Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. januar 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. januar 2012 · Nr. 6 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Pætur Albinus Fyrsta dystin vunnu tær í gjár­ kvøldið trygt 3-0 ímóti Írlandi. Veikasta liðið Røddir vóru undan dystinum frammi um, at hetta írska lands­ liðið var tað veikasta í undan­ kapp­ingini, og um Føroyar skuldu vinna nakran dyst, so var hetta tann størsti møguleikin. – Vit hava møtt írska A-lands­ liðnum áður, og um vit skulu døma útfrá tí, so var hetta talan um veikasta liðið í kappingini. Tað var eisini tí, at vit løgdu dystin fyrst í kappingini, fyri at koma í gongd, sigur Niclas. Nervøs byrjan Føroysku genturnar høvdu eina spenta byrjan, men vunnu seg tó væl inn aftur í dystin og tóku fyrsta settið. Tað er tað ein grund­ geving fyri, sambært Niclasi Joensen, hjálparvenjara. – Tær sóu eitt sindur nervøsar út at byrja við og tordu ikki at sláa. Men síðani fór tað at koyra øgiliga væl. Serliga Femja (Mortensen, blðm.) spældi ótrúliga væl og hev­ur ment seg nógv, síðani hon var við á U19-liðnum í november. Men sjálvandi, allar spæla væl og yvir vanliga støðið, sigur Niclas Joensen. Liktinstein í kvøld Í kvøld kl.19.30 spæla føroysku genturnar ímóti Liktinstein, sum í gjár vann 3-0 á Luksemburg. Og sambært hjálparvenjaranum, so skulu tær føroysku eisini spæla upp til sítt allarbesta, um tær skulu hava nakran møguleika. – Vit skulu spæla upp til okk­ ara besta, um vit skulu klára tað. Tær hava eina ógvuliga góða í álops­partinum, so um vit standa væl í verjuni og fáa servurnar at koyra, kunnu vit leggja trýst á tær og stressa tær á tann hátt, sigur Niclas. Tvær finalur Eftir sigurin í gjárkvøldið er nú greitt, at tær føroysku bara skulu vinna ein dyst afturat, so hava tær tryggjað sær luttøku í EM-enda­ spæl­inum fyri smátjóðir, sum verð­ur leikt á Kýpros á páskum. Undankappingin er skipað í tveir bólkar. Meðan Føroyar skip­að fyri A-bólkinum, verður B-bólk­urin samstundis spældur á Malta. albinus@sosialurin.fo Pætur Albinus Fyri aðru ferð innan stutta tíð skip­ar Flogbóltssamband Føroya fyri stórari kapping í Føroyum. Í novemb­ur varð norðurlendsk kapp­ ing fyri U19-landslið hildin við góð­ um úrslitum sum avkasti, og nú um dagarnar verður EM-undankapping fyri U18-kvinnulandslið hildin. Hetta fer fram í Høllini á Hálsi, har tvey av teimum fýra liðunum í bólk­ inum sleppa til EM-endaspælið fyri smátjóðir, sum verður leikt í Kýpros á páskum. Løgdu støðið At síggja til vóru føroysku gent­ urnar eitt sindur raktar av nervum fyrstu løtuna, men tær lótu ikki Írland fara longri framvið enn so, at tær – tá ið tær spældu seg heitar – aftur kundi strúka framvið Írlandi og løgdu støðið í dystinum. Mót­tøkan sat væl og megnaði libero Femja Mortensen at stýra verj­uni ógvuliga væl. Írland hevði lítið annað enn stríðsvilja, men var tað eisini við til at skapa langar og góðar bóltar, sum føroysku gentur­ nar tíbetur oftast avgjørdu. Í álops­partinum var tað serliga Bára Silvans­dóttir, sum við vinstra armi sínum ferð eftir ferð langaði bóltar í gólvið. Føroyar hevði eina tepra leiðslu tað mesta av fyrsta settinum, og megnaðu tær eisini at halda høvdið kalt í einum rímiliga tøttum enda. Tær vunnu fyrsta settið 25-21. Flugu avstað Føroysku genturnar tóku góðu gongd­ina úr fyrsta setti við sær í ann­að sett – og kanska meiri enn tað. Áðrenn vit høvdu vent okk­ um, var Føroyar á odda 8-1. Írland arbeiddi nøkur stig aftur á talvuna, men tær føroysku vóru støðugar og hildu munin til tær írsku, sum ongantíð vístu serliga gott spæl, men hinvegin stríddust væl og noyddu føroyska liðið at spæla U18 EM-undankapping: Nervøs byrjan Dreymabyrjan hjá Flogbóltur Føroyska U18- kvinnulandsliðið fekk eina dreymabyrjan í EM-undankappingini, sum verður leikt á høllini á Hálsi nú um dagarnar time-out Niclas Joensen, hjálparvenjari gevur boð til føroysku genturnar Mynd: Álvur Haraldsen Flogbóltur Føroyar eru vertir fyri EM-undankapping fyri U18-kvinnulandslið, og megnaðu tær at tilspæla sær eina dreymabyrjan eftir tryggan 3-0-sigur á Írlandi hóskvøldið Hjálparvenjarin: