fríggjadagur 13. januar 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 13. januar 2012 · Nr. 6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tøkk
Hjartaliga takki eg tykkum øllum, sum á
ymiskan hátt gleddu meg á 100 ára
føðingardegnum 2. januar 2012.
Takk fyri heilsanir, vitjanir, gávur, blómur
og talur. Takk fyri kórsang og dans.
Ein serlig tøkk til starvsfólkið
á Ellisheiminum.
Við ynski um eitt gott nýggjár.
Blíðar heilsanir
Johanna Dalsgarð
TØKK
Í morgin leygardagin verður
Ebba Ziska í Havn 90 ár.
Ebba er ættað av Húsum
og giftist við Marius Ziska
í Havn. Eg havi havt tað
eydnu at kenna Ebbu í mong
ár. Tað kann sigast, at hon er
ein tann elsti unglingurin,
sum eg kenni.
Hóast sín aldur á pappír
inum er hon so ung í sinni
sum nakar. Hon er ótrúliga
skilagóð, og er nakað sum
hevur samband við Húsar
ella Geila-ættina í Havn,
sum hon giftist inn í, so er
bara at fara inn at spyrja
Ebbu, og altíð fylgir ein
drekkamunnur við!
Lívið hevur ikki bert
verið ein dansur á rósum.
Marius, sum var prentari,
doyði ungur. Men Ebba fall
ikki í fátt. Saman við Bjarka
og Suna helt Ebba fram við
prentsmiðjuni, og tað var
fast hjá henni í mong ár at
prenta serviettar til brúdleyp
og konfirmatiónir.
Teirra heim í Bøkjara
brekku gjørdist ein talv
klekingarmiðdepil. Synirnir
hava góð evni í so máta.
Og hjá Ebbu var altíð opið
hús. Har komu vinirnir
hjá synunum inn at telva.
Teir sótu í øllum krókum
í húsinum, meðan Ebba
hjúklaði um teir. Ùrslitið
er eisini sjónligt. Eitt av
teimum er ommusonurin
Helgi Dam Ziska, ein av
okkara fremstu telvarum.
Ebba og Marius fingu
átta
børn.
Fleiri
teirra
búgva í Danmark. Men tað
forðar ikki Ebbu. Hon er á
hvørjum ári í Danmark og
vitjar síni børn, ommubørn
og langommubørn, eins og
tey vitja hana í Føroyum, og
tá stendur hon á høvdinum
fyri teimum.
Góða Ebba. Hjartaliga
tillukku við teimum 90
árunum, sum ikki síggjast
á tær, og takk fyri vinskap í
mong ár.
Óli
Ebba Ziska 90 ár
KLAKSVÍK Seinnapartin í
dag, fríggjadag fær Klaks
víkar
kommuna
handað
eitt FIFA II Star-góðkenn
ingarskjal av nýggja gras
líkisvøllinum í Klaksvík.
Í
sambandi
við
at
graslíki
í
fjørsummar
varð lagt á fótbóltsvøllin
við Djúpumýru, varð ein
kanning av honum gjørd.
Hesa hava almennu fót
bóltsmyndugleikarnir – FSF,
UEFA og FIFA – fyriskipað
eina kanning og góðkenning
av vøllinum, har staðfest
er, at vøllurin lýkur settar
treytir fyri hesi altjóða
góðkenning.
Tað er leverandørurin av
vøllinum, Polytan, sum við
hetta hátíðarhaldið fer at
handa kommununi FIFA II
Star-góðkenningarskjalið.
Tiltakið
byrjar
kl.
15, og verða umboð fyri
FSF,
Klaksvíkar
býráð,
KÍ, Polytan og onnur til
staðar.
Nú er vøllurin FIFA-góðkendur
Svar til Høgna Hoydal
Høgni Hoydal hevur í dag
at m.a. mær fyri at tað eg
havi sagt um makrelmálið
á fólkatingi. Hann heldur
at »Tað má og skal vera
Føroya landsstýri, ið førir
orðið og stendur fyri øllum
samráðingum við heimild
frá Føroya Løgtingi.«
Sjálvandi er tað lands
stýrið – einans landsstýrið
– ið skal føra hesar samráð
ingar.
Og tí havi eg aldrin –
aldrin nakrantíð og ikki á
nakran hátt! – blandað meg
uppí samráðingarnar.
Eg havi einans tosað um
eitt mál, sum er til viðgerðar
í stjórnini og fólkatinginum:
Nevniliga
sanktiónir
av
Føroyum. Tað hevði verið
løgið, um eg einki meinti ella
segði um tað.
Ósemjan hevur eisini
verið fyri í Norðurlandaráð
num, og har havi eg – eins
og aðrir limir – talað fyri og
tikið undir við eini samtykt
um, at makrelbýtið skal
gerast við støði í tí veruleika,
at stovnurin hevur flutt
seg inn í m.a. føroyskan
sjógv. Heldur ikki tað er at
blanda seg uppí sjálvar sam
ráðingarnar.
Sjúrður Skaale
Kjak