaplássið.
Eg kann róliga siga, at eg havi
verið troyttari eftir 2000 metrar,
enn eg var til NM.
Torstein greiðir frá, at innan
durarógving er sera hørð uppá
allar mátar – bæði kroppsliga og
mentalt. Seinasta teinin er orkan
uppi, kroppurin vil ikki meiri, og
tað er bara viljin, sum ber teg
ígjøgnum. Mentala venjingin er
tí eins týdningarmikil, sum tann
kroppsliga.
– Tað ræður um at halda seg til
avtalurnar og hugsa positivt. Eg
royni bara at siga mær sjálvum,
at »nú er einki eftir á mál, so eg
má halda út«, greiðir hann frá
HM í inniróðri
Um alt gongur sum ætlað, so
fer Torstein bæði til HM og DM
innan stutta tíð. RSF skipar
nevniliga fyri úttøkukapping til
HM leygardagin, og Torstein er
ein av absoluttu favorittunum at
koma við til Boston í februar at
kappast um heimsmeistaraheitið.
Hann ætlar sær eisini at luttaka
í DM.
Torstein vil tó ikki siga nógv
um vánirnar at fáa fleiri gull
heiðursmerki.
– Man fær so lítið at vita um
tilmeldingartíðirnar hjá teimum,
sum man skal rógva ímóti, so tað
er vónleyst at siga, sigur hann.
Kári Brattaberg leggur aftur
at, at dreingir um 15,16,17 ára
aldur kunnu taka seg so øgiliga
nógv fram upp á stutta tíð, so
tað er mestsum ógjørligt at siga
frammanundan,
eisini
hóast
tíðirnar verða almannakunn
gjørdar.
Men tað ræðir ikki Torstein.
– Eg veit ikki um eg vinni. Tað
er ikki vist, at eg vinni. Men eg
SKAL vinna.
Venjingin
Kári Brattaberg, sum sjálvur
hevur róð í nógv ár, hevur lagt
venjingarætlanina hjá Torsteini
til rættis. Hann greiðir frá, at
venjingin er bygd á ta venjingar
ætlanina, sum danski rógvarin
Steffen Mølvig, gav teimum um
borð á Vestmenningi í fjør.
Kári greiðir frá, at venjingin
hevur verið sera hørð, og Torstein
hevur vant nógv seinastu mán
aðirnar. Einar tveir tímar fimm
ferðir um vikuna.
– At rógva í maskinu er perfekt
fyri ein so stóran drong, sum
Torstein. Hann er langur, um 1,90
metur, og tað er ein fyrimunur í
maskinunum.
– Men hann hevur sanniliga
eisini ein sterkan vilja. Eg havi
bara givið honum venjingarætl
anirnar, men hann ger jú sjálvur
av, hvussu nógv hann leggur í
hvørja venjing. Tað fái eg ikki
gjørt fyri hann.
Kári leggur dent á, at góðu
úrslitini eru eitt einmansavrik.
– Hann hevur hæddina við
sær, og hann megnar at halda
avtalurnar - eisini undir trýstið.
Tað eru stórir fyrimunir í inni
róðri. Men sterki viljin er uttan
iva størsta styrki Torsteins, held
ur Kári Brattaberg, venjari.
í meldrinum
Fakta um nýggja
NM vinnaran í inniróðri:
Navn: Torstein Paulason Brattaberg
Aldur: 15 ár - verður 16 20. januar
Skúli: 9. flokkur í Vestmanna skúla
Foreldur: Pauli T Petersen og Barbara Brattaberg
Ítróttur: Rør við Junkaranum í dreingjaróðrinum, og hevur spælt
hondbólt við VÍF, men beint nú savnar hann seg bara um
inniróðurin, sum hann hevur vant síðani august.
Heiðursmerki:
Gjørdist í 2011 nummar 3 í dreingjaróðrinum við Junkaranum
(hetta var fyrsta árið eftir barnaróðurin)
Vann í 2011 DM í inniróðri fyri dreingir 15 ár
Vann í 2012 NM í inniróðri fyri dreingir 15 ár
Komandi kappingar:
Skal komandi leygardag kvalifisera seg til HM
Skal til DM fyri dreingir 16 ár í inniróðri í januar
Skal vónandi til HM í inniróðri í februar
Skal til FM í inniróðri í februar
Skal í summar rógva við dreingjamanningini hjá Junkaranum
– Sterki viljin er uttan iva
størsta styrki Torsteins, heldur
Kári Brattaberg, venjari
Mynd: Álvur Haraldsen