fríggjadagur 13. januar 2012síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 6 · 13. januar 2012
8
VIKUSKIFTI
Samrøða
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
– Tað er ræðuligt, at man einki veit. At
man einki hevur at fyrihalda seg til.
At man hvørki veit, hvat er hent, ella
hvar hann er.
18 ára gamla Kirstin Hansen tosar
róliga. Av og á leitar hon eftir orðunum,
men ljósu eyguni líta fast at mær, með
an hon greiðir frá, hvussu hon hevur
upplivað hesar seinastu mánaðirnar.
– Tá eg síggi ein lítlan, myrkhærdan
mann, so hugsi eg, at tað er babba,
sum endliga er afturkomin. Men næsti
tankin er, at hann jú ikki er her longur,
sigur hon.
Tað var tann 5. november í fjør, at
pápi hennara, Dánjal Petur Hansen,
hvarv. Síðani hevur verið leitað eftir
honum á øllum hugsandi støðum, men
hann er ikki komin afturíaftur. Nakrar
dagar eftir, at Piddi, sum hann vanliga
varð nevndur, varð eftirlýstur, handtók
løgreglan ein mann og skuldsetti hann
fyri at hava dripið Pidda. Síðani hevur
løgreglan arbeitt út frá teoriini um, at
Piddi varð burturbeindur av hesum
manni, sum framvegis situr varðhalds
fongslaður.
Kirstin minnist tann dagin, tá pápin
hvarv.
– Vit hildu, at hann kanska var farin
at ferðast. Tað hevur hann gjørt onkun
tíð fyrr. So hóast hann ikki var heima,
so var eg ikki bangin, minnist hon.
Gerandisdagurin gekk sína gongd,
uttan at hon hugsaði meiri um tað. Men
ein dagin hoyrdi hon í útvarpinum, at
pápi hennara var eftirlýstur.
– Eg fekk ein skelk av at hoyra tað í
útvarpinum. Tey høvdu nokk ikki viljað
fortalt mær tað áðrenn, fyri at verja
meg og ikki gera meg bangna. Men
tá hugsaði eg: okey, so er tað veruliga
álvarsamt við babba.
Hon koyrdi út til Runavíkar til húsini
hjá pápanum, men har var eingin.
– Vit royndu so at gera tað, vit kundu.
Koyrdu runt og hongdu plakatir upp
og sóknaðust eftir honum allastaðni,
har hann kanska kundi verið, greiðir
Kirstin frá.
Hon sigur, at tað hevur hjálpt henni
at vita, at hon beinanvegin gjørdi alt,
hon kundi, fyri at leita eftir pápanum.
Eftir eina tíð fekk familjan boðið at
tosa við ein sálarfrøðing eina ferð um
vikuna. Kirstin tók av tilboðnum.
– Eg veit ikki, um tað hjálpir mær
her og nú. Eg havi sjálvandi framvegis
eitt stórt sár av øllum tí, sum er hent.
Men samrøðurnar við sálarfrøðingin eru
nokk sum eitt plástur, sum verður lagt
út yvir sárið. Eg vænti, at tað við tíðini
fer at verða gott fyri meg, at eg havi
fingið sálarfrøðiliga hjálp beinanvegin,
sigur Kirstin hugsunarsom.
Kenna skuldsetta so væl
Men tað er ikki bara tað, at Kirstin hev
ur mist pápa sín. Málið er so sera fløkt.
Piddi Hansen er horvin. Politiið heldur,
at hann er myrdur. Og tann maðurin,
sum mamman hevur hildið saman
við eftir hjúnarskilnaðin frá Pidda, er
skuldsettur fyri morðið.
– Hetta er so ótrúliga ringt at skilja.
Tann skuldsetti gekk og mól inni hjá
okkum og var so fittur. Og eg havi hildið
meg kent hann. Hann hevur koyrt tær
yngru systrarnar í skúla, og hann hevur
koyrt meg til arbeiðis fleiri ferðir. Hann
hevur brúkt bæði tíð og pengar uppá
okkum, greiðir Kirstin frá.
Hon minnist, at tá hann byrjaði at
koma saman við mammuni, var hon
skeptisk.
– Tá tey komu saman, var tað ikki
meiri enn eitt gott ár síðani, at mamma
og babba vóru skild, so eg helt tað vera
ringt, at hon fór víðari so skjótt. Mær
dámdi tað ikki, og tí dámdi mær heldur
ikki hann. Men hann prógvaði fyri
mær, at hann var ókey - helt eg. Og vit
funnu væl útav tí nú móti endanum,
minnist Kirstin.
Í øllum hesum málinum er tað hetta,
sum hevur kløkkað hana mest. At hesin
maðurin skuldi verða skuldsettur fyri
morðið á pápan. Tí eisini eftir, at Piddi
var horvin, var hann fleiri ferðir inni
á gólvinum hjá teimum.
– Eitt er, at tað er morð. Men at
hann av øllum skuldi verða skuldsettur
– tað komi eg aldrin at skilja, staðfestir
Kirstin.
Torføra støðan ger, at Kirstin stríðist
við ringa samvitsku. Hon kann ikki lata
vera við at hugsa, um tað er nakað, sum
hon kundi havt gjørt fyri at forða tí,
sum hendi. Men hon lastar ikki mamm
uni nakað.
– Eg veit, at slaturin eisini hevur
– Hetta er púra óveruligt. Hetta er sum at liva í einum filmi, har
onkur annar hevur sett pallin upp og bara slept okkara familju
inn í søgugongdina. Men eg veit eisini væl, at alt hetta ræðuliga er
veruleiki. Soleiðis sigur Kirstin Hansen, dóttir horvna Pidda Hansen
Slaturin
er tað
ringasta
mynd: bárður lydersen