Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-11, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. januar 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 11. januar 2012 · Nr. 5 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lagt til rættis: Árni Joensen Avlop hjá Royal Greenland Tann almenna grøn­ lendska fiskivinnu­fyri­ tøkan Royal Greenland hevði 79 milliónir krónur í avlopi í fjør eftir skatt, og úrslitið er tað besta tey seinastu fimm árini. Høvuðsorsøkin er sam­bært felagnum, at prísirnir á heims­markn­ aði­num hava verið góðir. Fyri bara tveimum árum síðani hevði Royal Greenland knappar 200 milliónir krónur í halli, og hetta árið noyddist landskassin at seta 250 milliónir krónur í felagið sum nýggjan kapital umframt at lata felagnum aðrar 250 milliónir í láni. Royal Greenland hevur eina skuld upp á tvær milliardir krónur at dragast við, men nevnd­in hevur sett sær fyri at skarva helvtina av skuldini tey næstu árini, sigur grønlendska kringvarpið. Fyrsta valevni komið Í nýggjársrøðu síni róði íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, uppundir, at hann um­ hugar at gevast sum forseti fyri at fáa betri stundir til síni áhugamál. Forsetaval verður í ár, og fleiri tulkaðu orðini, sum at forsetin fer ikki at stilla upp tá, men formlig boð eru ikki komin frá forsetanum enn. Harafturímóti er lítil ivi um, at val verður, tí ein løgreglumaður, sum eitur Jón Lárusson, kunngjørdi um viku­ skiftið, at hann hevur gjørt av at stilla upp á forsetavalinum í summ­ ar. Jón Lárusson, sum er føddur í 1965, hevur javnan gjørt vart við seg í ymsum samfelagskjaki, skrivar Morgunblaðið. SV á minsta­ markinum Í Noregi hevur Sosial­ ist­iski Vinstraflokkurin fingið at kalla somu við­ferð frá veljarunum, síðani hann kom í stjórn, sum Sosialistiski Fólkaflokkurin í Dan­ mark hevur fingið, síðani hann var við til at skipa ta nýggju stjórnina har. Tað hevur gingið støð­ugt afturá hjá báð­ um flokkum, og í Noregi vísir ein nýggj mein­ ingakanning, at hevði val verið til Stórtingið nú, hevði SV ligið á minsta­markinum fyri yvir­høvur at fáa umboð á ting. Eftir kanningini hevði flokkurin fingið 3,9 prosent av atkvøðunum, og við einum tílíkum úr­sliti hevði flokkurin mist 10 av sínum 11 stór­ tingslimum, skrivar Aft­ en­posten. Tað eru ikki bara føroyskir handverkarar, sum leita sær arbeiði í Noegi. Í seinastuni eru nógvir danskir hand­ verk­arar farnir sama veg. Eitt nú hevur fakfelagið 3F í Frederiksborg útvegað fleiri av sínum limum arbeiði í Åle­sund. Tað hevur felagið gjørt í samstarvi við norska felagið Verto, og stjórin har letur væl at. – Vi hava eitt øki, sum er í stórum vøkstri orsakað av frálandavinnuni. Fíggjar­ krepp­an hevur onga ávirk­ an her í Noregi og als ikki í Ålesund. Okkara størsti trupulleiki er í veru­leik­ an­um at fáa nóg mikið av dugna­ligum fólki til tey mongu leysu størvini, sig­ ur Henning Karlsen, stjóri í Verto, við blaðið hjá 3F. Hann leggur afturat, at sum er arbeiða fleiri hundr­ að danir á Ålesund-leiðini. Men marknaðurin er ikki mett­aður, og tørvur er á timburmonnum, elektrik­ar­ um, bilmekanikarum, múr­ arum og øðrum. Norsk hagtøl vísa, at umleið 60.000 fólk resta í á norska arbeiðsmarknaðinum, og at tey leysu størvini eru 10.000 fleiri nú enn fyri ein­ um ári síðani. Eisini danir fara til Noregs at arbeiða Í Danmark ganga nógvir handverkarar fyri einki, tí einki arbeiði er at fáa. Tí er fakfelagið farið at útvega teimum arbeiði í Noregi Cameron vil fram­ skunda fólka­ atkvøðuna um loysing Skotar ætla at hava fólkaatkvøðu um loysing í 2014, men bretski forsætisráðharrin hevur ikki hug at bíða so leingi, tí sum er er meiriluti ímóti at loysa Stjórnin í London umhugsar í hesum døgum eitt uppskot, sum skal geva skotum eitt løgfrøðiligt grundarlag fyri at hava fólkaatkvøðu um at loysa Skotland frá hinum part­inum av Bretlandi. Gongst sum ætlað, verður fólka­atkvøðan í ár ella næsta ár. Forsætisráðharrin, David Cameron, vil fegin hava fólka­atkvøðuna sum skjót­ast, tí eft­ir hansara tykki órógv­ ar tann politiska óvissan skotska bú­skapin. Sjálvur er Came­ron hart ímóti skotskari loys­ing. Meiningakanningar í sein­astuni hava víst, at skotar høvdu atkvøtt ímóti loysing, um fólkaatkvøðan hevði verið nú, og eygleiðarar halda, at Cameron tí roynir at fáa fólkaatkvøðuna á skránna sum skjótast. Skotski fyrsti­vararáð­ harr­in, Nicola Sturgeon, sum er úr tjóðskapar- og loys­ ingarflokkinum SNP, leggur Cameron undir at leggja seg út í skotsk innanhýsismál. Cameron hevur skund Á lokalvalinum í fjør fekk SNP meiriluta í ting­in­um í Edinburgh, og tá lov­aði flokkurin at hava fólka­at­ kvøðu um loysing. Nú er tað Cameron, sum vil hava ferð á málið. – Tað er sera skaðiligt fyri Skotland, tí vinnulívið spyr alla tíðina, um Skotland verður verandi ein partur av Bretlandi ella ikki. Fleiri vilja hava svar, áðrenn teir gera íløgur, segði Cameron við Sky News. Eygleiðarar rokna við, at stjórnin í London fer at ganga við til, at fólkaatkvøðan verð­ ur bindandi, men at hon fer at leggja ávísar treytir við. Ein treyt úr London verð­ ur væntandi, at fólka­at­kvøð­ an skal haldast innan hálvt­ annað ár og ikki í 2014, sum SNP hevur ætlað. Tað er ikki av tilvild, at flokkurin hevur ætlað sær 2014 til ta avgerandi løtuna, tí tá eru 700 ár liðin síðani tann kenda bardagan við Bannockburn, har skotar vunnu ein søguligan sigur á onglendingum. Ein meiningakanning, sum tann óhefti stovnurin British Future almannakunngjørdi mánadagin, vísti, at 54 pro­ sent av skotunum vilja halda fram sum partur av Bret­ landi. 29 prosent vilja hava loysing. David Cameron vil hava fólkaatkvøðuna framskundaða, nú tað er líkt til, at skotar eru ímóti loysing