fríggjadagur 13. januar 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 13. januar 2012 · Nr. 6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Tey seinastu árini havi eg
mangar ferðir í almenna
kjakinum víst á hvussu al
neyðugt tað er at saðla um á
eldraøkinum. Havi roynt at
víst á hvussu neyðugt tað er
at arbeiða fyribyrgjandi og
at hava ein miðvísan eldra
politik, sum gevur okkara
borgarum møguleika til at
vera longst møguligt búgv
andi í egnum heimi.
Samsvarandi
málunum
hjá WHO arbeiða fleiri av
londunum rundanum okk
um miðvíst við at skipa
fyri góðum fyribyrgjandi
heilsu og røktartænastum
sum skulu gera tað liviligari
hjá fólki sum eru komin
upp í árini. Somuleiðis vera
sosialar skipanir tillagaðar
tørvin hjá tí einstaka
Tær grundleggjandi tæn
astur sum skulu vera tilstaðar
fyri at fólk kunnu búgva
longst møguligt í egnum
bústaði eru t.d nøktandi
heimahjálp,
endurvenjing,
dagtilboð, eldraíbúðir, mat
tænastur, reingerðing, fyri
byrgjandi heimavitjanir o.s.
fr. Í teimum førum hetta ikki
ber til vegna heilsustøðu,
skal røktarheims ella sam
býlispláss sjálvsagt vera tøkt.
Fyri hvørja tænastu sum
verður skerd í grundleggjandi
tænastunum verður tørv
urin á røktarheims og sam
býlisplássum størri.
Í Føroyum hava vit sein
astu árini raðfest at byggja
út á røktarheimøkinum, og
hevur hetta eisini í ávísan
mun verið neyðugt. Tìverri
hava vit samstundis niður
raðfesta allar fyribyrgjandi
og heilsufremjandi tænastu.
Hetta viðførir so enn størri
tørv á stóvnsplássum.
Nærverkið kann í dag
vísa á at tað mangla 1100
tímar til heimahjálp um
vikuna í Føroyum, og tá er
reingerðingin ikki íroknað.
Tað er als ikki nøktandi
at so stórur partur av okkara
heimabúgvnadi eldru ikki fáa
nøktandi tænastu. Tí mælir
trivnaðarnevndin til at fáa
bøtt um hetta við at seta
fleiri
heimahjálparatímar
inn
Vónandi verður áheitanin
hjá Trivnaðarnevndini gingin
á møti.
1100 heimahjálparatímar
mangla um vikuna í Føroyum,
og tá er reingerðingin ikki við
Sirið Stenberg
limur í Trivnaðarnevndini
Tað er beista óheppið, at
meirilutin í Tórshavnar
býráð nú hevur flutt 2
mió kr av játtanini til
brúgv um Sandá til aðrar
íløgur.
Sum
formaður
í
Byggi- og býarskipanar
nevndini arbeiddi eg
saman við hinum nógv
fyri at gera brúnna um
Sandá ella í hvussu at
fara undir hana í hesum
valskeiðinum.
Argjafólk
úti
á
‘gomlu’ Argjum, uppi
á Hamrinum og Undir
Kongavarða hava leingi
lisið og biðið eftir einari
alternativari
(ovaru)
íbinding millum Argir
og Havnina.
At
nýggi
vegurin
varð gjørdur fyri 10-tals
miljónir úr Reynsgøtu
niðan á Hamaran hevði
nakað við Barnagarðin,
nýggja Argja Skúla og
tey skjótt túsund fólkini,
sum búgva og arbeiða
har uppi, at gera. Meiri
og nýggj bygging er
eisini á veg.
Men tíverri kemur
fíni vegurin ikki so væl
við, sum hann eigur,
fyrrenn nýggja brúgvin
verður gjørd um Sandá
við íbinding í Velbastað
vegin og Vestara Ring
veg.
Tað sigur seg sjálvt, at
øll Argjafólk hava hart
fyri neyðini at sleppa
millum
hús,
skúla,
barnagarð og arbeiði
eftir tveimum leiðum
og ikki sum higartil eftir
bert tí einu gomlu leiðini
oman í Sandágerði og
eftir gomlu brúnni.
Fínt, um tey skulu
á Vestara keiøki ella
oman í gomlu Havnini.
Men langt ífrá nóg gott
og alt ov drúgt, um tey
skulu
koyra
millum
Argir og vestara og
ovara býarpart ella til
Hoyvíkar og longri.
Tað er ein sannroynd,
at soleingi Argja- og
Havnarfólk noyðast at
troðka seg ígjøgnum
‘fløskuhálsin’
eftir
gomlu brúnni, tekur alt
ov langa tíð at koyra hjá
teimum flestu, serliga í
meldurtíð.
Er jarðarferð á Argj
um ella í Havn, er tað
ein torturur av sleppa
ígjøgnum við bili, so
leingi bert ein vegur og
brúgv er.
Tað
einasta
rætta
og neyðuga er at gera
nýggja brúgv um Sandá
og nýggjan veg oman
fyri Kirkjugarðin alt fyri
eitt. Kom so! Har er einki
at bíða við.
Fyrst brúgv
um Sandá
Bogi Andreasen
býráðslimur
Boðanesheimið nærkast
Halla Samuelsen
Forkvinna í sosiala nevnd
Tórshavnar býráðs
Býráðið hevur nú endaliga
samtykt sjóvarhitaskipanina
til Boðanesheimið. Hetta er
slóðbrótandi
orkuskipan,
har ikki ein dropi av dálkandi
olju verður nýttur til at hita
heimið við.
Nógv fokus hevur verið
á, um sjóvarorkan loysir
seg fíggjarliga ella ikki. Víst
dýrkaði ætlanin nógv, men
eg skilji ikki sjónarmiðið hjá
minnilutanum í býráðnum,
at fíggjarliga nyttan altíð
skal ganga fram um náttúru-
og umhvørvisatlit.
Hvussu oljuprísurin hætt
ar sær komandi 15-20 árini er
trupult at siga, og tí kann so
væl vera, at skipanin lønar
seg væl innaftur kortini.
Sjóvarhitaskipanin
er
rein og umhvørvisvinarlig,
og tað kann ikki gerast
upp í pengum aleina. Vit
hava ábyrgd fyri komandi
ættlarliðum, og eg fegnist tí
um, at meirilutin tók røttu
avgerðina.
Næsta stig
Øll, sum hava sína gongd
yviri við Strond, síggja, at
skjótt er allur bygningurin
innilokaður.
Næsta stig hjá kommun
uni er at fáa sett leiðara og
starvsfólk til Boðanesheimið.
Roknast skal við, at eini 80-
100 fólk skulu starvast á
heiminum.
Henda tilgongd byrjar
um nakrar vikur, tí nógv skal
skipast og fyrireikast, áðrenn
fyrstu búfólkini kunnu flyta
inn í oktober.
Eldraíbúðir
Øllum er greitt, at stórur
tørvur er á Boðanesheiminum
til tann bólkin av eldri, sum
er ringast fyri.
Kommunan arbeiðir eis
ini støðugt við at fjøltáttað
og
betrað
íbúðarsaman
setingina, herundir at fáa
til vega eldraíbúðir til teirra,
ið kunnu klára seg sjálvi í
hóskandi íbúð møguliga við
stuðli frá heimahjálp.
Kommunan hevur eisini
væl virkandi ráðgeving og
venjingar til eldri, so at tey
sjálvi støðugt kunnu halda
heilsustøðuna við líka. Hetta
arbeiðið, sum Heilræði ger
millum og fyri tey eldri,
hevur tí alstóran týdning
eisini við atliti at minka um
røktarheimstørvin og tí betri
tryggja teim eldru góð ellisár
i egnum heimi.
Havi roynt at víst á
hvussu neyðugt tað er
at arbeiða fyribyrgjandi
og at hava ein miðvísan
eldrapolitik
Kommunan arbeiðir
støðugt við at fjøltáttað
og betrað íbúðarsaman
setingina
Kom so!
Har er
einki at
bíða við