mikudagur 11. januar 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 11. januar 2012 · Nr. 5
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Pætur Albinus
Stutt undan jólum gjørdu Fótbólts
samband Føroya og Nes Kommuna
samstarvsavtalu, sum ber í sær,
at stór umvæling skal fara fram á
Svangaskarði. Umvælingin fevnir
um tvey størri stig. Tað fyrsta, sum
skal vera liðugt 1. mei, fevnir um at
gera nýtt lendi undir fyrrverandi
grasvøllinum og at leggja nýtt gras
líki á. Avtala er gjørd við privata
byggifyritøku um at taka sær av
arbeiðnum, og sambært Christiani
Andreasen, forseta í FSF, gongur í
løtuni sum ætlað.
Kommunan
yvirtekur
Tofta
Ítróttarfelag
hevur
átt
Svangaskarð heilt frá tí tað bleiv
bygt fyrst í níti-árunum, og umvegis
ein leigusáttmála ímillum felagið og
FSF, hava føroysku landsliðini frítt
vant og spælt har. Ein leigusáttmáli,
sum sambært álítandi keldum fevn
ir um kr. 300.000,- árliga er ikki ein
inntøka hjá felagnum longur, av tí
at Nes Kommuna hevur yvirtikið
Svangaskarð. Mista leiguinntøkan
kemur tó ikki at kennast sum
dyggur fíggjarligur smeitur fyri
B68.
– Tað merkist ikki meiri fyri
felagið enn tað, at kommunan yvir
tekur tær skyldur, sum vit hava
havt. Vit hava átt tveir vallir og
eitt stórt hús, og tað kostar, vísir
formaðurin í Tofta Ítróttarfelag,
Jógvan Højgaard, og undirstrikar, at
leiguinntøkan hevur javnvigað við
tær útreiðslur, ið felagið hevur havt
av at átt ítróttarøkið Svangaskarð.
Um- og útbygging
Samstarvsavtalan
millum
Nes
Kommunu og FSF ber í sær, at
FSF – m.a. við 12 mió. kr. í stuðli
frá UEFA – rindar fyri um- og út
byggingina
av
ítróttarøkinum,
har teir sum endurgjald sleppa at
nýta ítróttarøkið frítt og ætla at
skapa ein tekniskan miðdepil fyri
føroyskan fótbólt.
– Endamálið er at skapa ein tekn
iskan miðdepil. Vit hava eina rúgvu
av landsliðum og nógvar samlingar,
sigur Christian Andreasen, FSF-
forseti, sum tó eisini fegin bjóðar
Svangaskarð til láns til eitt nú fót
bóltsfeløg, ið skulu fyrireika seg til
at spæla í Evropa.
Dystir á Tórsvølli
Við einum tekniskum miðdepli
liggjandi uttanfyri Havnina, ljóðar
tað sum ein ætlan, ið byggir á at
leika flestu dystirnar á Tórsvølli.
Tað er eisini spurningurin, ið vit
seta FSF-forsetanum.
– Tað er myndin, ið vit síggja
fyri okkum. Um eingir landsdystir
verða spældir har, dugi eg ikki at
siga í løtuni, men vit ætla í øllum
førum at hava samlingar, venjingar
o.a. á Svangaskarði, sigur Christian
Andreasen.
B68-formaðurin fegnast um, at
B68 nú kann virka eftir somum
leisti sum onnur feløg, og FSF-for
setin fegnast eisini og sigur, at tað er
betri at gera avtalur við kommunur
heldur enn fótbóltsfeløg á slíkum
økjum.
albinus@sosialurin.fo
Svangaskarð sum
tekniskur miðdepil
Fótbóltur Við FSF sum verkætlanarleiðara fyri einum tekniskum miðdepli á Svangaskarði, bendir alt
á fleiri landsdystir á Tórsvølli. – Um eingir landsdystir verða spældir har, dugi eg ikki at siga í løtuni, men
vit ætla í øllum førum at hava samlingar, venjingar o.a. har, sigur Christian Andreasen, FSF-forseti
Umbygging
– Endamálið er at skapa ein tekniskan miðdepil. Vit hava eina rúgvu av landsliðum og nógvar samlingar, sigur Christian Andreasen, FSF-forseti
Mynd: FSF