mikudagur 11. januar 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 11. januar 2012 · Nr. 5
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rannva G. Fossaberg
Tað hevur stóran týdning,
at størri, útlendskir bólkar
koma til Føroya at hava ráð
stevnur av ymiskum slag, tí
tað er við til at skapa eina
sterkari ferðavinnu og skap
ar inntøkur til landið.
- Royndirnar vísa, at vit
duga væl at fyrireika túrar
til stórar bólkar, sum vilja
halda ráðstevnu í Føroyum,
og tí er umráðandi, at
vit leggja okkum eftir at
marknaðarføra okkum sum
ráðstevnuland, sigur Sús
anna E. Sørensen, ið arbeiðir
við
marknaðarføring
hjá
Visit Faroe Islands. Hetta er
ein deild undir Vinnumála
ráðnum, hvørs endamál er
at menna og marknaðarføra
Føroyar sum ferðamál í
tøttum samstarvi við vinnu
na.
Ráðstevnubólkar eru
týdningarmiklir
Tað eru fleiri orsøkir til, at
peningur og orka eiga at
verða sett av til
at marknaðarføra Føroyar
sum ráðstevnuland:
- Fyrst og fremst er talan
um ein ferðafólkabólk, ið
ferðast uttan fyri háárstíð,
og tað merkir, at gisting
arhús, matstovur og onn
ur hava møguleika at taka
sær av stórum bólkum hesa
tíðina. Harafturat er hetta
ein bólkur, ið leggur nógv
ar pengar eftir sær, sigur
Súsanna E. Sørensen. Sam
bært henni so nýta ferðafólk
av hesum slag nógvan pen
ing upp á tinganest og gávur
av ymsum slag:
- Hetta eru fólk, sum hava
eitt høgt døgnforbrúk, tí
fyritøkurnar, sum tey arbeiða
hjá, seta stórar peninga
upphæddir av til ráðstevnu
túrar og gjalda fyri ferð og
tær vanligu máltíðirnar. Tí
skil síggja vit ofta, at starvs
fólkini nýta rættiliga fitt av
egnum peningi upp á eitt nú
tinganest, sigur Súsanna E.
Sørensen.
Produktið er her
Sambært Súsonnu E. Søren
sen so skulu vit duga betur
at marknaðarføra okkum, tí
Føroyar hava longu tað, sum
ráðstevnubólkarnir krevja,
tá teir fara túrar uttanlands:
- Eg vil siga, at produktið
er her longu, tí vit hava
neyðugu fasilitetirnar. Har
afturat sóu vit so seint sum
í farnu viku, at fyritøkurnar
her heima megna at lyfta
hesa uppgávuna, sigur Sús
anna E. Sørensen og vísir á
dømið við stóru fyritøkuni
Deloitte, ið var á ráðstevnu
túri í Føroyum í seinastu
viku. Tær fyritøkurnar, ið
velja at halda ráðstevnu
í Føroyum, gera tað av
ymiskum
orsøkum,
og
Súsanna E. Sørensen heldur,
at Føroyar kunnu bjóða
upplivingar til øll sløg
av
ráðstevnubólkum.
Summi
vilja
burtur
frá
skrivstovuni
og
gerandisdegnum
og
ynskja at sita í nýggjum
umhvørvi og fundast. So eru
tað eisini tær fyritøkurnar,
sum vilja geva starvsfólk
unum serligar upplivingar
saman:
- Vit hava góð gisting
arhús, matstovur og eitt
stórt
norðurlandahús,
ið
er serstakliga væl egnað
til at halda ráðstevnu í. Til
teir bólkarnar, sum ynskja
serligar
upplivingar
til
starvsfólkini,
kunnu
vit
bjóða túrar úti í náttúruni,
so
sum
síðing,
kaving,
gongutúrar og ymiskt annað,
sigur Súsanna E. Sørensen.
Marknaðarføring
er neyðug
Súsanna E. Sørensen heldur,
at vit eiga at satsa meir upp
á hetta slagið av ferðavinnu
bólkum, tí við rættari mark
naðarføring
kunnu
ráð
stevnubólkarnir hava stóra
ávirkan á samfelagið:
- Høvdu vit havt slíkar
túrar hvønn mánað uttan
fyri háárstíð, hevði tað
skapað fleiri arbeiðspláss
innan
tænastu-
og
flutningsvinnuna. Tað
hevði eisini ført við
sær, at tað komu fleiri
tænastur, sum høvdu
gagnað íbúgvunum
í Føroyum, greiðir
Súsanna E. Sørensen
frá. Skulu Føroyar
hava fleiri fyritøkur
hendavegin,
er
neyðugt við miðvísari
marknaðarføring, tí tað
er stór kapping á ferða
vinnumarknaðinum um
ráðstevnubólkar:
-
Tað
tekur
langa tíð at marknaðarføra
ferðavinnumøguleikar
í
einum landi, tí tað eru nógv
um boðið, so tað ræður um
at gera vart við seg allatíðina.
Men jú fleiri fyritøkur mann
fær til landið, jú lættari fær
mann nýggjar fyritøkur at
koma hendavegin, sigur Sús
anna E. Sørensen, sum held
ur, at samstarv er lyklaorðið
í samband við marknaðar
føring:
- Eitt nú skulu Visit
Faroe Islands og aktørarnir
á føroyska marknaðinum
framhaldandi
leggja
seg
eftir at samstarva og luttaka
á
messum
ymsastaðni.
Hetta er neyðugt, tí út
lendsku fyritøkurnar hava
onga mynd av, hvat tað er,
Føroyar kunnu bjóða sum
ráðstevnuland, sigur Sús
anna E. Sørensen, sum er
bjartskygd um henda ferða
vinnubólk:
- Tær afturmeldingarnar,
sum vit hava fingið frá stór
um bólkum, ið hava verið í
Føroyum og hildið ráðstevnu,
eru generelt ótrúliga góðar.
Vit vita longu nú, at vit meg
na hesa uppgávuna, so tað
ræður um, at vit vísa øðrum,
hvat vit duga, sigur Súsanna
E. Sørensen.
Føroyar skulu
marknaðarførast
sum ráðstevnuland
- Vit hava tað, sum skal til, fyri at vit kunnu marknaðarføra
okkum sum ráðstevnuland. Tað sigur Súsanna E. Sørensen
frá Visit Faroe Islands, sum sær fleiri fyrimunir við
at fáa stórar bólkar til Føroya uttan fyri háárstíð