Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. juni 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 tíðindablaðið sosialurin Nr. 113 - 16. juni 2000 20 tíðindablaðið sosialurin Nr. 113 - 16. juni 2000 Dánjal Højgaard Her er eingin múrur. Bert ein lágur sementkantur. -Ta› gamla marki› millum Salt- angará og Runavík var Snaraløkur, sum nú er farin undir heilt. Seinni er bøgar›urin blivin mark. So nú búgvi eg í Saltangará me›an grannin hjá mær Zacharis b‡r í Runavík, sigur Torleif Hansen. Thorleif setir fótin ni›ur á sementkantin, sum ikki bert er mark millum tveir grannar, men millum tvær grannabygdir - Salt- angará og Runavík. Ørkymlandi Hansen-húski› hevur skósølu og handil í somu lon. Sambært tele- fonbólkini eitur handilin Skósølan í Runavík. Men adressan er í Salt- angará. -Sjálvur búgvi eg í Saltangará, men eg kalli ta› Skósølan í Runa- vík-Saltangará. Her á lei›ini sigi eg meg vera úr Saltangará, men eri eg a›raste›s sigi eg at eg eri úr Runavík. Ta› er líkasum lættari, sigur Thorleif. -Hetta er kanska eitt sindur ør- kymlandi, serliga hjá fremmanda- fólki, heldur hann fyri. Barnaheimi› hjá Thorleifi stendur beint innan fyri hansara egnu hús. Thorleif sigur, at barna- heimi› var meira ella minni bygt á táverandi bygdarmarki›. -Tey bygdu faktist beint á ánna, og tí ótu tey døgver›a í Saltangará og svóvu í Runavík, sigur hann brosandi. Vaksnar saman Niels Jacob Nielsen hevur altí› havt serligan áhuga fyri sta›ar- nøvnunum á eystara armi á Skála- fjør›inum. Vit bó›u hann grei›a nærri frá sta›arnøvnunum Glyvrar, Salt- angará og Runavík - og Hei›u- num. -Í veruleikanum eru ta› tríggjar grannabygdir, sum eru vaksnar saman til ein b‡ - Glyvrar, Salt- angará og Runavík. Og ta› eru nógv fólk her um lei›ir sum ikki tíma at taka dagar ímillum hvat i› er hvat, sigur Niels Jacob. -Saltangará er ein partur av markatalsbygdini Glyvrar, og Runavík er ein partur av marka- talsbygdini Toftir. Ta› er so her tey hava sett seg ni›ur, sigur Niels Jacob. Og um sta›arnavni› Hei›arnar sigur hann: -Hei›arnar er eitt navn fyri torvhei›arar, sum í gomlum døg- um lógu í Runavík og í Saltangará. Sta›arnavni› Hei›arnar ver›ur í dag mest n‡tt av fólki úr nærmastu grannabygdunum. Rituvíkingar siga heim í Hei›ar og Toftamenn siga inn í Hei›arnar. Navni› er um at detta burtur, og í dag eru ta› mest tey eldru sum tosa um Hei›- arnar, sigur Niels Jacob. Eingin á Vit standa naka› ni›anfyri Sjó- mansheimi› og hygga ni›an í bøin. Naka› innanfyri Sjómansheim- i› gongur eitt stik omaneftir. Inn- anfyri er valla› og grønt, uttanfyri er brúnur lyngur og hagi. Her gongur marki› millum Runavík og Saltangará. Bygdarnavni› Saltangará er eldri enn Runavík. Saltangará er gott 150 ár, me›an fyrstu húsini í Runavík vóru bygd fyri umlei› 75 árum sí›ani. Í dag er ta› kortini eingin í økin- um sum kennir nakra á, sum kall- ast Saltangará, sigur Niels Jacob. -Summi vilja vera vi›, at áin, sum rennur úr Toftavatni oman á sjógv er hon, sum í heilt gamlari tí› var› kalla› Saltangará. Heilt aftururi í tí›ini ver›ur tosa› um, at ein grind var› hildin til “i en liden viig ved Saltangarå”. Í dag kenna vit ánna undir navninum Løkin. Skelti á Glyvrum Me›an ta› kanska er eitt sindur trupul hjá ókunnugfólki at síggja marki› millum Saltangará og Runavík, so skuldi marki› millum Glyvrar og Saltangará veri› lætt- ari at fingi› eyga á. I› hvussu so er um tú ert í bili. -Kemur tú t.d. úr Havn vi› bili eru Glyvrar tann fyrsta av teimum trimum bygdunum, tú kemur til. Tú kemur inn í Saltangará beint aftaná missiónshúsi›. Har gongur marki› millum Glyvrar og Salt- angará. Eitt skelti stendur vi› veg- in, men har er einki hegn sum mill- um Runavík og Saltangará, tí Glyvrar og Saltangará er sama markatalsbygd. Saltangarámenn? Sambært Niels Jacobi er ta› nokk- so misjavn hvussu sterk kenslan er fyri heimbygdini í teimum trimum sambygdu bygdunum - Glyvrum, Saltangará og Runavík. -Vell, glyvramenn eru nokkso grei›ir. Men ta› er hips um haps vi› saltangarámonnum og runa- víkingum. Nógvir av teimum, sum eru fluttir til Saltangará kalla seg sjálvar runavíkingar. Bert ta› so til at møta einum saltangarámanni á Eystanstevnu? -Saktans. Ta› eru nakrir, serliga av teimum eldru, sum rópa seg saltangarámenn. Men kanst tú møta einum hei›a- manni á Eystanstevnu? -Nei, ta› vænti eg ikki. Rituvík- ingar og toftamenn hava frá goml- um av tosa um Hei›arnar, og harav kemur t.d. eisini Hei›abáturin hjá ró›rarfelagnum NSÍ. Men teir tosa kortini ikki um hei›afólk. Runavík er lættast Niels Jacob heldur, at tey allar- flestu munnu vita hvørja bygd tey hoyra til. Man ta› er ikki altí›, at ta› ver›ur gáa so nógv eftir hes- um. -Ta› eru ikki øll, sum hugsa um ta›. Nógv vilja ikki brúka navni› Saltangará, tí at ta› er so knortlut. Og so er ta› nokkso fløkjasligt bæ›i vi› saltangarámonnum og runavíkingum. Glyvrar, Runavík og Saltangará hava hvør sítt postnummar. Men eisini her er bland komi› í. -Glyvrar hevur postnummari › 625, Saltangará hevur nummar 600 og Runavík hevur 620. Men ta› eru nógv í Saltangará sum kalla seg fyri 620 Runavík - ser- liga handlar og virkir, sigur Niels Jacob, og sta›festir, at nógvir av handlunum í Runavík liggja í roynd og veru í Saltangará. - Eg haldi at ta› er bara sløsheit, at teir siga seg vera í Runavík. Før- oya Sparikassi sigur seg vera í Runavík, men liggur í Saltangará. Ta› eitur Føroya Fiskavirking í Runavík hóast adressan er í Salt- angará. Ja, teir allarflestu av handlunum, sum eitast at vera í Runavík liggja í veruleikanum í Saltangará. Munur á ættarli›um Sambært Niels Jacob Nielsen ganga tey ungu fólkini ikki so høgt upp í, at n‡ta rætta bygdarnavni›. Men teimum eldu dámar ikki, at bland er komi› í nøvnini. Særir ta› t.d. ein glyvramann, um onkur kallar hann runavíking? -Nógvir av teimum eldru monnunum vildu veri› keddir av tí. Tey fólkini, sum eru uppvaksin og hava røtur her dáma ta› ikki. Men tilflytararnir leggja ikki so nógv í ta›, sigur hann. Glyvrama›ur, saltangaráma›ur ella runavíkingur? Teir hava í hvussu so er tann fyrimun, at teir bæ›i kunnu kalla seg bygdarfólk og b‡arfólk. -Í Runavíkar kommunu búgva 2400 fólk og ta› er nóg stórt at vera ein b‡ur. Men hvør sær eru tær tríggjar størstu bygdirnar í kommununi Glyvrar, Saltangará ella Runavík ikki nóg stórar til at bera b‡arheiti. Í Saltangará, búgva ikki meira enn eini 800 fólk, sigur Niels Jacob Nielsen. Annan fótin í Saltangará - hin í Runavík! Myndir: Jens Kristian Vang Annika Høj fótar sær millum tvær bygdir. Hon arbei›ir í Skósøluni hjá Thorleifi Hansen, sum liggur á markinum millum Saltangara og Runavík BYGDAMØRK. Saltangará, Runavík, Glyvrar, Hei›arnar. Hvat er hvat? Avbygdarfólk eru í villarei›i um sta›arnøvnini í Runavíkar kommunu. Fólk í økinum vita beske›, men leggja mangan einki í bygdarmørkini. Skósøluma›urin Thorleif b‡r í Saltangará. Zacharias b‡r í Runavík. Teir eru grannar. Vinstrumegin er Saltangará og høgrumegin Runavík. Fremstur í myndini Niels Jacob Nieslen.