Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-13, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. januar 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 13. januar 2012 · Nr. 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur kvinnuhondbóltur Pætur Albinus Neistin dróg frá við dystarbyrjan og var eitt skifti á odda við fimm málum, áðrenn Stjørnan svaraði aftur og slapp til hálvleiks aftanfyri við einum máli. Hálvleiksstøðan var nevniliga 16-15 til Neistan. Stjørnan kom aftur Guðrun í Lágabø var stórspælandi í málinum hjá Stjørnuni, og syrgdi hon millum annað fyri, at Stjørnan var væl við í dystinum. Í seinastu minuttunum eydnaðist tað Stjørn­ uni at leggja seg á odda, og vóru tað eisini tær, ið struku avstað við teprum 26-25-sigri. Tískil er einki avgjørt undan seinnu hálvfinaluni, sum verður leikt í Havn 24. januar. Hjá Stjørnuni skeyt Simona Petersen 10 mál, meðan Barbara Brauer fekk sjey fyri Neistan. albinus@sosialurin.fo Stjørnan – Neistin 26-25 (15-16) Stjørnan: Simona Petersen (10) Corina Demeterca (6) Lovisa Lassen (4) Judit Hansen (4) Bára S. Klakstein (1) Una Olsen (1) Útvísingar: 2x2min. Neistin: Barbara Brauer (7) Jacklin Durhuus (5) Nicoleta R. Hansen (4) Annika Thomsen (4) Marjun F. Danberg (3) Bára Hansen (1) Birita Wardum (1) Útvísingar: 2x2min. Pætur Albinus Nógv er hent síðani Kári Horn og Einar Martin H. Jacobsen tóku um róðrið í Vági. Teir hava sanniliga megnað at lyft eitt VB-lið, sum nú liggur bæði væl fyri í SunSet- kappingini og hevur annað beinið í steypafinaluni. Hetta seinna gjørd­ ist greitt eftir at tær vunnu 26-21 heima í Vági á Kyndli í fyrru hálv­ finaluni. Kyndil byrjaði betur Tað var annars Kyndil, ið byrjaði dystin væl betur og var á odda 4-1 eftir 10 minuttum. Tær leiktu harð­an og kontantan hondbólt, sum darvaði spælinum hjá heima­ liðnum, men eftir eitt time-out, sum VB tók, fingu tær onkra upp­ skrift til at lata Kynda-verjuna upp. Tær fingu nú sett nøkur mál á talv­una, men kyndlakvinnur vístu gott treiskni og megnaðu at halda VB aftanfyri seg at kalla allan fyrra hálv­leik. Ikki fyrr enn í seinastu sekundunum eydnaðist tað VB at javna til 11-11, sum eisini gjørdist hálv­leiks­støðan. Vístu klassan Longu frá byrjan í seinna hálveiki struku VB-kvinnurnar avstað. Tær vóru sum hamskiftar frá fyrra hálv­leiki og ognaðu tær sær skjótt eina fýra mál leiðslu, sum Kyndil tó ongantíð lat vaksa. Eina løtu seint í dystinum var um at koma spenn­ ingur í aftur, men Kyndil misnýtti stóran møguleika at koma bara eitt mál frá VB, sum tá aftur dróg frá og avgjørdu dystin. Sigast má, at støðið hjá VB hevur verið høgt í ár, og vístu tær eisini klassan í seinna hálvleiki. Tær vunnu dystin 26-21 og hava harvið tryggjað sær eitt gott útgangsstøði undan seinnu hálv­ finaluni, sum verður leikt í Havn seinni í mánaðinum. VB – Kyndil 26-21 (11-11) VB: Gurið Mortensen (10) Natasha Ivanovski (5) Laila Jespersen (4) Bára K. Mortensen (4) Una Egilsdóttir (2) Helga Kjærbo (1) Útvísingar: 1x2min. Kyndil: Anja Heinadóttir (6) Turið Arge (6) Haldis Johansen (3) Anna Brimnes (2) Guðrið G. Eystberg (2) Annika Sigurðsdóttir (1) Ásleyg Súnadóttir (1) Útvísingar: 4x2min. VB ávegis í finaluna Hondbóltur Við 26-21-heimasigri á Kyndli eru vágskvinnur væl ávegis í finaluna í Coca Cola-steypakappingini Stjørnan vann tætta hálvfinalu Hondbóltur Hóast Neistin var á odda at kalla allan dystin, so hálaði Stjørnan inn ímóti endanum av dystinum og avgjørdu við 26-25-sigri eftir hálvleiksstøðuna 16-15 til Neistan