Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. januar 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. januar 2012 · Nr. 5 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Strandferðslan boðaði tá frá, at Sildberin heldur ikki fekk siglt av Sandi til Skúvoyar sum ætlað vegna veður. Annars eru fleiri túrar á ferðaætlanini hjá Sild­ber­ anum um Skúvoyar­fjørð seinni í dag – teir flestu tó við tilkalling. Men fyri at binda um heilan fingur, hevur Strand­ ferðslan tó sett sum eina viðmerking, at fráfar­ingar­ tíðirnar úr Skúvoy kunnu verða broyttar orsakað av veðri og streymi. Og tað vórðu tær so aftur í gjára­ morgunin, máttu fólk í oynni bara staðfesta enn einaferð. snorri@sosialurin.fo ­ Fyribyrgja anda­liga og kynsliga misnýtslu Sluppu ikki av oynni í gjár Lamba: ”Hvussu stuðlar ein teimum, sum eru rakt av kynsligari ella anda­ ligari mis­nýtslu?” Tað er ein av spurningunum, sum verður viðgjørdur á einum skeið ið Grúgvan í Lamba skipar fyri í næsta mánaði. Higar kemur eystur­ ríkska Karin Roth at halda skeið um hetta evnið. Hennara royndir eru, at hetta eru viðkvom evni, sum tað er neyðugt at ansa serliga væl eftir. Hon er leiðari fyri eini klagu- og hoyringsnevnd í sambandi við kynsliga misnýtslu og harðskap innan fyri katólsku kirkj­una í Salzburg í Eystur­ríki. Fyri at fyribyrgja anda­liga og kynsliga mis­nýtslu, er tað eins um­ráð­andi at umhugsa og við­gera hesi evni opið og erliga, sum tað er at hava greið mørk, sigur hon. Dentur verður tí lagdur á at gera fólk varug við og tilvitað um, hvussu misnýtsla virkar. Á henda hátt kunnu fólk ansa eftir, at hyggja at og uppdaga mekanismurnar, soleiðis at ein kann fyribyrgja hesum. snorri@sosialurin.fo Stadionøkið eigur at verða eitt felags konsept fyri allan býin (Tummas Lervig, KÍ-for­mað­ur í viðmerking við Norðlýsið) Hvalba: Bóltfelagið Royn søkir nú eftir venjara til 2. deild komandi kappingarár. Freistin at søka er 15. januar. Runavík: – Játtanin á fíggjarlógini verður helst tann sama í ár sum í fjør, sigur Blákross-aðalskrivarin, Hjalmar Hansen. Vágur: Barnasandurin í Jómsborg fer nú at byrja aftur. Møtt verður aftur í komandi viku. Cum in ulput velismod min ex eum elendre facin vero deliquam, veliquate faci tat aute exer am ero commod dignim veleseq uipsustrud Klaksvík: Grundtvig gamli er evnið á hugnaløtu í Christianskirkjuni 3. februar. Emil Olsen, sóknarprestur greiðir frá um starvsfelaga sín. Tað vóru ikki bert ólagalig líkindi um Skopunarfjørð fyrrapartin í gjár. Heldur ikki Skúvoyarfjørður var farbarur um morgunin. kring landið SAMBANDIÐ Sildberin hevur røkt farleiðina til Skúvoyar síðani 1979. Mangan er baldrut um Skopunarfjørð Mynd: skulin.fo Fyrrapartin í gjár var aft­ur ólag á siglingini hjá Teist­ anum um Skopunar­fjørð. Hesaferð var orsøkin ikki tekn­iskt brek, men tann nógvi vindurin. Strandferðslan boðaði árla á morgni frá, at Teistin ikki sigldi regluliga teir fyrstu túrarnar á degi. Sagt varð, at túrarnir av Skopun klokkan 08.10 og aftur klokkan 10.30 ikki vórðu sigldir orsakað av ringum líkindum. Teistin var fyrr um morgunin farin sín fyrsta túr á Gomlurætt, men her varð hann liggjandi nakrar tímar fram til klokkan 11.15, tá fyrsti túrurin til Skopunar varð sigldur. Fleiri fólk skuldu til arbeiðis ella á fund í høv­uðs­ staðnum í morgun. Men tað sleppa ikki fyrrenn nakað væl aftaná døgurða. Einki er at siga til, at fólk í Sandoynni so brennandi ynskja sær fast samband um Skopunarfjørð, so veðrið ikki verður ein forðan longur fyri at sleppa fram og aftur til arbeiðis ella annað á megin­ økinum. snorri@sosialurin.fo Teistin slapp ikki frá landi