Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. januar 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. januar 2012 · Nr. 5 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Framsókn mælir til, at allir føroyingar, sum hava ávirkan á fiskivinnupolitikk okkara, geva hvørjum øðrum eitt nýggjárslyfti, sum ár undan ári kann ríka land og fólk við hundraðtals milliónum krónum. Ásannandi, at vit føroyingar bara gagnnýta eitt part av tí náttúruríkidømi, vit hava rætt til, skulu vit lova hvørjum øðrum, at vit nú saðla um, soleiðis at vit við egnum tilfeingi, mátt og megi kunnu tryggja stø­ ð­ið undir okkara egna væl­ ferðarsamfelag. Í stuttum snýr tað seg um, at vit fremja eina sjálvs­ rannsakan viðvíkjandi all­ari okkara fyrisiting av náttúru­ ríkidømum. Soleiðis sum vit skutu upp í valstríðnum, skulu vit endurskoða allar fiskivinnuavtalur og seta eitt professionelt toymi at gera nýggjar metingar av okkara rættindum og eitt nýtt sam­ ráðingargrundarlag, sum gev­ur okkum eina rættvísari javnvág í samráðingunum við onnur lond. Hetta krevur, at vit gera okkum greitt, hvussu stórt tað ríkidømið er, sum Føroyar hava rætt til, hvussu vit á mest professionellan hátt tryggja okkum okkara rætt, hvussu vit best fáa virðini upp á land og út á marknaðirnar, og hvussu vit brúka besta keypmansskapin, tá vit samráðast við onnur lond um rættindi. Í hesi nýggj­ársheilsu okkara fara vit fyrst og fremst at tríva í tann partin av virðunum, sum uppisjóvarfiskurin um­ boðar. Hvussu nógv eiga vit í veruleikanum? Lat okkum fyrst gera okkum hetta greitt: Vit hava í áravís latið stór virði fara aftur við borðinum, sum vit hava havt rætt til at draga til okkara. Vit verða ørkymlað, tá vit seta okkum við kúlurammuni at telja saman við nøkrum av landsins fremstu innan fiskivinnu á bæði sjógvi og landi. Tað, sum vit kunnu rokna okkum fram til, er at vit - um rætt verður borið at - eiga rættindi fyri umleið fimm milliardir krónur árliga í fyrstahondsvirði. Her rokna vit saman veruligu markn­ aðarvirðini á øllum okkara rættindum (sum vit hava og áttu at havt) í føroyskum og annara sjógvi og tað, sum vit kunnu býta okkum til á uppaftur meira fjarum leiðum. Nú tosa vit um bæði uppisjóvarfisk og botnfisk. Tíverri enda vit langt frá hesum fimm milliardunum, tá vit við árslok gera upp ársins innløgu. Helst hava vit tá rakt onkustaðni um helmingin. Tað, at ávísir politikarar trýstu embætisfólk og teirra fylgi at nokta fyri at góð­ taka fleiri makrelsemjur við hini strandalondini og í staðin kravdu eina føroyska egin­kvotu í 2011, hevur av álvara latið eyguni hjá mongum upp fyri, hvussu stór uppisjóvarvirði vit í veru­leikanum eiga í okkara sjógvi. Hetta vóru virði, sum vit áður lótu fara fyri skeytið – kanska, tí at tað hóskaði við smølu áhugamálinum hjá nøkrum einstøkum kreftum í sam­felagnum. Hvussu tryggja vit okkara ogn? At tryggja okkara veruligu virði krevur serliga, at tríggjar fortreytir eru í lagi. Í fyrsta lagi mugu tey, sum samráðast vegna Føroyar, verða stýrd av atlitinum til allar føroyingar og allan tann føroyska sam­ felagsbúskapin. Í øðrum lagi mugu samráðingarfólkini hava púra greið og ambitiøs mandat. Og í triðja lagi mugu føroyingar hava alla ta vitan, sum er neyðug fyri at stuðla undir okkara grundgevingar mótvegis øðrum, og hava gjørt alt tað, sum gerast kann, í fyrireikingunum und­ an samráðingum. Tað kann ikki vera rætt, at ávísir politikarar, sum í prinsippinum eru leik­ fólk, skulu trýsta embæt­ isfólk og serfrøðina til at leggja til grund fyri eini makrelsamráðing, at makrel­urin ikki bara hevur broytt ferðamynstur, og at hann gýtur í føroyskum sjógvi, men eisini, at hann við sínum átufrekleika und­ir­grevur føroysku botn­fiskastovnarnar. Eftir at summ­ir føroyskir politikarar í longri tíð – og sum vera man av handa­ hógvi - hava tvíhildið um hesa grundgevingina fyri at hækka føroysku kvotuna, hava íslendingar nú sett neyv tøl á, hvussu felags makrel­stovnurin ovetur seg í ís­lendskum sjógvi við teirri ávirkan hetta hevur á íslendska biomassan og vist­ frøðina. Íslendingar vísa á, hvussu makrelurin á hendan hátt økir sína egnu vekt fleiri ferðir tað, sum íslendingar fiska av honum. Eitt annað mál, sum hevur við neyva fyrireiking at gera: Kann tað veruliga passa, sum landsstýrismaðurin greiddi okk­um frá, at føroyingar aftur í ár bert fingu nøkur fá prosent av sildakvotuni, tí at Føroyar høvdu for­sømt at siga avtaluna við hini strandalondini upp framm­ an­undan? Hví fara vit so til London av samráðast yvir­ høvur? Er tað í lagi, at okkara fólk koma heimaftur við stívliga fimm prosentum, tá vit eiga onkustaðni millum 15 og 20 prosent? Hvussu nógv selja vit okkara virði fyri? Sama syndarliga støða er galdandi, tá vit selja ein part av uppisjóvarkvotini víðari til onnur, fyri at føroysk skip kunnu sleppa at fiska hjá teimum. Aftur seta vit okkum við kúlurammurnar saman við skilamonnum í fiskivinnuni. Og aftur sær roknistykkið alt annað enn hugaligt út. Við at sammeta nøgdirnar og maknaðarvirðini á fiska­ sløgunum, sum føroyingar og russarar “rinda” hvørjum øðrum, ber til at staðfesta, at í 2009 høvdu føroyingar eitt tap av avtaluni í minst 300 milliónir krónur!! Hetta fyri at trý føroysk skip skuldu sleppa at fiska í Barentshavinum. Fyri tvey av skipunum kunnu vit enntá seta “føroysk” í gásar­ eygu. Hetta svarar til, at vit gjalda russarum tvær krónur, hvørja ferð vit keypa eina krónu frá teimum. Í 2010 minkaði hetta høpis­ leysa hallið niður í minst 250 milliónir krónur, og í júst farna ári gjørdist tað “bert” stívliga 90 milliónir krónur. Men tær júst afturumfarnu samráðingarnar fyri 2012 góvu aftur eitt verri úrslit fyri føroyingar – nevniliga eitt hall á í minsta lagi 125 milliónir krónur. Vit hoyra javnan, at hesi hallini eru gjald fyri “aðrar fyrimunir”, sum vit hava í samhandlinum við russar. Vit fáa tó ongantíð at vita, júst hvørjar fyrimunir, talan er um – og fyri hvønn. Og hvat hesir fyrimunir eru verdir mótvegis tí virðinum, sum vit sjálvi kundu veitt og selt okkara uppisjóvarfisk fyri. At samstarva væl við russar er sjálvandi skilagott. Men vit mugu kenna fortreytirnar og roknistykkini. Tað er avgerandi, at vit veiða og virka okkara uppi­ sjóvarfisk á bestan hátt, soleiðis at virðisøkingin fyri allar Føroyar gerst so stór sum tilber. Á tann hátt fáa vit staðfest veruliga virðið á okkara tilfeingi, tvs. okkara gjaldoyra. Hesi virði skulu ikki verða grundað á gomul hagtøl, men á møguleikarnar á marknaðunum. Aftur til nýggjárs­ lyftini Hetta skilið kann sjálvandi ikki halda fram. Tey nýggj­ árs­lyftini, sum vit í Framsókn fegin vilja sleppa at geva saman við øllum øðrum, sum kunnu ávirka føroyska fiskivinnufyrisiting, er at broyta støðuna í samsvari við tey uppskot, vit løgdu fram í valstríðnum. Ein broyt­ing kann geva Føroyum hundraðtals milliónir krón­ ur meira í árligum virðum, so niðurpíningin av Sjó­ savninum gerst enn meira høpisleys og tiðningin av blokkinum enn meira snópis­ lig. Vegurin fram hevur tveir tættir. Hin fyrsti er ein grundleggjandi sjálvs­ rann­sakan, har vit seta spurn­artekin við sjálvt grund­arlagið undir allari fyri­sitingini av okkara rætt­ ind­um. Vit kunnu tríva so djúpt, at vit fyrst spyrja, um tað yvirhøvur er neyðugt, at vit gera avtalur við onnur lond um okkara rættindi. Er tað ikki nógv tryggari, at vit sjálvi veiða tað tilfeingi, sum vit eiga og altíð kunnu ráða yvir? Høvdu tá framtíðar íløgur og úrtøkur ikki hvílt á einum nógv tryggari grund­ arlagi? Helst koma vit í hesi tilgongd kortini til tað úrslit, at vit skulu samráðast við onnur um summi av rættindunum, bæði fyri at vísa ein hóskandi altjóða atburð og tí, at tað í summum førum er handilsliga skila­ gott. Tá fevnir seinni tátturin í tilgongdini um at gera eina búskaparliga uppgerð, sum neyvt vísir okkum til­ feingisbýtini í avtalunum. Grundað á okkara rann­ sakan stovna vit heimsins mest professionella sam­ráð­ ingartoymi í fiskivinnuhøpi. Hetta átti ikki at verið ein fjarur tanki í einum landi sum okkara. Toymið skal vera púra leyst av øllum vinar- og kenningarpolitikki og fremst innan fiskifrøði, havrætt, viðkomandi løgfrøði, altjóða keypmansskap og annað, sum er avgerandi. Hetta er ein uppgáva fyri vællærdar og –royndar føroyingar, sum hevur stóran sóma. Gamaní kostar hon nakað av peningi, men hvat ger tað, um hann kemur inn aftur fleirfaldaður ár undan ári? Kjak Nýggjárslyfti, sum kunnu tryggja okkara búskap Vegna Framsókn Poul Michelsen, formaður Tårer triller, når jeg – hans bror – på denne måde skal underrette venner og bekendte på øerne om,  at en »gamal havnardrongur« Uffe Dyreborg stille er sovet ind lige før solnedgang den 6. januar 2012 i sit hjem i Odense, omgivet af hele sin nære familie. Kærlighed til Færøerne indgik lige til det sidste som en uadskillelig del af hans indholdsrige liv. Den trofaste trækfugl efterlader sig stor savn i flokken. Palle Dyreborg