fríggjadagur 13. januar 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. januar 2012 · Nr. 6
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
– onkur hevur ført fram,
at X-Factor ikki kann
verða ein lopfjøl til tað
stóra – har, eri eg púrt
ósamdur!
Eg ætlaði ikki at leggja
út við nøkrum, men, nú
tað er komið fram, at tað
ikki kann roknast við
nøkrum, fyri tey, sum
vilja royna seg í donsku
tónleikakappingini, kann
eg ikki lata vera við at
blanda meg.
Tað er yvirhøvur ongin
meining í, at koma við
slíkum og haldi, at tað
eigur ikki at finna stað, at
onkur einstaklingur bara
soleiðis fær rúmd í einum
miðli og kann gera slíka
niðurstøðu – hvat skal
slíkt og hvat kunnu hesir
spírarnir brúka hetta til?
Er tað ikki betri at lyfta
tey upp, uttan at hetta
endiliga skal geva falskar
vónir, tí, fyri hesi, er hetta
kanska tann størsta vónin
um at nýta síni evni til at
vísa, at tey hava eitt ella
annað, sum kann føra tey
og teirra dreym út í ein
møguligan veruleika.
Onkrir av fyrrverandi
luttakarunum hava ikki
klárað seg so illa, ella?
Tað er ómetaliga lætt
at finnast at, men ofta er
trupulleikan at koma við
tí uppbyggjandi og posi
tiva.
Veit ikki rættiliga hví,
men er hetta neyvan bor
ið av tí konstruktiva og
framhyggjandi, sum kann
fáa okkara tónleika- og
mentanarlív at nørast.
Ynski tykkum alt tað
besta – “you make me
proud” – at eg kann kalla
meg ein “tórshavnara” og
føroying
Talentini
eiga vit,
men hvør
vísir
vegin?
Fríðálvur Jensen
Stútt og støðugt verða øll mið
og mál – og seigliga vunnin
rættindi – skúgvað til viks og
undirgrivin í hesi politisku
undantaksstøðuni, Føroyar
eru endaðar í.
Nú eru knappliga okkara
hart vunnu rættindi til at
skipa fiskiskap í egnum sjógvi
– í hesum føri eftir makreli –
vorðið eitt mál, hvørs lagna
skal avgerast á donskum
ráðharrastovum,
millum
danskar fólkatingsmenn og
í einum rættiliga pínligum
politiskum og persónligum
spinnaríi millum tveir før
oyskar fólkatingsmenn.
Hetta er sum at fara fleiri
áratíggju aftur í tíðina – ella
meira enn hálva øld aftur.
Har tað nú aftur skal vera
danska stjórnin og vælvild,
tilvild ella mótvilji millum
danskar politikarar, ið skal
avgera týdningarmikil mál
fyri føroysku tjóðina.
Tað var um hesa støðu, at
Jóannes Patursson yrkti fyri
nærum einari øld síðani:
“Og løgtingið rykt er frá
stýri aftan úr rong,
og samankroyst á tvinnar
danskar krakkar (...)
Sig so her ráða føroyingar í
Føroyum.”
Makrelur í egnari sós?
Tað ber jú als ikki til, at av
gerðir
verða
tiknar
ella
samráðingarstyrki heft at,
hvat tveir føroyskir fólka
tingslimir finna uppá og
hvat teir gartera í press
uni við. Tað skaðar okkara
samráðingarstøðu almikið,
tí okkara samráðingarmót
partar fylgja væl við í teimum
ósemjum og profileringum,
sum fara fram í pressuni.
Tað má og skal vera
Føroya landsstýri, ið førir
orðið og stendur fyri øllum
samráðingum við heimild
frá Føroya Løgtingi. Og sum
stendur til svars mótvegis
Løgtinginum og mótvegis
Føroya fólki fyri úrslitinum.
Hetta er eisini galdandi fyri
samráðingar við danskar
myndugleikar.
Annars verður talan um
reina tilvild og afturvending
til støðuna í amtstíðini, tá til
dømis
sambandstinglimir
í
danska
landstinginum
og fólkatinginum vóru av
gerandi fyri rættindi før
oyinga. Teir samstarvaðu
við donsku flokkarnar og
danskar stjórnir, og forðaðu
á tann hátt fyri sjálvsøgdum
rættindum
hjá
føroyska
málinum, útbyggingum av
samfelagnum
og
øðrum
týðandi stigum á sjálvstýris
leið.
Tjóðarrættindi hava
vit sjálv vunnið
Veruleikin er jú tann, at
okkara
hjálandastøða
og
heimastýrisskipanin
ikki
eru bygdar á altjóða rættindi
og fólkaræði. Tær loyva á
pappírinum
ikki
nakran
leiklut og nakra støðu hjá
føroysku tjóðini at taka
sjálvstøðugan lut á altjóða
pallinum og at vinna okkum
rættindi.
Men bert tí vit hava
havt eina áhaldandi tjóð
skaparrørslu og ein miðvísan
vilja til at bróta teir garðar
niður, sum forða fyri at
menna hetta landið, hevur
eydnast at vinna okkum
týdningarmikil
rættindi.
– Rættindi, sum í dag eru
framtíðar
grundarlagið
undir føroysku tjóðini, og
sum kanska mongum í dag
tykjast sjálvsøgd. Men sum
bara eru vunnin við at taka
egna støðu, at sleppa hørðu
sambandsmótstøðuni og við
ikki lata samráðingarrætt til
aðrar myndugleikar at gera
av.
Egið fiskimark – hóast
sterka mótstøðu
Tak nú bara stríðið fyri
yvirhøvur at skipa egið
fiskimark. Í mong harr
ans ár var eitt stríð við
danskar
myndugleikar
um hetta mál. Danmark
hevði onnur áhugamál at
røkja, tí tað ynskti góðar
handilssáttmálar og aðrar
avtalur við Bretland. Og
tí gingu so mong ár (har
sambandsflokkurin arbeiddi
hart ímóti egnum fiskimarki
og segði at Danmark heldur
skuldi orðna viðurskiftini
fyri okkum) til vit loksins
við einum meiriluta á tingi
fingu fyrst 12 fjórðinga fiski
mark. Og síðani 200 fjórð
inga fiskimark, tá nýggi
altjóða havrættarsáttmálin
fekk gildi í 1977. Tá hevði
sambandsflokkurin
eisini
upprunaliga ta støðu, at vit
skuldu fylgja Danmark inn í
ES. Og høvdu vit fylgt tí, so
varð onki fiskiríkidømi at
býta ella umsita hjá okkum
í dag.
Egnar sáttmálar
við onnur lond
Og tað var eisini eftir hetta,
at vit fóru undir at sam
ráðast um egnar sáttmálar
við onnur lond um fiski
rættindi.
Á
pappírinum
varð hetta ikki møguligt,
men við einum sterkum
landsstýri og meiriluta á
Løgtingi, eydnaðist eisini
at bróta hesar garðar niður
og vinna okkum rættindi.
Tað varð jú tá staðfest, at
meðan Danmark var farið
inn í ES, so noyddust vit
sjálv at gera avtalur við ES
á fiskivinnuøkinum – har
Danmark eisini var mót
partur.
Fáur hevur síðani roynt at
spola tíðina aftur og at billa
føroyingum inn, at tað er ein
spurningur um vælvild frá
donskum
myndugleikum
og politikarum, at vit vinna
okkum fiskirættindi. Dan
mark røkir sjálvsagt síni
áhugamál, og tá tey ganga
ímóti teimum føroysku, so
skulu vit staðfesta tað, og
leggja okkara samráðingar
ætlan og -amboð eftir tí.
Í makrelstríðnum eiga vit
tildømis at hava tætt sam
starv við Ísland – uttan á
nakran hátt at billa okkum
inn, at Ísland ikki røkir síni
áhugamál fyrst og fremst.
(Og vit kunnu bert ímynda
okkum, hvussu nógv fiski-
rættindi Ísland hevði havt,
um teir vóru heimastýri
undir Danmark og settu
sítt álit á samráðingarnar
og avgerðir skuldu takast á
Christiansborg).
Fullveldi er lykilin
til rættindi
At Danmark nú sum partur
av ES verður við til at sam
tykkja heimildir at at seta
tiltøk í verk ímóti Føroyum,
er ein avleiðing av teirri vána
ligu støðu vit hava á altjóða
pallinum sum eitt heima
stýrisligt hjáland. Hetta er
eitt prógv um, at fullveldi
er lykilin til at vinna okkum
altjóða støðu, har vit kunnu
gagnnýta altjóða rætt og
felagsskapir í ávísum førum.
Um Føroyar til dømis
vinnur sær limaskap í altjóða
handilsfelagsskapinum
WTO, so kundu vit kært
revsiatgerðir hjá ES til dóms
hjá teimum. Vit hava jú
altjóða havrættarsáttmálan
á okkara síðu, ið staðfestir
rættin at fiska í egnum
sjógvi. (Og annars loyvir
WTO eisini londum limaskap,
ið ikki eru fult sjálvstøðug,
men hava egið tolldømi.
Tó heldur danska stjórnin
ikki hetta vera gjørligt hjá
Føroyum og vísir til hasa
ólukku
uttanríkispolitisku
heimildarlógina,
ið
sig
ur, at har Danmark er
frammanundan,
kunnu
Føroyar ikki gerast limur).
Bera í bøtuflaka fyri
hjálandastøðuni
Heldur
enn
at
sláa
fast, at tað eru føroyskir
myndugleikar, sum skulu taka
allar avgerðir og standa fyri
øllum samráðingum í hesum
máli. Heldur enn at gera
staðiliga vart við, at Føroyar
eiga at hava full rættindi
í altjóða samfelagnum til
tess at mennast – og at tað
tí er neyðugt at Føroyar
gerast sjálvstøðugt land við
egnum
uttanríkispolitikki.
So
síggja
vit
nú
bæði
fólkatingsumboðini kappast
um at bera í bøtuflaka fyri
donsku stjórnina og fyri hesa
óvirðiligu hjálandastøðuna,
sum skal pyntast og pakkast
inn.
Hetta haldi eg á ongan
hátt er umboðandi fyri tann
stóra partin av Føroya fólki,
sum vil hava fólkaræði og
einar frælsar Føroyar.
Bidda um vælvild
Hetta er at spola langt aftur
í tíðina og at gera okkum til
biddarar um vælvild – tað
veri seg pening ella annan
stuðul – frá donsku stjór
nini.
Og eisini her hóska orðini
hjá Jóannesi Patursson:
“Tað tykist okkum fjálgast
at vera eins og kú,
ið livir væl á sínum
heimabeiti.”
Sig so her ráða føroyingar í Føroyum...
Høgni Hoydal
Fari hervið staðiliga at heita á tey føroysku fólkatingsumboðini um beinanvegin
at gevast við at draga føroysk tjóðarrættindi niður í eitt danskt innanríkispolitiskt
putlispæl. Hetta undirgrevur allar fólkaræðisligar mannagongdir og
møguleikan at halda nakran til svars. Og hetta ber í bøtuflaka fyri eina avoldaða
hjálandaskipan, ið ongantíð hevur tryggjað okkum nøkur altjóða rættindi