Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-11, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. januar 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. januar 2012 · Nr. 5 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðvikan 6. partur So kom tíðin, tá ið eg verði kon­fir­ merað og var hetta 8. oktober 1933. Vit vóru 49 konfirmantar, sum gingu til í Kvívík hjá Grøn presti. Hann var prestur í Norðurstreymoy frá 1914 til 1940. Hetta var ein hugnalig tíð. Tað var altíð onkur spiloppari uppi í. Ein, eg serliga minnist, var Dalberg úr Kollafirði, beiggi trúboðaran Johan Hansen. Hann sigldi leingi við Sundaferguni. Vit gingu at lesa í Kvívík, har eg búði hjá Jóannes og Fíu á Eyst­ aruhellu. Har var gott at vera. Vit vóru sjey konfirmantar hjá teimum, fimm gentur, sum svóvu í stovuni, og tveir dreingir svóvu uppi á loftinum. Eg plagdi at fara út við Fíu at hoyggja seinnapartar. Tað hevði ikki verið góður terri, tí var hoyggingin ikki liðug enn, hóast tað var liðið so langt út. Vit gingu at lesa í 14 dagar. Vit høvdu eisini okkara frítíð. Men tað var ikki lukkuligt, um vit vóru longri úti enn til klokkan 10 á kvøldi. Hetta hevði Grøn ásett. Tá var ikki so lætt at ferðast sum nú. Pápi var burtur, og abbi kom við mær til Kvívíkar til gongu. Tá máttu vera tvær konfirma­ tión­ir. Ein var í Vestmanna og hin í Haldórsvík, har eg varð kon­ firmerað. Tað var ikki pláss fyri øllum í bert eini kirkju. Tá stóðu konfirmantarnir út eftir gólvinum báðu megin við stólunum. Hesum var ikki pláss fyri bert í eini kirkju. Vit fingu hvør sítt bíbliuorð at læra uttanat, og hetta skuldu vit duga til konfirmatiónina. Eg minnist, at mítt var Opin­ ber­ingin, kapittul 7, 9. ørindi, sum ljóðar so: “Eftir hetta sá eg, og sí, stórur skari, sum eingin var førur at telja, av øllum fólkasløgum og ættum og tjóðum og tungumálum; teir stóðu frammi fyri hásætinum og frammi fyri lambinum, skrýddir í longum hvítum klæðum, og høvdu pálmagreinar í hondunum.” Tá var tað kortini á donskum. Tað var ymiskt, sum evnini vóru hjá teimum ymsu konfirmantunum. Men hjá teimum, sum vóru verri fyri at læra uttanat, vóru uppgávurnar hareftir. So øll fingu prestsins hond á høvdið. Eg helt tað vera so keðiligt, at vit við konfirmatiónina vóru sundur­ býtt, tá ið vit nú høvdu havt tað gott saman, meðan vit gingu til. Eftir konfirmatíónina byrjaði vaksnamannalívið Eftir konfirmatiónina varð eg heima í fyrsta umfari. Mamma var altíð so sjúk, so eg mátti hjálpa til heima. Eg var úti við 18 ár, áðrenn eg fór til Havnar. Tá fór eg til Katrinu, dóttir Zakaris í Garði, at hjálpa til í húsinum. Hon var gift við Jógvan Post. Hann var sonur Petur Snikk og Andreu í Borgarastovu. Har var eg so eina tíð. Tá kom Sanna Restorff at spyrja, um eg ikki kundi koma út til tey at hjálpa henni í húsinum. Hon var einkja eftir Poul Restorff, sum er kendur frá handlinum P.A. Restorff í Sigmundargøtu. Nú var tað son­ ur­in Andreas, sum rak hand­il­in. Íbúðin var í sama húsi sum hand­ ilin. Har dámdi mær so sera væl. Sanna var tá í handlinum, og eg ar- beiddi í húsinum. Eg var tó onkuntíð í handlinum. Eina ferð sigur Andre­ as við mammuna, at hon átti at gevast at arbeiða í handlinum. Tískil kom hon ikki longur at hava brúk fyri húshjálp. Hetta mátti hon so siga mær. Tað dámdi henni sera lítið, at vit nú máttu skiljast. Sanna var so sera góð við meg. Hetta var eitt ordans pláss at hava. Børnini Trygvi og Ebba búðu eisini inni har. Trygvi og eg vóru nakað javn­ gomul, so eg metti hann mestsum sum ein beiggja. Hann var ein ordi­ ligur pussfiskur. Eina ferð sendi mamman hann niðan til Sam Olsen at keypa ein náttpott. Hanniba, sonur Sam, spurdi, hvussu stórur hann skuldi vera. “Jú, hann skal passa til reyvina á mammu”, var svarið. Hetta var ikki niðuraftur lagt. Dóttirin Rigmor var niðri tá, og Niels var giftur við Lilly úr Klaksvík. Hann tók sær av bryggjarínum, sum tá var í kjallaranum. Í handlinum ar­beiddi eisini Ingibjørg, kona Andreas. Poul Restoff, var sonur Andreas W. Restorff, sum aftur var sonur gamla Martin C. Restorff, sum saman við síni ætt gjørdi so nógv um seg í Føroyum frá seinna parti av 19. øld. Tað var Andreas, sum hevði bygt hesi húsini. Poul var eins og nógvir Restorff­ arar kendur sum ein framúr tón­ leikari, og tað sama vóru børnini hjá honum. Andreas var giftur inn og hevði ein kvist og eitt kamari. Men á hinum kvistinum var tónleikur stóran part av tíðini. Har kom Verland Johansen, sum giftist við Ebbu. Ein, sum eisini kom saman við øðrum, var Stig Ras­mussen, sum seinni giftist til Gøtu. Hetta man hava verið “Goggan”, sum hevur vant. Poul byrjaði at handla á Landa­ vegnum í 1919. Árið eftir flytur hann handilin heim í Sigmundargøtu, har hann hevur verið síðani, nú sum ein PE handil. Poul byrjaði ein nýggjan tátt í handilslívinum í Havn. Hann læt kundarnar keypa uppá borg. Hetta gekk sera væl í fyrsta umfari. Nógv varð selt og skrivað. Men verri var, tá ið pengarnir skuldu krevjast inn. Tá gekk ikki so væl, og børnini hjá Poul og Sonnu, sum fingu hesa uppgávu at ganga í húsini, fingu heldur ikki altíð ta bestu móttøkuna. Samstundis var kreppa, sum ikki eina ferð, og handilin var um at fara á húsagang, men varð endurreistur í fyrsta umfari. Poul doyði í 1929. Sonurin Andreas sigldi tá úti í heimi og ætlaði sær eina framtíð sum sjó­ maður. Tá fær hann fjarrit um at koma heim, tí pápin er deyður og handilin var stongdur. Tað stóð nógv á honum, men hann hevði veruliga einki val. Hann Hensia: Konfirmerað og síðan til arbeiðis Nú er Hensia komin so langt í lívinum, at hon verður konfirmerað. Hon fer at arbeiða í Havn m.a. hjá Sonnu Restorff og á Sjómansheiminum Hensia Jacobsen Húsini og handilin hjá Poul Restorff Sanna Restorff var góð at vera hjá V.f. systrarnar Jonna og Hensia saman við systkinabarninum Johild