Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. januar 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 11. januar 2012 · Nr. 5 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vit hava nú ferð eftir ferð sæð borgarstjóran í Havn ført seg fram við múgvandi penni og stórum orðum, at Havnin er metropolurin, sum kappast við París, London og enntá New York – sanniliga ikki við Klaksvík, Runavík og aðrar ”smábygdir”. Hann hevur trupult við at góðtaka, at aðrir partar av Føroyum vilja yvirliva og hava framgongd. Framleiðsluøkini í land­ in­um hava í eina øld verið grundarlagið undir fram­ gongd og útflutningi. Við tí sera avmarkandi heimamarknaði Føroyar enn eru, mugu vit síggja í eyguni, at vit hava stóran innflutning, og vit liva av útflutningi og framleiðslu. Tí er umráðandi, at framleiðsluøkini styrkjast, mennast og hava eitt breiðari grundarlag. Borgarstjórin má vita betur Eg skilji slettis ikki, at hann við reinum og greiðum orð­um ger seg inn á okkara vinnu­ lívsfólk, sum við milliarda íløgum í mong, mong ár hava barst fyri at fáa rættin til at fiska, og sum borgarstjórin sigur og fær tað til: “at landið hevur latið vinnulívinum og økjunum uttanfyri Havnina 901.194.000 krónur í beinleiðis almennum stuðli!”. Eg kann ikki trúgva, at tað er borgarstjórin sjálvur sum skrivar slíkt. Allar Føroyar ein útjaðari Veruleikin er, at Føroyar eru, allar sum tær eru, ein út­jað­ ari. Gongdin, sum Havnin nú merkir, við minkandi fólkatali og lægri burðaravlopi, er sum so ikki yvirraskandi. Politiskt hava vit í Før­ oy­um ynskt, at tað skal verða gjørligt at búgva í flest øllum pørtum av land­ inum, og er infrakervið í ára­ tíggj­ur útbygt eftir hesari hugsan við vegum, tunlum og undirsjóvartunlum – um­ framt ferju- og tyrlusam­ band. Eisini mugu vit hava í huga, at tá ið okkara fólk eft­ ir loknan lesnað skulu seta búgv, er hetta mest kost­n­ aðar­mikið í høvuðs­stað­num, tí har eru bæði leigu-, grund­ stykkja- og byggi­prísir hægri enn úti um landið. Í Føroyum hava vit við út­byggingini av infra­kerv­ inum skapt møguleikar fyri eini sub-urbanisering – og møguliga er tað tað, sum nú er við at henda. Útflutningurin er grundarlagið Haldi tí, at tað er lítið virðiligt av borgarstjóranum í “høv­ uðs­staði alra føroyinga”, sum hann sjálvur tekur til, at niðurgera vinnulívsfólk og øki kring landið við sínum greinum. Trúgvi ikki, at føroyingar kring landið taka sær tiknir av, at Heðin kappast við metropolarnar úti í heimi, men hann eigur so sanniliga eisini at virða okkum onn­ur – tveir triðingar – av før­oy­ ingum, sum liva, búgva og stríðast úti í fram­leiðslu­økj­ unum, og sum liva av tí út­ flutningi, sum vinnan gevur. Hvønn kappast Heðin nú við tá ið samanum kemur Gunvá við Keldu Borgarstjóri So ófatiliga lítið, løg­ maður veit um sín egna høvuðsstað, so skuldi mann trúð, at hann búði onkunstaðni í út­ jaðaranum. Løgmaður Kaj Leo Jo­hannesen hevði eina sera løgna grein í Norð­ lýsinum um viku­skiftið. Greinin var eitt rætiliga grovt álop á leiðsluna í høvuðsstaðnum, serliga borgarstjóran. Tað løgna var, at løgmaður ikki svaraði einum ein­ asta spurningi, sum borgarstjórin hevði sett honum í eini nýggj­árs­ kronikki. Ongum. Tá løgmaður sigur í samrøðuni, at »vit hava seinastu mongu árini á hvørjum ári gjørt stór­ar almennar íløgur í mið- økinum«,  so undrast bý­ráðslimir í Havn stór­ liga. Tí hvar eru hesar íløg­ur? Tá løgmaður sig­ur, at Tórshavnar komm­una má »fáa framt rationali­ seringar, so tað verður bíligari at verða borgari í Tórshavnar Kommunu«, so øtast vit býráðslimir. Tí vit hava lítið annað gjørt enn rationaliserað seinastu árini, bæði sam­ gonga og andstøða. Tá løgmaður so nevnir Klaksvíkar kommunu sum eitt »skúladømi« um rationaliseringar, so undrast øll, tí með-an høvuðsstaðurin hev­ur framt risastórar ratio­ nali­seringar sein­astu árini, hevur so Klaks­ víkar kommuna part av hesi tíðini ikki ver­ið undir umsiting av Fíggj­ ar­málaráðnum? Og fólk undrast eis­ ini, at løgmaður tos­ ar um, hvussu høgt skatta­prosentið er í høv­uðsstaðnum, tí Havn­in hevur í veru- leik­anum eitt lágt meðal­ skattaprosent og annars góð tilboð til borg­arar­ nar. Sera góð tilboð, men fyri lutfalsliga lítlar pengar. Hinvegin svarar løg­ maður ongum spurningi frá borgarstjóranum, sum spurdi um kostnað­ arstøðið, um rentu, um bíligari lán, um fólka­ flyting, um skeivt býti av fólksins ogn, um út­ javning og útbúgving og mentan. Tað smeyg hann sær undan. Seinastu árini hevur Tórshavnar býráð á hvørj­um ári ávarað ímóti, at verða ikki størri almennar íløgur gjørdar í útbúgving og mentan í høvuðsstaðarøkinum, so fer fólk at flyta av land­ inum. Tað gera tey nú – 50 familjur fluttu sambært hagtølunum úr Havn uttanlands fyrstu 9 mán­aðirnar í fjør! Men tað almenna hevur kort­ini enn einaferð flutt íløgurnar í høv­ uðs­staðarøkið nøkur ár fram.  Greinin í Norðlýsinum er so av leið, so anti- Havn, so illa undirbygd, at ein kann illtonkja, at løgmaður bara hevur latið formannin í Norð- oya Sambandsfelag skriv­að eftir egnum høvdi. Og tað er altso alt for vána­ligt. Býr løg­maður yvirhøvur í Havn? Levi Mørk Býráðslimur í Havn Tað er ikki eiti á, sum borgarstjórin í høvuðsstaðnum leikar í ímóti vinnuni úti um landið og landspolitikarum. Við hesum mugu nógvir føroyingar undrast, og spyrja seg sjálvar, hvønn er tað nú hann kappast við. 2012 er olympiskt ár Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti Fjórða hvørt ár er nakað heilt serligt í altjóða ítrótta­heim­ inum, og í ár er eitt av hesum árunum – 2012 er olympiskt ár. Sum ein av stovnandi limunum í Paralympisku nevnd­ini hevur ÍSB í mong ár sent føroysk umboð á Para­l­ympisku leikirnar, við góðum úrslitum – ser­liga innan svimjing. Para­lymp­ isku leikirnir verða hildnir beint eftir Olympisku leik­ ir­nar – t.v.s. 29. august til 9. september 2012. Higartil hevur Ragnvald Jensen kvalifiserað seg til at kappast í bringusvimjing. Krista Mørkøre og Kristian Martin Garðalíð eru eisini í harðari venjing fyri klára krøvini til Paralympisku leikirnar. Krista í svimjing og Kristian Martin í frælsum ítrótti. Kristian Martin og Ragnvaldur kappast í bólk­ inum menningartarnað og Krista í bólkinum rørslu­ tarnað. Olympisku leikirnir í London eru í døgunum 27. juli til 12. august. Hæddarpunktið fyri okkum føroyingar, á hes­um leikunum, er óivað final­an í 1.500 m frí, sum Pál Joensen vænt­andi fer at svimja leygar­kvøldið 4. au­ gust. Vit gleða okkum til hesar báðar olympisku kapp­ing­ ar­nar í summar og vóna, at føroyskir myndugleikar, fyritøkur, miðlar og føroya fólk taka lógvatak um hesi okkara ítróttafólk, sum fara at kappast í størstu ítrótt­ar­ leikunum í heim­inum. Góða eydnu!