Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-13, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. januar 2012síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 6 · 13. januar 2012 5 VIKUSKIFTI undirhald Kann vera happandi og útstoytandi Steintór Rasmussen Hvat heldur tú um X-Factor? Eg haldi, at tað er undirhaldandi, og tað er forvitnisligt og kann eisini í summum førum vera áhugavert og gevandi fyri summar tónleikarar og sangara, sum vilja koma sær fram. Men tað hevur eisini onnur ting í sær, sum eru happandi og útistoyandi, og hvar undirhaldið mangan verður uppá bekostning av teimum, sum halda okkurt gott um seg sjálvan og halda seg duga at syngja. Hvat heldur tú um tónlistarliga støðið? Tað er rættiliga ymiskt. Tað eru nógvar góðar røddir, men tað tykist ikki, sum tað er tað, sum alt snýr seg um. Ofta tykist tað sum, at luttakararnir skulu passa inn í konseptið og undirhaldið. Heldur tú tað er ein góður máti at byrja sína karrieru? Eg haldi, at tað er ein eitt sindur vandamikil vegur at byrja sína karrieru við. Tað er sjálvandi stór eksponering, og ein verður sæddur og hoyrdur av nógvum og kann menna seg við at framføra ofta. Men tað er rættiliga náðileyst, og tú verður pilkaður niður. Eisini spælir man luttakarar upp ímóti hvørjum øðrum, og eg haldi, at man kann seta spurnartekin við,um kritikkurin, sum luttakararnir fáa, er sakligur og rættur. So tað er ikki kostnaðarleyst, og tað er ein dagur aftaná X-Factor. Eg eri ivasamur um, hvussu gott tað er, men tað er so ikki bara ringt. Taki hattin av fyri teimum sum tora Lív Næs Hvat heldur tú um X-Factor? Eg haldi, tað er eitt áhugavert fyribrigdi. Tað er avgjørt ein møguleiki hjá fólki at vísa hvat tey duga, og at koma fram. Hvat heldur tú um tónlistarliga støðið í X-Factor? Eg haldi at sendingarnar í ár hava havt fleiri góðar luttakarar, men eisini fleiri minni góðar. So eg má siga, at støðið broytist rættiliga nógv fyri hvønn luttakara. Heldur tú tað er ein góður máti at byrja sína karrieru? Eg taki hattin av fyri teimum, sum hætta sær at stilla seg á handan pallin og fáa tann kritikkin tey fáa, tí eg vænti tað krevur ótrúliga nógv at hoyra slíkt. Eg hevði ikki gjørt tað. Tá tað er sagt, so haldi eg ikki tað er ein góður máti at byrja sína karrieru, um tú ikki frammanundan hevur okkurt at bjóða uppá. Hevur tú einki egið tilfar ella dugir at spæla uppá okkurt instrument, so ert tú rættiliga illa staddur eftir X-Factor, tí tú fært bara ein eitt ára fløgusáttmála, og síðani verður tú sleptur uppá fjall. Hvat dámar tær X-Factor? Eg havi hugt ótrúliga nógv eftir X-Factor í Amerika, og nú hyggi eg so eisini eftir tí danska, og eg vil siga, at tað er ein munur á støðinum á kappingunum. Í Amerika tykist tað meira seriøst, og dómararnir koma við veruligum og siðiligum kritikki, og hava málið fyri eyga, sum er at finna ein hóskandi sangara, sum skal vinna ein plátusáttmála. Í Danmark eru allir X-Factor vinnararnir ósjónligir í dag, og tí seti eg spurnartekin við donsku kappingina. Hvat heldur tú um tónlistarliga støðið í kappingini? Eg skilji ikki rættiliga, hvat gongur fyri seg, tá ið tónadeyv fólk royna seg í X-Factor. Eg undrist á, hvat tey hugsa fyri sær. Annars haldi eg, tað er stuttligt og læruríkt at hyggja eftir, hvørjar sangir dómararnir í Amerika velja til luttakararnar. Heldur tú tað er ein góður máti at byrja sína karrieru? Eg eri sjálv biðin um at luttaka í einari líknandi kapping, men eg tímdi ikki, tí eg vil heldur varðveita mínar brennandi kærleika fyri tónleikinum, enn at royna at sleppa í gjøgnum eitt slíkt nálareyga. Men summi rigga væl til slíkar kappingar. Eitt nú kann nevnast vinnarin av amerikanska X-Factor, sum alt sítt lív hevur verið happað. Hon er nú ein fyrimynd fyri óteljandi fólk. Amerikanska X-Factor er betri Laila Carlsen