Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-13, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. januar 2012síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 6 · 13. januar 2012 7 VIKUSKIFTI Hvussu tíðliga byrjaði tú at fáast við tónleik? Eg gekk til gittarundirvísing í skúlanum og byrjaði so í orkestri, tá eg var 13-14 ára gamal. Og so havi eg spælt líka síðani. Hvør er tín fyrimynd? Tað, sum eg altíð detti aftur á, er The Beatles. Seinnu árini havi eg eisini fingið áhuga fyri Oasis, men Beatles er nummar eitt. Hvat einstakt tiltak kundi bøtt sum mest um umstøðurnar hjá tónleikinum? Brúkt nógv meiri pening upp á musikkskúlaskipanina – og so hevði tað eisini munað almikið, um fíggjarligur stuðul í nógv størri mun varð latin til spælistøð. Hví klára føroyingar seg so væl í donskum song- og talentkappingum? Ein danskur sanglærari segði mær einaferð, at danskir næmingar leggja alstóran dent á at ljóða sum onkur ávísur sangari – Celine Dion ella Maria Carey – meðan føroyingar heldur vilja læra og menna sína sangrødd. Tann hugburðurin og so tað, at sangur er so stórur partur av gerandisdegnum í Føroyum, hava nakað við tað at gera. Hvønn søguliga persón vildi tú hitt? John Lennon, einki at ivast í. Honum hevði verið stuttligt at sitið og drukkið eina øl saman við. Hvat er tín lívrættur? Steikt røst riv. Hvussu heldur tú teg í form? Eg haldi ikki, at eg eri í form, men tann motiónin, eg fái, er helt gjøgnum tónleikin. Hvørjum hyggur tú eftir í sjónvarpinum? Tað, sum er fast, er helst Dagur & Vika, men annars royni eg at hyggja at The Daily Show hjá Jon Stewart. So er tað dokumentarar og filmar. Er tú áhugaður í ítrótti? Ja, serliga fótbólti og hondbólti. EB/Streymi hyggi eg so at siga altíð eftir, og so royni eg eisini at síggja KÍF so nógv sum tilber. Fylgir tú væl við í samfelagsviðurskiftum? Ja, tað haldi eg. Og øsi meg lætt um tað sama. Er tú djóravinur? Ja, tað haldi eg. Eg eri uppvaksin á einum bóndagarði, so tað kemur av sær sjálvum. Og serliga eru hundar fittir. Hvar sær tú teg sjálvan um 10 ár? Hevði eg kunnað sagt, at eg tá livi av tónleiki, so hevði tað verið deiligt. Tað er væl einasta broytingin, eg kundi ynskt mær frá har, eg eri í dag. Meðan fólkið hugnaði sær við køku og kipsi og Útvarpinum hatta ódnarkvøldið í november, skonkti eg mær ein stóran calvados og setti meg at hugsa. Tað er mennandi viðhvørt, at hugsa. Men tað lá ikki so væl fyri, tá útsynningshvirlurnar alla tíðina royndu at taka eitt tak. Hugsaði um USA, har sum alt er størri enn alla aðrastaðni, eisini størri enn í himmiríki. Í sameindu statunum máta tey vindin í kilometrum og tímum. Vit brúka bara metrar og sekund, lítillátin sum vit altíð eru. Hugsaði um USA, sum nú leitar sær eftir einum landi afturat at leypa á og hertaka og bjarga saman við okkara egna bardagafúsu hermonnum og her­ kvinnum. Danmark og Føroyar eru alla tíðina í kríggi, sum tey kalla friðarvarðveiting. Lond, sum eru á target­list­ anum hjá USA, fekk meg eisini at hugsa um, hví Føroyar, sum krøkja seg í onnur lond og bidda um saman­bering og pengar, ikki spyrja í Norðurkorea. Um ikki Føroyar og Norðurkorea saman kunnu menna eitt vitanar­sam­ felag, har sum eingin, uttan tey fáu úrvaldu, fær nakað at vita. Eitt samgonguskjal er dult í fleiri dagar eftir at tað er góðkent og undirskrivað. Annar hvør føroyingur er limur í fakfelagi, men tey fáa einki at vita um sáttmála­sam­ ráðingarnar, sum vara meira enn helvtina av einum sáttmálaskeiði. Hvat er kravt, hvat er boðið, hvør er støðan eftir fyrsta hálva árið? Vit samráðast fyri teg, siga pampararnir. Javell, javell, um hvat? Tað rakar ikki teg. Men so breyt ein fakfelags­formaður blóð­brøðra og -systra innsiglið um deyðatøgn. Og tað vóru ikki eiti á tíðindum, sum allir aðrir fakfelagsleiðarar duldu sum politiið dylur mansmorð. Jú, tey høvdu so sanniliga fagnað okkum í Norðurkorea, og vit kundu gjørt eitt joint venture, sum vit royndu so óført fyri 25 árum síðani. Men tá saman við londum, sum ikki vilja vita av okkum, tí tey eru komin nógv longri enn vit. Latið okkum royna Norðurkorea. Vit gera saman eitt óvitanarsamfelag. Vitan er løtt at bera, óvitan nógv lættari. Og so gráta vit afturvið. Hugsaði eisini um, hvussu sinniligir og ónervaðir føroyingar altíð eru. Heldur ikki ein jólaódn ein mánað fyri jól ella á jólum tekur okkum av fótum. Vit hugna okkum. Tað ræður um ongantíð at skunda sær. Ikki at fara fram eftir fummum, tí so kemur einki líkinda úrslit burturúr. Tak sáttmálasamráðingarnar aftur. Báðir partar sýna ábyrgd. Lønardeildin sigur, at hon bíðar eftir fakfeløgunum, hon fer ikki at gera nakað av sínum eintingum. Hetta eru samráðingar millum tveir partar. Fakfeløgini siga, at tey bíða eftir Lønardeildini. Tey fara ikki at gera nakað av sínum eintingum. Hetta eru sam­ráð­ ingar millum tveir partar. Sá herfyri eitt uppskot um at áseta við lóg, at sáttmála­ samráðingar eru lidnar hálvan mánað, áðrenn galdandi sáttmáli fer úr gildi. Eru samráðingarnar ikki lidnar tá, taka semingsfólk við og gera samráðingarnar lidnar. Tvætl. Hetta er at gera seg inn á fakfelagsfrælsið og arbeiðs­ gevarafrælsið. Løntakarar og arbeiðsgevarar kunnu saktans bíða til eina ferð í februar ella mars eftir at fáa at vita, hvør lønin var 1.oktober árið fyri. Tað er ikki løtuverk at finna fram til einki prosent, og onkrar sømdir, sum gera sáttmálan góðan á umhvørvisvinaliga pappír­inum. Altíð gott at eiga til verri ár. Verri ár? Tað var, veit eg av egnum royndum, alt annað enn lætt at ganga millum húsini í Havn hetta ódnarkvøldið og eisini ódnarmorgunin eftir ódnar­ náttina. Ein calvados afturat, kanska? Ja, takk, svaraði eg mær sjálvum. Ein stóran, takk. Umafturafturum høgni djurhuus Signar í Homrum lagt til rættis: Leo Poulsen Stuttligt at drukkið eina øl við John Lennon Tað heldur Signar í Homrum, sum longu í barnaskúlanum fór at fáast við tónleik. Røst riv í ovninum er hansara lívrættur, og so elskar hann at øsa seg upp um ymisk samfelagsviðurskifti Óvitandi óvitar