Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. januar 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. januar 2012 · Nr. 6 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nøvn Gerda var ættað av Nesi á Toftum. Foreldrini vóru Kristi­anna og Mads Nesá – fyrr Hansen. Gerda var fimta barnið av einum systkinaflokki upp á tíggju. Sum blaðung kom hon til Fuglafjarðar, har hon fann sær mann. Kaj er sonur Mariu og Hans, Eiðis- Hans. Tey búsettust í barna­ heiminum hjá Kaj, har tey komu at hava tað sera gott. Gerda bleiv væl móttikin av verðforeldrunum, og hon var eisini góð við tey. Gerda og Kaj fingu fýra børn: Maria, fødd í 1971, býr í Danmark. Kristianna, fødd í 1972, býr í Havn, Harda, fødd í 1973, býr í Australia og Mads Helgi, føddur í 1977 og býr í Havn. Ommu- og abbabørnini eru ellivu í tali. Góða Gerda. Ringt er at skilja at tú ikki ert ímillum okkum meira. Væl vistu vit, at tú bart upp á eina álvarsliga sjúku, men at tað skuldi ganga so skjótt, varnaðust vit ikki. Fyri bert einum ári síðan, fóru tit niður til Danmark at halda jól saman við Mariu og familju hennara. Heimafturkomin segði tú at tú ikki hevði havt tað so gott á jólum. Fýra vikur eftir hetta – fyrst í februar – fekst tú tey tungu boðini um hvat tær feilti. Vit í bindiklubbanum sóðu teg ikki aftur fyrr enn aftan á summarsteðgin. Síð­an vart tú hvørt kvøld, líka til fyrst í november, og júst hetta seinasta kvøldið steðgaði tú longri á enn tú hevði gjørt, síðan tú bleivst sjúk. Tá royndi tú at binda tær jólagávur, sum tíni skuldu fáa. Ikki varnaðust vit at bert fimm vikur eftir hetta kvøldið, vart tú farin foldum frá. Hóast tú ikki vart eldri enn vit, høvdu vit teg sum eina fyrimynd. Tú vart altíð góð í ráðum, bæði viðvíkjandi heimi, og tí góða mati tú borðreiddi við. Vit øll, sum kendu teg, vistu hvussu gott tú ynskti at síggja út, altíð líka snøgg og føgur á at líta. Sjálvt um tú vart sjúk, hevði tú ikki mist stoltleikan. Tað var altíð so hugnaligt at koma inn í heim tykkara – heitt og fjálgt – tú byrjaði at pynta uttan fyri við liv­ andi ljósum og blómum fyri okkum á veg niðan at hús­ un­um. Hatta var bara tú, góða Gerda, tú vart altíð so umhugsin. Skuldu vita fara ein túr við bindiklubbanum, vart tú altíð klár, kvik og røsk sum fáur. Tað verður eitt stórt tómrúm eftir teg nú árið 2012 og bindiklubburin byrjar aftur. Tankarnir leita aftur til tín. Vit vónaðu og bóðu um at tú skuldi gerast frísk, men soleiðis skuldi tað ikki blíva. Sum tú einafer segði, tá tú misti ein av tykkara: “Tað fellur ikki ein spurvur til jarðar, uttan tað er Guds vilji.” Góði Kaj. Vit hugsað eisini nógvv um teg og tíni. Vit vistu hvussu nógv tit høvdu at týða fyri Gerdu, og hon fyri tykkum. Má Jesus pápi styrkja tykkum í hesi sváru tíð. Ærað verið minnið um okkara góðu vinkonu. Bindiklubburin Ebba, Rosith, Birita, Jonny og Malan Minningarorð um Gerdu Poulsen * 03.01.1955 †06.12.2011 Føðingar 3. januar fingu Astrið Breckmann og Jógvan Poulsen, Tórshavn, eina fitta, lítla dóttur. Hon vigaði 3310 gr og var 5 3cm long. Hon eitur Lý Breckmann. 11. desember fingu Lena Fríðunn á Ørg og Heri í Garðinum, búsitandi í Odense, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3475 gr. Hann varð føddur á Odense Universitets Hospital. 30. desember fingu Sanna Emilia og Jarand Dulavík ein lítlabeiggja. Hann vigaði 2709 gr og var 49 cm langur. Foreldrini eita Bartal og Monika og búgva tey í Aabybro. 30. desember fingu Helena Egholm og Rókur Jákupsson Jakobsen, Tórshavn, tvíburðar, dreingir. Annar var 49 cm langur og vigaði 2440 gr, hin 46 cm og vigaði 2330 gr. 5. januar fingu Rut Smith Láadal og Jóhannus Eystur­tún Láadal, Toftir, ein son. Hann vigaði 3265 gr og var 52 cm langur. 6. januar fingu Irena Jespersen, Tvøroyri, og Bjarni Bech, Porkeri, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 3880 gr. 4. januar fingu Herbjørg H. Jøkladal og Ludvík við Stein av Glyvrum ein son. Hann vigaði 4330 gr og var 54 cm langur. Á myndini sita Sólja og Jøkil við Stein undir lítlabeiggjanum. Minningarorð um Jórun Johannesen Fødd 23-10-1954 Deyð 03-01-2012 Jórun er farin. Hon er farin til Harran. Eg bleiv kløkk og illa við týsdagin 3. januar 2012, tá eg hoyrdi, at Jórun var deyð. Tað tekur tíð, áðrenn tað ordiliga gongur upp fyri einum. Tað gekk nokk ikki ordi­liga upp fyri mær, fyrr enn eg var til jarðarferð og sá kistuna við mynd av henni uppiá. Góð mynd, hennara deiliga útstráling kom væl til sjóndar á myndini. Tað er løgið, sum lívið form­ar seg. 14-ára gomul ar­ beiddi eg á Harenga í Gøtu eina summarferiu, arbeiddi saman við Sólarn. Minnist tú, Sólarn? Hvør skuldi trúð tá, at eg 15-20 ár seinni skuldi koma at kenna mammu tína, at hon skuldi koma tætt uppá meg og Rúnu? Hon var ein góð hjálp, góður stuðul. Mann merkti beinanvegin, at hon var umsorganarfull, fitt og blíð. Hon var stillfør, ein fjálgur persónur at vera saman við. Hon dugdi væl við Rúnu. Um tíð var til tess, hevði hon ruddað køkin í eini handavending. Gita, um eg var glað? Ja, ordilig og ófør var hon eisini. Ann, góða, kenni teg frá Miðnámsskúlanum. Sigi tað sama sum við Sólarn, hvør skuldi trúð, at mamma tín skuldi koma tætt uppá meg og mítt lív? Men tað eri glað fyri. Takksom fyri at hava kent mammu tína. Eg kenni ikki so væl tykk­ um bæði yngstu, Hannis og Elinborg. Men eitt veit eg, hon snakkaði nógv um tykkum øll 4 og hevði nógva umsorgan fyri tykkum øllum, og sínum ommubørnum ikki at gloyma. Eftir at Jórun ikki kom heim til mín longur, ikki var stuðul longur, møttust vit ikki so ofta og snakkaðu ikki so nógv saman. Men hon var altíð líka blíð, hon var so blíð við Rúnu altíð. Soleiðis minnist Rúna hana, at hon altíð var so fitt við seg. ”Hon gav mær altíð okkurt slikk, tá vit vóru inni í Magn”, sigur hon t.d. Eftir eg fekk boðini, at Jórun var deyð, fór eg at hugsa um, at beint áðrenn jól møtti eg henni í Bónus, og vit snakkaðu nógv og leingi. Hvørgin neyvan havt góða tíð at roksa í jólaresinum, men tað gjørdu vit, snakkaðu rættiliga nógv og leingi. Minnist tú, Ann? Tú vart við tann dagin. Eg eri ómetaliga glað fyri, at eg fekk møguleika at snakka við hana, stutt áðrenn hon fór herfrá. Takksom. Eg endi við at nevna, at tað er rættiliga spesielt við tilknýtinum millum Gøtu og Tvøroyri. Jórun var úr Gøtu, og mamma mín er eisini úr Gøtu, og báðar búsett seg á Tvøroyri. Tí havi eg tilknýti til bygdina. Tí arbeiddi eg har sum 14-ára gomul, og nógv ár seinni búsetti eg meg eisini í Gøtu í 2 ár, tá eg undirvísti á Kambsdali. Haðani eru Jórun og mamma mín ættaðar, í Gøtu kom eg at kenna Sólarn, og so løgið, sum tað er, so varð tað Jórun, sum kom sum ein eingil, tá eg hevði brúk fyri tí. Takksom. Til seinast vil eg bara sýna okkara djúpastu samkenslu við tykkum, sum sita eftir, John Andrew, Sólarn, Ann, Hannis og Elinborg. Harrin styrki tykkum. Friður veri við Jórun. Ein síðsta heilsan Hanna Vang við familju'