Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-13, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. januar 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 13. januar 2012 · Nr. 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Pætur Albinus Sum ein sat í ítróttarhøllini á Hálsi undir dystinum, var kenslan eins og at teir uppmøttu føroysku fjepp­ararnir, sum valla fyltu helvtina av høllini, máttu toyggja rødd­ina yvir tað vanliga fyri at fylla hina helvtina, ið ikki var upp­møtt. Tískil verður bæði vóna og væntða, at fleiri áskoðarar møta upp at stuðla føroyska U18- kvinnu­landsliðnum, nú tær bara skulu vinna ein dyst fyri at fremja eitt so stórt avrik sum at spæla seg í EM-endaspælið. Nú tvey sterk mótstøðulið standa hinu­megin netið fríggja- og leygar­dagin, er tí ynskiligt við fleiri stuðlandi áskoðarum, ið kunnu hjálpa hesum ungu før­oysku gent­unum at liva sín dreym. Fríggjakvøldið kl.19.30 møta tær Liktinstein, meðan leygardagin kl.16 stendur Luksemburg á mót­ støðu­hálvuni. albinus@sosialurin.fo Eftir dystin fingu vit orðið á 16 ára gomlu Marin Dimon, sum spælir við besta liðnum hjá TB. Hon var sjálvandi væl nøgd eftir at hava vunnið stórt á Írlandi. – Eg eri ordiliga væl nøgd og eg haldi, at vit spældu ordiliga væl. Vit vóru bara glaðar og fingu tað at ganga væl. Servurnar koyrdu væl og alt riggaði, sum tað skuldi, segði ein sera fegin Marin Dimon eftir dystin, sum tó ikki vil taka nakað frá írsku gentunum. – Vit høvdu tað ikki lætt. Tær kempaðu væl og fingu nógvar bóltar yvir um, men vit vístu, at vit bara vóru betra liðið, sigur hon. Í morgin bíðar eitt sterkt mót­ støðulið í Liktinstein, men hon hevur góðar vónir og væntar ein javnan dyst. – Vit ætla at taka Liktinstein eis­ini. Tær vunnu gaman í 3-0 á Luksemburg, men vit vunnu jú eis­ini 3-0, so eg vænti ein javnan dyst, sigur at Marin Dimon at enda. U18 EM-undankapping: føroysku gentunum góðar bóltar fyri at vinna sær stigini. Orkan gekk undan Frá byrjan av í triðja setti fylgdust liðini væl, men frá støðuni 4-4 kom aftur rættiligt lív í føroysku gentur­ nar, sum vístu stóra spæligleði og avgjørdu bóltarnar í stórum stíli. Ímóti dystarenda var eisini líkt til, at orkan hjá Írlandi var um at ganga undan. Tað var tó einki at siga til, tí tær máttu toyggja hvørja lykkju í kroppinum fyri at bara royna at hanga í teimum føroyskum, sum fekk orðið »klassamunur« at ringja í høvdunum á okkum áskoðarum. Tær vunnu seinasta settið stórt 25- 18 og harvið dystin 3-0. Endaspælið í eygsjón Sigurin ber í sær, at vinna tær før­ oysku bara ein av teimum tveim­um dystunum, ið eftir eru at leika, so hava tær tryggjað sær luttøku í EM- endaspælinum fyri smátjóðir, sum verður leikt á Kýpros á páskum. albinus@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Mynd: Álvur Haraldsen Alt riggaði Marin Dimon: Á áskoðaraplássunum: Stuðulin ikki frægari enn nøktandi