mikudagur 11. januar 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. januar 2012 · Nr. 5
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Tróndur Arge
Hann brúkti bara tíggju minuttir
at prógva hví tað stendur ein gylt
standmynd
uttanfyri
Emirates
leikvøllinum av honum. Tólv min
uttir eru eftir í dystinum móti
Leeds í FA Cup, tá Alex Song finnur
Thierry Henry við neyvari av
levering. Við høgra beini leggur
framherjin bóltin til rættis í
Leeds
brotsteiginum
og
eina
løtu tykist allir fótbóltsheimurin
ynskja at Thierry Henry skorar.
Við innarusíðu á høgra fóti plaserar
hann bóltin í handara síðunet og
meginparturin av áskoðarunum á
Emirates leikvøllinumfegnast sum
hava tey vunnið kappingina.
Søguliga FA Cup
Í Onglandi gera tey alt tey kunnu
fyri á vísa á søguliga virðið í ensku
steypakappingini, FA Cup. Hon er
millum elsu ítróttarkappingarnar
í heiminum, men økta vriðið á
Premier League og Champions
League, umframt altjóða áhugin fyri
enskum fótbólti, hevur skuggað yvir
hesa søguligu steypakappingina,
sum stendur bretum nærri enn um
heiminum.
Triðja umfar í kappingini í ár fer
tó í søguna, sum eitt milliligt umfar.
Fyrst valdi Manchester United
miðvallarin, Paul Scholes, at taka
fótbóltsskógvarnar av hillini, og
stóð seg væl í sigrinum á kapp
ingarneytanum og grannanum,
Manchester City. Dagin eftir kom
eisini Thierry Henry á vøllin aftur
í eini Arsenal troyggju fyri fyrstu
ferð síðani hann skifti til Barcelona
í 2007.
Hann hevur vunnið HM, EM,
Premier League, La Liga, Champ
ions League, umframt heitið sum
heimsins besti leikari – tvær ferðir!
Hann hevur eisini megnað at skor
að móti føroyska landsliðnum, men
yrkisleiðin hjá Thierry Henry hevur
ikki bara verið ein dansur á rósum.
Wenger og Henry
møtast á fyrsta sinni
Yrkisleiðin hjá Thierry Daniel Henry
byrjaði í gøtunum í Les Ulis, einar
tjúgu kilometrar frá miðdepinum
í franska høvðusstaðnum, París.
Sum trettan ára gamal skiftur hann
til Viry-Chatillion, sum um hetta
mundið hevur gott orð á sær fyri
at menna ungar leikarar.
Áðrenn hann nær at blíva
fjúrtan, fær hann bjóðað at koma
til Clairefontaine Academy, sum
verður rikið av franska fótbólts
sambandanum. Millum floksfelag
irnir eru William Gallas, Louis
Saha og Nicolas Anelka. Eftir tvey
ár í Clairefontaine verður ein 16-ára
gamal Thierry Henry ikki mettur at
hava eina bjarta fótbóltsframtíð.
Skjótleikin er har, men bóltførleikin
og evni at finna ein liðfelag ella
málið eru ikki nóg gott. Men ein
maður er ikki samdur við eyg
leiðingini og sær beinanvegin, at
talan er um ein leikara við stórum
møguleikum. Maðurin er venjari
hjá Monaco og eitur einki minni
enn Arsene Wenger. Gløggi venjarin
skrivar sáttmála við Thierry Henry
og í 1994 spælir hann sín fyrsta dyst
fyri Monaco.
Framherjin endar
á vonginum
Thierry Henry byrjar sína yrkisleiði
sum vongur og serliga er tað mangl
andi bóltførleikin, ið ger at hann ikki
sleppur at royna seg sum framherji.
Hann er lyklaleikir á franska U-18
landsliðnum í endaspæli í 1996.
Hann setir samstundis nýggjan
umboðsmann og skrivar sáttmála
við spanska risan, Real Madrid.
Monaco sigur seg tó hava avgreitt
við fyrrverandi umboðsmannin,
at Thierry Henry skal halda fram í
felagnum og tað vísur seg at nýggi
umboðsmaðurin ikki hevur papír
ini í ordan. Real Madrid og Thierry
Henry fáa bót frá FIFA og stutt
seinni skrivar hann sáttmála við
Monaco.
Tað skuldi vísa seg, at verða ein
góð loysn, tí ferð kemur av álvara
á yrkisleiðina hjá honum og hann
gerst ein lyklaleikari á Monaco lið
num, sum vinnur franska meistara
heitið í 1997.
Hann verður eisini úttikin til
HM 98, sum verður leikt í heimland
inum. Thierry Henry spælir í fleiri
av dystinum, men byrjar ikki inni í
sjálvari finaluni, tá Frakland vinnur
HM gull.
Juventus riggar ikki
Eftir HM er stórur áhugi fyri skjóta
vonginum, men Thierry Henry
hevur bara eitt felag í huganum –
Arsenal. Fyrrverandi venjarin hjá
honum í Monaco, Arsene Wenger,
hevði tikið yvir á Highbury og ger
eitt frálíkt arbeiði.
Juventus kemur tó við besta
boðnum og so er fraklendingurin á
veg til Turin. Tann annars so stolta
gamla daman, sum Juventus eisini
verður rópt, er í ringum standi og
lagið er einki serligt rundan um
felagið.
Á vonginum gongur einki ser
ligt og trýstið verður ov nógv av tí
góða. Thierry Henry hevur sín lívs
niðurtúr og góðu upplivingarnar
frá HM og Monaco eru nú bara
eitt minni, meðan italski mentali
teturin er um at taka lívi av fót
bóltshuganum hjá ungan fraklend
inginum.
Thierry Henry til Arsenal
Í januar mánaði 1999 kemur ein upp
ringing, ið broytur lívið hjá Thierry
Henry, Tað er Arsene Wenger, ið
er sinnaður at bjarga honum úr
kreppuni í Juventus fyri áleið 100
milliónir krónur. Skiftið vísur seg
at verða nakað av tí besta, sum er
hent fyri báðar partar.
Thierry Henry vinnur Premier
League tvær ferðir og FA Cup
tríggjar ferðir. Hann vinnur »PFA
ársins leikari« tvær ferðir og er
seks ár á rað á ársins liði. Hann gert
eisini toppskjútti fýra ferðir og er
ein lyklaleikari í meistaraheitinum
í 2004, tá Arsenal ongan dyst tapur
í eitt heilt kappingarár. Hann er
eisini tann leikarin, ið hevur skotið
flest mál í søguni hjá Arenal, heili
226. Hann vinnur eisini EM við
franska landsliðnum. Ongin er í iva
um at hann er ein framherji og ikki
vongur longur.
Hann skiftur í 2007 til Barcelona
og vinnur har La Liga og Champions
League, áðrenn hann í 2010 skiftir
til New York Red Bull. Undan skift
inum til MLS blívur hann sera illa
dámdur, tá hann nýtir hondina
til hjálpar í einum avgerandi HM
undankappingardysti móti Írlandi.
Thierry Henry tosar alment um
at gevast sum fótbóltsleikari eftir
hendingina.
Tíðin sum yrkisleikari tykist
verða komin til ein enda.
Gylt legenda
Seint í 2011 avdúkar Arsenal eina
gylta standmynd av Thierry Henry
uttanfyri Emirates leikvøllinum.
Felagið letur standmyndir gera av
Herbert Chapman, Tony Adams og
Theirry Henry.
Fá vóru tey, sum tá mundu hugsa,
at Thierry Henry eitt mánakvøld í
2012 fór at skjóta sítt mál nummar
227 fyri felagið, sum hann elskar so
nógv.
trondur@sosialurin.fo
Thierry Henry er aftur í stórum stíli
Fótbóltur Tólv minuttir fyri tíð skoraði Thierry Henry sítt tólvta mál móti Leeds í tólv dystinum
– í fyrsta dystinum í 2012. 34-ára gamli Theirry Henry er enn eina ferð gyltur í Arsenal troyggjuni
Ein ovurfegin Thierry Henry frøðist saman við áskoðarunum á Emirates leikvøllinum, eftir
at afturvendi sonurin hevur skorað fyri Arsenal í FA Cup dystinum móti Leeds