fríggjadagur 13. januar 2012síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 6 · 13. januar 2012
4
VIKUSKIFTI
X-Factor er
X-Factor er aftur í hæddini, og enn einaferð eru Føroyar væl umboðaðar á
reyða pallinum hjá DR. Men hvat halda føroyskir tónleikarar um X-Factor,
og um støðið á sendingini? Sosialurin hevur prátað við fleiri kend andlit
innan føroyskan tónleik, og spurt um teirra hugsan um X-Factor
lagt til rættis: Barbara Holm
Tú mást hava royndir
áðrenn X-Factor
Jens Marni Hansen
Hvat heldur tú um X-Factor?
Tað er undirhaldandi í øllum førum, men tað er eisini tað.
DR skal fáa rós fyri at gera góðar undirhaldssendingar.
Hvat heldur tú um tónlistarliga støðið í kappingini?
Tað er sjálvandi svingandi. Tað eru nógv talent, sum koma fram, men talentini bera ikki,
tí tey koma jú frá ongum. Tað er ofta ein orsøk til, at tey einki hava áðrenn X-Factor.
Tey, sum ikki vinna, koma ofta longri enn vinnararnir. Men tað er ein máti at koma fram,
hóast man sannlíkt ikki megnar at halda sín popularitet uppi.
Heldur tú tað er ein góður máti at byrja sína karrieru?
Eg trúgvi aldur hevur nógv at siga. Hevur tú eitt gott bakland áðrenn og hevur roynt eina
rúgvu, og síðani tekur avgerð um at royna X-Factor sum ein seinasta útveg, so kanska.
Men ert tú ein ungur persónur, sum einki hevur roynt, so er tað ikki rætt, tí tú veit ikki,
hvønn veg tú skal venda tær. Tað er hart, og tað er kontant. Tað er eisini løgið, at man
kann vera góður í sendingini, men kanska ein ávísur dómari heldur, at tú ikki ert nóg
alternativur. Tað er eingin loyna, at hesin ávísi dómarin vil hava, at luttakararnir skulu
vera so alternativir sum gjørligt.
Hvat dámar tær X-Factor?
X-Factor er fyrst og fremst gott og væl framleitt
undirhald. So væl framleitt, at hyggjarin megnar at
gloyma alt um vinnaran frá síðsta ár og er klárur
at fylgja við í eini komandi røð. Sjálvur seti eg mær
ikki tíð av til at hyggja eftir X-Factor, men eri eg
inni, og sjónvarpið er tendrað, so hyggi eg – og
sigast skal, at eg ofta eri heima fríggjakvøld. Eg
royni at fylgja við, tá live framførslurnar byrja,
tí tá eru tey vánaligu sáldað frá. Mær dámar tó
sjáldan tónleikin hjá luttakarunum. Men lat tað
fara. X-Factor snýr seg ikki um tónleikin, men
heldur hvør hevur tað bestu sangsøguna hetta
árið. Tónleikarar hava tað við at hata X-Factor,
og eg hoyri ofta, at tað drepur tónleikin, men fyri
mítt viðkomandi er tað fínt sjónvarpsundirhald.
Hvat heldur tú um tónlistarliga
støðið í kappingini?
Tónlistarliga støðið er í summum førum ótrúliga
høgt ímóti endanum á live framførslunum. Talan
er jú um vanlig, deyðilig fólk, ið ofta bara hava
sungið heima við hús. Tó dámar mær lítið, at
sangarar sleppa at nýta Auto-Tune, sum rættar
uppá teir skeivu tónarnar. Tá hetta verður nýtt
syngja øll líka væl, og har er einki at seta fingurin
á, uttan hvussu tey velja at ganga ella dansa.
Heldur tú tað er ein góður
máti at byrja sína karrieru?
Um X-Factor er besti máti at byrja sína karrieru
uppá, er ringt at siga. Tað er nokk bæði ja og nei.
Tað er fínt, um man er ein góður sangari, ongan
kennir, ið kann hjálpa
einum fram, og ikki
dugir at skriva egnan
tónleik. So er hetta ein
góður møguleiki fyri at vísa
síni evnir. Men man skal hava í huga, at X-factor
ikki vil framleiða superstjørnur, tí so hevði
heimurin havt fleiri hundrað.
Tað vandamikla er, tá tann tjúkki drongurin, ið
situr við kassan í Super Brugsen sannførur seg
sjálvan um, at hann er ein superstjørna og heldur
seg vinna X-Factor. Tá viðkomandi finnur útav,
at hann bert er ein tjúkkur drongur, ið situr við
kassan í Super Brugsen, fer hann heim og tekur
lívið av sær. Tað er ironiskt og undirhaldandi, men
eisini álvarsamt.
Vandamikið fyri tann feita drongin
Páll Oddur Rubeksen