mikudagur 11. januar 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 11. januar 2012 · Nr. 5
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Pætur Albinus
Kári Reynheim hevur drúgvar
venjararoyndir. Hann hevur altíð
havt øll neyðugu venjarapappírini,
og í fjør fekk hann sær so eisini
A-venjaraprógv, sum er hægsta venj
arastig hjá FSF. Í Føroyum hevur
hann vant feløg sum SÍ, B71, AB og
Fram. Í góð fimm ár var hann eisini
venjari í Noregi, har hann tá búði. Í
ár skal hann vera høvuðsvenjari hjá
NSÍ við Tummas Erlingi Djurhuus
sum hjálparvenjara.
Vildi vera venjari
Tað, at Kári Reynheim valdi venjara
yrkið, var ikki av tilvild. Hann hevur
altíð hugsað fótbólt, og sambært
honum, so tók hann avgerðina um
at gerast venjari tíðliga á leiðini.
– Hesa avgerðina tók eg fyri
nógvum árum síðani. Eg var ógvu
liga avkláraður við støðuna. Eg
føldi, at eg kom ikki víðari sum
leikari. Eg vildi gjarna meir, men eg
metti meg ikki fáa nóg nógv burt
urúr venjingini. Fekk ikki ment
meg. Ta løtuna føldi eg, at eg kundi
geva meira sum venjari, enn sum
leikari, sigur Kári, áðrenn vit spyrja
hann, um hann metir tað vera ein
fyrimun í venjarasatarvinum, at
hann áður hevur verið leikari.
– Tað meti eg hava øgiliga nógv
at siga. Fyri meg, í øllum førum. Eg
kann plasera meg sjálvan inni á
vøllinum, tá ið eg greiði frá. Harvið
havi eg eisni bæði tað teoretiska og
tað praktistka, samstundis sum tað
er lættari at tekna eina heild, sigur
Kári.
Tók skjótt av
Nakrar venjaraflytingar hava ver
ið hjá feløgunum í bestu deildini,
og longu stutt eftir lokna kapp
ingarárið í fjør gjørdist greitt, at NSÍ
skuldi finna sær nýggjan venjara.
Pauli Poulsen, sum var NSÍ-venjari,
skal nú venja grannafelagið B68.
Tað tók rúma tíð hjá NSÍ at finna
avloysaran, men hann bleiv funnin
í Kára Reynheim.
– Tilboðið kom so brádliga. Tað
gekk øgiliga skjótt frá tí at teir settu
seg í samband við meg, til eg tók av
tilboðnum. Vit høvdu nakrar fundir,
har eg legði mín pakka á borðið, og
teir valdu at keypa hann, sigur Kári
Reynheim um starvssetanina sum
nýggjur NSÍ-venjari.
Nøgdur við hópin
NSÍ má helst átaka sær ivasama
heiðurin sum tað felagið, ið hevur
havt størstu frágongdina av leik
arum higartil. Lyklaleikarar sum
Einar T. Hansen, Jústinus R.
Hansen og Jonhard Frederiksberg
hava latið hurðina aftur eftir seg og
funnið sær nýtt felag.
– Sum nú er, so eru vit eini 15-
16 fastir spælarar. Vit skulu helst
vera eini 22-24 mans. Vit hava vant
nakrar ferðir, og tað, ið eg síggi, er
góður vilji, nógv ferð á, gott lag
og menn møta til tíðina. Jú, tað er
nógv gott at síggja, sigur Kári.
Viðvíkjandi frágongdini av leik
arum vísir Kári á, at øll liðini hava
havt frágongd og tískil hava eitt
nýtt útgangsstøði, og at tíðin bara
má vísa, hvar NSÍ stendur í mun til
tað. Um endamálið fyri hetta kapp
ingarárið sigur Kári:
– Málið er at syrgja fyri at ar
beiða við monnunum, soleiðis at
teir flyta seg fyri seg sjálvan og fyri
liðið. So telja vit bara upp, tá ið árið
er liðugt. Klára vit tað, so skuldu
úrslit helst eisini komið, sigur Kári.
Betri karmar
Seinastu tvey árini hevur Kári
Reynheim virkað sum venjari hjá
AB-unglingum. Ein tíð, sum hann
tekur við sær í viðførið sum eina
lærurík tíð.
– Tíðin sum unglingavenjari hjá
AB var ótrúliga gevandi. At arbeiða
við nøkrum so røskum og lætt mót
takandi dreingjum var ótrúligt,
sigur Kári, sum ikki metir skiftið
frá unglingadeildini til fremstu
deildina vera so stórt.
– Eg havi sagt tað áður, og eg sigi
tað aftur. Tað er óansæð støðið, tá
ið tú venur, so kanst tú arbeiða við
tingum, sum tú ynskir. Munurin er
bara, at tað eru betri karmar rund
anum hjá fremsta liðnum, meiri
hjálp og fleiri leikarar at taka av.
Tað, at arbeiða við unglingum, skal
als ikki undirmetast. Mín tíð sum
unglingavenjari var í øllum førum
ótrúliga gevandi, vísir Kári á.
Livandi venjari
At enda í samrøðuni spurdu vit
hvat slag av venjara hesin nýggi
venjarin er, sum fremsta deildin nú
hevur fingið í Kára Reynheim.
– Tað kann skifta, men eg haldi
meg tora at siga, at vit hava fingið
ein meiri lívligan venjara. Tað er
tó alt eftir hvussu tað gongur inni
á vøllinum. Eg kann vera uppi
undir loftinum, men so eisini meiri
róligur. Men samanumtikið ein
meiri lívligan venjara, sigur Kári
Reynheim at enda.
albinus@sosialurin.fo
FAKTA:
Navn: Kári Reynheim
Aldur: 47
Bústaður: Tórshavn
Fyrrv. feløg (leikari):
B36, HB, SÍ, B71, Fram, AB, MB
Landsdystir: 27 (2 mál)
Fyrrv. feløg (venjari):
SÍ, Jellerosen (kvinnur, Noreg),
Eidsvoll Turn (Noreg), Jodun IL
(Noreg), B71, Fram, AB (unglingar)
Bóltsnillingurin
ið gjørdist venjari
Fótbóltur Hann er kendur sum ein av mætastu bóltsnillingunum, ið Føroyar enn hava sæð.
Fyri 1-1-málið í søguliga javnleikinum í Belfast í 1991, fyri at vera ein lívlig sál, ið gongur
fult og fast upp í sítt arbeiði. Hetta kappingarárið arbeiðir hann sum venjari hjá NSÍ
Kári Reynheim
Bóltsnillingurin, Kári
Reynheim, í dysti fyri
Føroyar móti Danmark
frá Landskrona tíðini
Nýggi NSÍ-venjarin