fríggjadagur 13. januar 2012síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 6 · 13. januar 2012
2
VIKUSKIFTI
Í Føroyum hava vit við útbyggingini av infra-
kervinum skapt møguleikar fyri eini sub urbanisering
– og møguliga er tað tað, sum nú er við at henda.
Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík,
um minkandi fólkatalið í høvuðsstaðnum
Lampa
Inna Törnroos
inna@sosialurin.fo
Ríslampurnar hanga oftani goymdar
í einum kjallara ella pultikamari. Tær
vóru modernaðar í 1970’unum, men
hava verið at sæð líka síðani, tí tær eru
líka bíligar sum praktiskar. Men vakrar
– tað eru tær ikki. Her er ein einkultur
háttur at gera ríslampuna til kulastu
lampu í húsinum.
Byrja við at finna tær lampuna
fram, ella keyp eina – tær eru at fáa í
flestum handlum, sum selja lampur og
annað innbúgv.
Avger síðani, hvat fyri lit tín lampa
skal hava, hendan er gjørd við hvítum
pappíri. Nýt helst eitt pappír, sum ikki
er alt ov tunt.
Klipp pappírið í líka langar og
breiðar, spískar strimlar. Tú skalt nýta
nógvar, so klipp ivaleyst.
Byrja síðani at líma strimlarnar á
lampuna - fyrst í niðara enda av lamp
uni og arbeið teg uppeftir.
Hetta er einkult at gera, men tað
tekur tíð. So hav tol – rokna við, at tað
tekur einar 16-20 tímar samanlagt! Við
at nýta límpistól gongur tað skjótari
enn við límstift.
Lampan er líka vøkur og kul, óansæð
um tað er sløkt ella tendrað.
Tilveran
við einum
armi
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: X-Factor
klumman
Randi
Jacobsen
Tit eiga kanska eina ríslampu onkustaðni.
Her er ein einkultur háttur at gera
ríslampuna til kulastu lampu í húsinum
Ríslampan
endurfødd
Summi eru fødd við breki, og onnur fáa
okkurt varandi mein seinni í lívinum.
Tíbetur finnast alskyns hjálpartól, sum
kunnu gera hesum mennikjum lívið lættari
og gera tey meira sjálvbjargin.
So eru tað vit onnur, sum antin av klossi
ella óhepni eru brekað og óhjálpin í styttri
tíð.
Stutt fyri jól skrivaði eg eina grein um
øll fólkini, sum hava brotið seg sundur í
hálkuni. Tað gekk minni enn ein vika, og eg
var fyri tí sama. Antin av klossi ella óhepni
fóru beinini undan mær, eg tók hendurnar
fyri meg og fekk kolandi ilt í armin.
Tað kom mær ikki til hugs, at armurin var
brotin, so eg fór ikki á skaðastovuna fyrr enn
morgunin eftir.
Ómetaliga góð móttøka, góð tænasta, fitt
starvsfólk, og sjálvt um onkur sigur nakað
annað, fekk eg bæði tikið blóðroyndir og
annað kannað, og eg fekk góðan mat.
Heim aftur komin byrjaði ein nýggj
tilvera. Høgri armur í fatli, og púra sør við
vinstru hond.
Tað er ikki sum at siga tað at sleppa í og
úr klæðum við egnari hjálp. Tað krevur tol,
og tað mugu vit virknu læra, men ikki er tað
heilt lætt hjá okkum, sum altíð hava skund.
Komin í buksurnar, venda tær skeivt.
Umaftur.
Ger so væl og set teg niður og bíða eftir
niðurskornu breyðflísini, flustu eplunum og
niðurskorna kjøtinum, tí tað ber ikki til at
gera annað enn at gapa og tyggja.
Eg megni at stýra dustsúgvaranum
og eisini at turka av. Okkurt gólv havi eg
vaskað. Men hvat ger tað, um okkurt slíkt
bíðar?
Illa ber til at skræða mjólkarpakkan upp,
men annars hevur likamið ótrúliga nógvar
hentleikar. Knøini kunnu brúkast, tá ið lokið
skal skúvast av einum ílati. Mjødn og albogi
kunnu brúkast til mangt og hvat, somuleiðis
pannan og tenninar, og beinini eru hent, tá ið
okkurt skal flytast eftir gólvinum ella oman
gjøgnum trappurnar.
Tað er læruríkt at bróta armin. Tú noyðist
at geva tol, at seta ferðina niður, binda frið
og viðhvørt at gera einki. Ein brotin armur
gevur góðar møguleikar at koma í prát við
fólk.
Tú noyðist at tora at biðja um hjálp, eisini
frá fólki á gøtuni, og tú skalt duga at taka
ímóti hjálp.
– Vælsignaður hjálp mær, rópti eg ein
ungan mann, tá ið eg ein dag stóð á ísi og
ikki tordi víðari.
Beinanvegin fekk eg ein arm og varð
bjargað yvir á tátt.
Soleiðis ber til at hugsa, tá ið hetta bert
er ein fyribils støða. Men fimm vikur við
arminum í fatli geva hóast eitt lítið innlit í,
hvussu støðan er hjá teimum við varandi
breki.
So segði
hon...
Her er ein einkultur háttur at gera ríslampuna til kulastu lampu í húsinum