mikudagur 11. januar 2012síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 11. januar 2012 · Nr. 5
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo
kom heim og fekk latið handilin
upp aftur, og hann rak handilin
alla sína tíð.
Sanna var úr Hvalba. Hon var
systir tann kenda skiparan Jenis á
Heyggi. Denna Mohr, kona Kjartan,
var systkinabarn hennara. Denna
arbeiddi eisini í sínum ungu døgum
í handlinum. Hon kom eisini javnan
til Sannu at vitja. Eg minnist, at
hon plagdi at hava synirnar Poul
og Høgna við sær. Høgni var so
friðarligur og gjørdi ikki nógv um
seg. Men Poul var meira buldra
sligur. Tá plagdi eg at fáa til upp
gávu at fara túr við teimum. So var
friður av Poul ta løtuna!
Her var so stuttligt, tí tað komu
so nógv fólk inn á gólvið. Ein,
sum eg eisini minnist, var Oluffa
á Frælsinum, sum var gift við Jo
hannes Simonsen, av Brúnni, í
Norðragøtu. Hon var kend fyri
sítt lætta sinni og fyri at vera sera
skemtingarsom.
Sanna var eitt deiligt
menniskja
Sanna Restorff var eitt sovorðið
deiligt menniskja at vera hjá. Tá ið
eg skuldi vaska klæði í kjallaranum,
fór hon sjálv upp at kynda undir
grýtuna. So plagdi hon at siga:
“Hensia, góða, nú er vatnið heitt.”
So fór eg upp, fekk drekka, og
so báðar oman at vaska. Tá var tað
soleiðis, at man vaskaði við fyrra
vatni, skolaðu í millum og vaskaðu
so aftur við seinna vatni. Hon
trallaði og sang altíð. So kundi hon
taka til: “Ere vi små, så ere vi raske”.
Tá ið vit vóru lidnar at vaska og at
hanga klæðini upp, segði hon: “Far
nú og legg teg eina løtu, góða, tú fór
so tíðliga upp í morgun.”
Tá ið eg vaknaði aftur, stóð hon
við bakka við nátturða framman
fyri mær. So fór eg upp, vaskaði
upp frá nátturða, og so fekk eg frí.
Soleiðis var lívið tá.
Hósdagur var fastur frídagur.
Tað var so ymiskt við frídøgum hjá
arbeiðsgentum. Summar høvdu frí
mikudagar.
Tey hjá Sonnu vóru so ótrúliga
trúføst. Eftir, at eg var gift til Gøtu,
komu tey øll javnan at ferðast, ella
tey komu inn á gólvið, um leiðin
gekk framvið.
Sanna gjørdist heilt gomul. Hon
doyði í 1970, og tá var hon 93 ár. Hon
er jarðað saman við Poul í gamla
kirkjugarði beint við teirra gamla
handil og bústað.
Á sjómansheimið
Tá ið eg fór frá Sannu, komu boð av
sjómansheiminum, um eg ikki vildi
koma har at arbeiða.
Sjómansheimið var tá rættiliga
nýtt. Tað var bygt í 1923. Millum
stigtakararnar at fáa tað bygt
vóru so frægir menn sum Frants
Restorff, kendur sum bakari, Valde
mar Lützen og Petur Poulsen, Petur
Snikk. Hesir høvdu ikki nógv við
sjógvin at gera, men teir høvdu
hjarta fyri sjófólki.
Fyrsta leiðaraparið vóru Tomina
og Harald Joensen úr Miðvági. Ein
sonur teirra var J.K. Joensen, serliga
kendur frá snellunum vesturi í
Vágunum. Tey sótu fram til árslok
1939. Tá tók dóttir teirra Olivia við,
og sat hon fram til árslok 1945.
Tá ið eg komi inn á sjómans
heimið, tá siga tey, at “nú er
økonoman komin”. Eg sigi: “Ha?
Eg taki ikki tað plássið, tað geri eg
ikki.” Hetta var als ikki tað, sum eg
roknaði við.
So sigur Olivia: “Eg skal koma at
hjálpa tær í køkinum nakrar dagar”.
Hon var tveir dagar, tá sá eg hana
ikki aftur. So mátti eg bara klára
meg sjálva, og tað vísti seg eisini at
ganga væl.
Tá var pápin hennara Harald
framvegis stjóri, men Olivia tók
við eftir hann. Eg kom júst í hesum
skiftinum.
Olivia var annars gift við Óla,
skiparanum á “Fossanes”, sum gekk
burtur í 1938. Hon giftist aftur við
einum norðmanni og búsettist í
Noregi.
Tað vóru 5 gentur, sum arbeiddu
á sjómansheiminum. Har var nógv
at gera, tí tað kom so nógv fólk á sjó
mansheimið bæði at gista og eta.
Eg var eina tíð saman við Monu f.
Mikkelsen, ættað úr Syðrugøtu. Hon
giftist eisini við einum norðmanni,
Thoralf, sum kom á sjómansheimið
undir krígnum. Hon var eini tvey ár
yngri enn eg. Maðurin er deyður,
men hon livir enn. Hon og børnini
Annelina og Thor vóru í Føroyum
í 2009, og tey vóru í mínum 90 ára
føðingardegi.
Tað var so stríggið undir krígnum,
tí tað var nógv, sum tað ikki var so
lætt at fáa. Men vit dugdu at laga
okkum til tað. Eina ferð um vikuna
keyptu vit reyðsprøkur og tungur
úr Vestmanna til døgurðamat. Tær
skuldu so reinsast, og tað var ikki so
lætt við slíkum hálum flatfiski. Men
tá kom Harald við eini stálbust. Tá
gekk tað so nógv skjótari.
Til døgurðan hoyrdi eisini suppa.
Vit plagdu at hava breyðsuppu,
reyða og hvíta sagosuppu, rísvelling
og rísgreyt við rosinum, kanelsukri
og saft.
Sjómansheimið hevði stóran
týdning tá í tíðini. Men tíðir broyt
ast. Fyri nøkrum árum síðani
gjørdist sjómansheimið eitt vanligt
hotell.
Aftaná at eg var farin av Sjó
mansheiminum, fór er at arbeiða í
húsunum hjá Wensil Petersen, har
bretskir heryvirmenn búðu. Hetta
var omanfyri Sápuhúsið. Hermenn
búðu eisini hjá landslæknanum,
og tað var ein donsk kvinna, sum
arbeiddi har, sum bað meg til hetta
arbeiðið.
Eg hevði fingið 45 kr. um mán
aðin í løn á Sjómansheiminum. Í
hesum starvinum bjóðaðu tey mær
45 kr. um vikuna. Hetta var sera góð
løn, so eg játtaði at koma.
Har skuldi eg gera mat. Eg dugdi
ikki eitt orð av enskum, tá ið eg
byrjaði. Men eg fekk at vita, at so
mikið lærdi eg skjótt, at eg fór at
klára meg.
Men eg kom væl eftir tí enska
málinum. Ein korpurálur, sum
hevði við innkeyp og slíkt at gera,
var so óførur at læra frá sær. Hann
hevði fingið hendur á eina danska-
enska orðabók. So var nakað eg
ikki skilti, so kundi hetta finnast í
orðabókini. Har var deiligt at vera.
Men teir vóru nokk so kræsnir við
mati. Teir skuldu hava fimm rættir
til døgurðan, men teir ótu so lítið
av hvørjum. Morgunmatur var kl.
10, og so var eg frí til umleið trý
tíðina, tá ið eg byrjaði at fyrireika
til døgurðan, sum bleiv etin um
kvøldið.
Vit vóru níggju fólk um at passa
11 heryvirmenn.
Eg var bara einar tríggjar mán
aðir
hjá
eingilskmonnunum.
Mamma bleiv so sjúk, og so mátti
eg fara heim til Streymnesar.
Ískoyti til fjórða part:
Tá vóru umrødd Jetta og Per í
Streymnesi. Tey fingu umframt
Onnu Sofíu 10 børn.
Komandi partur
Hensia varð forlovað við
Hendrikki Dahl í 1938. Men
hetta gekk ikki væl. Longu
í 1939 druknaði hann beint
eftir at vera komin heim
úr Grønlandi tann tiltikna
túrin við “Niels Finsen”.
Frá Sonnu Restorff fór Hensia at arbeiða á Sjómansheiminum
Restorffs Bryggjarí var í kjallaranum. Rigmor stendur við proppamaskinuna.
Fremst situr Niels og tappar øl. Millum tey bæði er ein dani