mikudagur 11. januar 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. januar 2012 · Nr. 5
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eg skal vinna
15 ára gamli Torstein Paulason Brattaberg úr Vestmanna er, umframt at vera
danmarksmeistari, nú eisini norðurlendskur meistari í inniróðri. Hóast sín unga
aldur hevur hann sett sær høg mál, og nú ætlar hann sær at bjóða heimsins
bestu av. – Viljin er hansara størsta styrki, sigur venjarin Kári Brattaberg
Eydna Skaale
Hann er danmarksmeistari frá
2011. Hevur júst vunnið norður
landameistaraheitið. Ætlar sær
at bjóða teimum stóru av í heims
meistarakappingini, sum verður
í Boston í februar, og skal eftir
tað luttaka í DM. Síðani verð
ur FM í inniróðri, og so er tíð at
fyrireika seg til føroyska kapp
róðurin, har hann skal luttaka
í dreingjaróðrinum við Junkar
anum.
Torstein Paulason Brattaberg
liggur ikki á løtu síðuni. Hann
ræðist ikki avbjóðingar, og hann
er ikki bangin fyri at seta sær høg
mál.
Venja fyri at vinna
– Hetta er 4. árið, eg rógvi. Eg
havi róð barnaróður í 2 ár, og í
fjør luttóku vit fyri fyrstu ferð í
dreingjaróðrinum. Mær dámar so
sera væl kappróðurin, tí saman
haldið er so gott, og eg haldi tað
vera stuttligt at vera til kappingar,
greiðir Torstein frá.
Men sum so mangir aðrir før
oyskir rógvarar, so er Torstein
eisini farin at rógva á maskinu í
vetrarsteðginum.
– Inniróðurin er nakað heilt
annað enn at rógva í báti. Tað er
ein einstaklingaítróttur, sum kann
metast við svimjing ella súkkling.
Tá hevur tú bara teg sjálvan at
hugsa um, vísir hann á.
Hann hevur áður spælt hond
bólt eisini, men nú er tað bara
pláss fyri rógvingini, tí venjingin
krevur so nógv. – Eg vil bara
rógva, staðfestir hann stutt og
greitt.
Men tað krevur nógv at venja
einsamallur í maskinunum alt
heystið og allan veturin.
– Tað kann vera ringt at trýsta
seg sjálvan, og onkuntíð hevur
hugurin ikki verið tann besti at
venja. Men tú kemur ikki langt
við at vera dovin – man má venja
fyri at vinna, slær Torstein fast.
Hann heldur eisini, at stórar
kappingar sum NM, HM og DM
eru ein sera góð gularót. Og
Torstein hevur heldur ikki hugsað
leingi um, hvørt hann skuldi lut
taka ella ikki.
– Tá eg hoyrdi um NM kapp
ingina, vildi eg beinanvegin sleppa
til hana. Eg taki allar avbjóðingar,
sum eru.
Torstein heldur ikki, at støðið
á innandura róðrinum í Føroyum
er so høgt, sum tað kundi verið.
Tað eru nakrir einstaklingar,
sum klára seg fantastiska væl,
men inniróðurin verður kanska
ikki heilt sæddur sum ein verulig
ítróttargrein enn.
– Nógvar manningar byrja
ikki at venja í maskinunum fyrr
enn nú, so tað eru ikki harðar og
eksplosivar venjingar á skránni
enn. Hugburðurin til innan
duraróðurin tykist vera, at tað
bara er eitt undanstig til at fara í
bátarnar. Tí er tað rættiliga eins
ligt at venja um heystið og vet
urin, sigur Torstein.
Men nógva, harða og einsliga
venjingin, saman við venjaranum
Kára Brattaberg, hevur avgjørt
givið úrslit.
Eingin serlig kapping
Torstein var nevniliga heili 10
sekund frammanfyri nummar
tvey á NM kappingini farna viku
skifti. Tað vóru 19 rógvarar við,
og hann var í tí seinna heat'inum.
Besta tíðin í fyrra heat'inum var
yvir 7 minuttir, og besta tíðin
hjá Torsteini er 6.36. Tí var einki
trýst á honum, tá hann settist
í maskinuna. Hann skuldi bara
syrgja fyri at hava kappingar
neytarnar aftanfyri seg, so var
gullið heima.
– Fleiri av teimum, sum eg róði
ímóti, spurtaðu avstað beinan
vegin og vóru langt frammanfyri
meg. Men eg helt meg til avtal
urnar, sum eg og Kári høvdu gjørt,
og legði ikki alt ov hart út. Tá
1000 metrar vóru eftir, vóru teir
langt frammanfyri meg, greiðir
Torstein frá.
Kári bað hann bara taka tað
róligt, tí hann tók støðugt inn
á teir aftur. Og brátt tók hann
fyrstaplássið.
– Tá einir 750-500 metrar
vóru eftir á mál, sá eg, at eg var
50 metrar frammanfyri nummar
tvey, og hinir bara dragnaðu. Tá
avtornaði vann eg við heili 10 sek
undum. Eg kann ikki siga annað
enn, at alt gekk sum ætlað, sigur
lítillætni Torstein.
Hann heldur tó, at vantandi
kappingin móti endanum heilt
víst ávirkaði endaligu tíðina, sum
kundi havt verið enn betri, um
kappingin var harðari.
í meldrinum
Torstein Paulason Brattaberg:
– Tá einir 750-500 metrar vóru eftir á mál, sá eg, at eg
var 50 metrar frammanfyri nummar tvey, og hinir bara
dragnaðu. Tá avtornaði vann eg við heili 10 sekundum.
Eg kann ikki siga annað enn, at alt gekk sum ætlað
...framh. s6