fríggjadagur 13. januar 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. januar 2012 · Nr. 6
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
manshondbóltur
Pætur Albinus
Við einum sigri hevði VÍF togað seg
upp á bara eitt stig frá einari FM-
finalu, men StÍF var ikki til at syfta
og mundi runnið avstað við báðum
stigunum.
Fyrst VÍF
Tað var VÍF, sum streyk avstað frá
byrjan. Teir vunnu sær skjótt eina
fimm mál leiðslu, men heimaliðið
gav ongantíð skarvin yvir og lótu
strandingar seg als ikki renna
umkoll. Teir stríddu seg inn aftur í
dystin og vóru í hálvleikinum tep
urt aftanfyri 7-9.
Mundu vunnið
Í seinna hálvleiki var tað VÍF, sum
megnaði at verja leiðsluna hjá sær.
Tað megnaðu teir tó bara fram til
stutt fyri leiklok, tá ið StÍF javnaði
til 21-21 og í grundini var tættari
við at strúka avstað við øllum. StÍF
fekk nevniliga seinasta álopið í
dystinum, sum endaði við einum
fríkasti í seinastu sekundunum.
Hesum tók Marius Joensen sær av,
og gjørdi hann ikki mætari enn at
raka tríkantssamankomingina.
Javnleikur 21-21 og eitt stig í part
í einum jøvnum og spennandi dysti,
sum at enda kundi farið báðar
vegir. VÍF misti við eina stiginum
møguleikan at fáa veruligt samband
við Neistan á 2. plássi, meðan StÍF
tók eitt lítið fet úr botninum og nú
er endað í ongamannalandi.
albinus@sosialurin.fo
Pætur Albinus
Heima í høllini í Kollafirði hevði KÍF
mikukvøldið vitjan av næstbesta
liðnum hjá H71, tá ið liðini brustu
saman í fyrru hálvfinaluni í Coca
Cola-steypakappingini. Tað, sum
á pappírinum líktist einum av
greiðsluspurningi hjá KÍF, skuldi
vísa seg at gerast ein tepur
29-28-sigur eftir tógvið stríð.
Næstbestir og tó
Hóast tað var næstbesta liðið hjá
H71 úr næstbestu deildini, so var
talan um eina góða blanding av
royndum og ungum leikarum.
Eitt nú kann nevnast veteranurin,
Halgir Dahl Olesen, og Poul Kjartan
Dam, sum í fjør var ein av profil
unum á besta liðnum. 20 ára gamli
Rúni Højgaard spældi eisini ein sera
góðan dyst fyri hjá H71.
H71 stílaði fyri
KÍF fekk bestu byrjanina uppá
dystin og kom skjótt á odda 5-2. H71
át seg spakuliga inn aftur í dystin
og legði seg fyrstu ferð á odda tá
ið 10 minuttir vóru eftir av fyrra
hálvleiki. Teir spældu tá nógv skila
betur við longum álopum og fáum
mistøkum, og var tað við til at halda
KÍF aftanfyri – eisini hálvleikinum,
tá ið støðan var 15-14 til H71.
KÍF kom aftur
Í seinna hálvleiki megnaði H71 at
halda fast í leiðsluni heilt fram til
tríggir minuttir vóru eftir at leika,
tá ið KÍF fyri fyrstu ferð legði seg
á odda síðani fyrra hálvleik. Hetta
leiðslumálið hjá KÍF, sum var til 29-
28, gjørdist eisini endaliga úrslitið,
og er tískil framvegis einki avgjørt
áðrenn seinna hálvfinalan verður
leikt í Hoyvík seinni í mánaðinum.
Nicklas Selvig skeyt sjey mál fyri
KÍF, meðan veteranurin Halgir Dahl
Olesen skeyt níggju mál fyri H71 1.
KÍF – H71 1 29-28 (14-15)
KÍF: Nicklas Selvig (7) Andrias
Nielsen (5) Niklas Reginsson (4)
Gert Hansen (3) Arnbjørn Hansen
(3) Rúni Joensen (2) Ási Dam
(1) Teitur Joensen (1) Hans Eli
Sigurbjørnson (1)
Útvísingar: 4x2min.
H71: Halgir Dahl Olesen (9) Rúni
Højgaard (7) Hallur Biskopstø
(4) Poul Kjartan Dam (3) Rógvi
Sørensen (2) Sigmundur Nolsøe (2)
Bogi Davidsen (1)
Útvísingar: 4x2min.
albinus@sosialurin.fo
Teir næstbestu
hjá H71 trýstu KÍF
Hondbóltur Ikki fyrr enn í seinastu løtuni av dystinum megnaði KÍF at venda dystinum ímóti næstbesta
liðnum hjá H71. Einki avgjørt undan seinnu hálvfinaluni í Coca Cola-steypakappingini hjá monnum
StÍF og VÍF býttu stigini
Hondbóltur Útsetti dysturin í
Atlantic Airways-deildini ímillum StÍF
og VÍF, sum eftir ætlan skuldi leikast í
desembur, bleiv leiktur í gjárkvøldið
Javnleikur 21-21 og eitt stig í part í
einum jøvnum og spennandi dysti,
sum at enda kundi farið báðar vegir
Mynd: Álvur Haraldsen