mikudagur 11. januar 2012síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mikudagur 11. januar 2012 · Nr. 5
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
í meldrinum
Kundu verið suveren rógvitjóð
– Føroyar kundu verið ein suveren
róðrartjóð. Bæði føroysku konu
fólkini og mannfólkini klára seg
serstakliga væl í útlendskum
kappingum, og danskarar eru
villir eftir føroyskum rógvarum.
Tað sigur Kári Brattaberg, sum
er venjari hjá Torsteini P. Bratta
berg.
– Tað er ein heilur hópur av
ungum føroyingum, sum eru stór
talent innan innandurarógving.
Tað eru fleiri, sum kundu komið
heilt langt, um tey fingu møgu
leika at royna seg uttanlands.
Men Tað er dýrt at fara avstað
– ferðaseðilin og uppihaldið fyri
rógvara og venjara ella hjálpara
er ikki bíligt, so tað eru uttan iva
mong, sum setast aftur av fíggjar
ligum áðum. Og tað er stórt spell,
at ferðaseðlaprísurin skal forða
okkara talentum at náa málinum,
heldur Kári Brattaberg, sum hev
ur vant Torstein P. Brattaberg síð
ani august.
– Í Danmark hava
tey sagt, at um bert
føroysku rógvararnir
koma til Danmarkar,
so skulu tey nokk
taka teir undir hond.
Men tað er dýrt, og
tað er torført at finna
stuðlar.
Torstein
hevur
fingið
fleiri
ymsar
stuðlar, sum rinda eitt
sindur í part, og hann
hevur eisini fingið hjálp frá
Vestmannar Kommunu.
Róðrarsambandið hevur
ásannað, at talenthópurin í
Føroyum er serstakliga stórur,
og teir royna at arbeiða fyri
ungu, evnaríku rógvarunum.
Millum annað skipar RSF í
ár fyri eini úttøkukapping
til HM. Men tað er sera dýrt,
og RSF er ikki eitt felag við
stórari fíggjarligari orku.
eydna@sosialurin.fo
Torstein P. Brattaberg
(vinstrumegin) heldur at nógva,
harða og einsliga venjingin, saman
við venjaranum Kára Brattaberg,
avgjørt hevur givið úrslit
Mynd: Álvur Haraldsen