mikudagur 11. januar 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. januar 2012 · Nr. 5
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Pætur Albinus
Vit hoyra ikki nógv um dart í Før
oyum. Men tað er tað ein orsøk til.
Dart hevði nevniliga ikki verið virk
in ítrótt seinastu seks árini, áðrenn
teir í fjør gjørdu eina roynd at fáa
ítróttina aftur á beinini. Hóast teir
í níti-árunum vóru um 150 leikarar,
so fegnast teir nú um at hava 20
leikarar til kapping.
Hanga í tunnum tráði
Tað er als ikki trot á hampa darts
leikarum kring landið, og kunnu
nevnast spælarar nærmast kring
alt landið – í Vágunum, á Toftum, í
Klaksvík, á Skála og serliga í Havn,
her teir nú savnast um at tveita
pílar eftir skivuni í Effo-støðini á
Argjum.
– Fyrr spældu vit í róðrarneyst
inum á Argjum og høvdu góðar
umstøður. Nú eru vit í Effo-støð
ini á Argjum, og eg kann siga, at
vit hanga í tunnum tráði, tí um
teir skulu brúka hølini til okkurt,
fáa vit 14 dagar at pakka saman í,
sigur formaðurin í Dartfelagnum,
Oddfinn Hansen, sum tó fegnast
um stóru blíðskap frá Effo-støðini,
og sigur, at var tað ikki fyri teirra
vælvild, so var einki dart í Havnini.
Halda lív í
Í níti-árunum vóru 150 leikarar í
fleiri virknum feløgum kring landið,
sum ferðaðust til hvørt annað at
spæla liðdystir. Nú er undirtøkan
tó følnað burtur, og skyldast hetta
vánaligum umstøðum.
– Vit hava tosað við kommununa,
men tað sær ikki út til at vit fáa
nakað. Um vit høvdu fingið onkur
høli at verið í, ivist eg ikki í, at tað
hevði gingið rætta vegin aftur, sigur
Oddfinn.
Undirtøka er fyri at ítrótturin
aftur skal blóma, og ger felagið
eisini sítt til at halda lív í og er eitt
nú at finna á Facebook við bólk
inum Dart í Føroyum.
Nógvar kappingar
Í Effo-støðini á Argjum hava teir
javnan kappingar. Ein røð av FM-
kappingum verða hildnar, har
leikarar savna sær stig saman á
ein stigsavnandi lista, har fýra teir
fremstu vinna sær luttøku í Lolland
Open í Danmark seinni í ár.
Føroyar eiga góðar dartleikarar.
Eitt nú Remi G. Hansen, sum brenn
ir fyri dart og hevur vunnið kapping
í Keypmannahavn tvey ár á rað.
Kapping verður aftur í Effo-
støðini á Argjum leygardagin kl.14,
har áhugað eru vælkomin at luttaka
bara við at møta upp.
Pætur Albinus
Herfyri varð skipað fyri NM-kapp
ing fyri U19 hjá bæði kvinnum og
monnum á Hálsi í Havn, og hevur
Flogboltssamband Føroya aftur
fingið tillutað eina stóra kapping.
Hesaferð er talan um undan
kappinging til U18-EM hjá kvinn
um, og so er spurningurin, um
U18-kvinnurnar kunnu lyfta arvin
eftir U19-kvinnunum, sum framdu
eitt bragd við at leika seg í finaluna
í NM-kappingini, sum altso varð
leikt herfyri.
Mótstøðuliðini
Tað er Flogbóltssamband Føroya,
sum í samstarvi við evropeiska flog
bóltssambandinum, CEV, skipar fyri
hesi EM-undankappingini á Hálsi í
Havn. Føroyska liðið er úttikið til
kappingina, og eru mótstøðuliðini
Liktinstein, Luksemburg og Írland.
Mótstøðuliðini,
dómarar
og
eygleiðarar eru komnir til landið
í gjár og í dag. Øll húsast á Hotel
Føroyum.
Byrja í dag
Kappingin er skipað soleiðis, at
dystirnir vera leiktir í trimum
umførum. Fyrri dysturin í fyrsta
umfari verður í dag klokkan 17.00, tá
Liktinstein og Luksemburg spæla,
og klokkan 19.30 í kvøld spæla
Føroyar og Írland. Fríggjadagin
klokkan 17.00 spæla Luksemburg
og Írland og klokkan 19.30 spæla
Liktinstein og Føroyar. Seinasta
umfar verður leygardagin. Fyrri
dysturin, sum byrjar klokkan 13.00,
verður millum Írland og Liktinstein,
og klokkan 16.00 leygardagin spæla
Føroyar og Luksemburg.
albinus@sosialurin.fo
EM-undankapping á Hálsi
Flogbóltur Flogbóltssamband Føroya bjóðar fyri aðru ferð innan stutta tíð til stóra altjóða
kapping í Føroyum. Í dag byrjar nevniliga EM-undankapping hjá U18-kvinnum á Hálsi í Havn
Tær, ið manna
føroyska liðið, eru:
Bára Silvansdóttir (Fleyr)
Súsanna Ludvig (Fleyr)
Judit Tummasardóttir (Fleyr)
Rannvá Berg í Heiðunum (TB)
Rebekka Magnussen (TB)
Marin Dimon (TB)
Femja Mortensen (TB)
Kirstin Andreasen (KÍF)
Eyðrið Egholm Hansen (KÍF)
Kristina Jacobsen (KÍF)
Hildigunn Poulsen (Dráttur)
Tóra Djurhuus (ÍF)
Dart sendir leikarar
til Danmarkar
Dart Frá at hava egin høli, 20 dartskivur og einar 150 leikarar,
datt ítróttin fullkomiliga burtur og hevur ligið í grøvini í seks
ár. Dart-elskarar gera nú eina roynd afturat at fáa lív í
Pætur Albinus
Enn er sáttmáli ikki undirskriv
aður, men hann er byrjaður at
venja við felagnum. Hetta veit
Norðlýsið at siga.
Heðin á Lakjuni, sum er 33
ára gamal, hevur seinastu tvey
árini spælt við NSÍ. Hann er
skrásettur fyri 16 A-landsdystir,
har hann hevur skotið eitt
mál.
Heðin á
Lakjuni
aftur í KÍ
Fótbóltur Nógv bendir á, at
fyrrverandi landsliðsleikarin,
Heðin á Lakjuni, aftur verður
at síggja í barndómsfelagnum
KÍ komandi kappingarár
Savnsmynd