fríggjadagur 13. januar 2012síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 6 · 13. januar 2012
10
VIKUSKIFTI
snúð seg um mammu. Men tað fái eg
meg ikki at trúgva. Hetta broytir als
einki millum meg og mammu. Tað skal
meiri til enn slatur, fyri at eg eisini skal
missa mammu mína, slær Kirstin fast.
Ringa samvitsku
Í fyrstuni, beint tá pápin hvarv, vóru
fólk inni á gólvinum alla tíðina.
– Eg helt tað var gott, at so nógv fólk
vístu okkum, at tey eru góð við okkum.
At tey vóru har. Men nú er tað sum um,
at fólk eru farin víðari. Tað eru langt frá
eins nógv fólk og vitja okkum longur.
Kirstin sigur, at hon í fyrstuni hevði
ilt av, at fólk góvust at støkka eins nógv
inn á gólvið. At tey fóru víðari í lív
inum. Men nú heldur hon tað vera gott,
tí tað er eisini deiligt hjá familjuni at
fáa frið.
Og Kirstin er eisini so smátt farin til
verka í gerandisdegnum. Hon er farin
aftur til arbeiðis á Bakkafrost og er
byrjað at koma út aftur millum fólk.
– Eg eri enn troytt og havi lítla orku.
Tað var gott at koma aftur til arbeiðis
ístaðin fyri at sita inni við øllum mín
um tonkum, men eg havi eisini ringa
samvitsku um at vera farin aftur til ar
beiðis. Tí burdi eg ikki heldur sitið inni
og syrgt?
Seinasta samrøðan
Kirstin nevnir tó eina høvuðsorsøk
til, at hon er komin so mikið langt:
nevniliga tónleikin.
– Tónleikurin hevur verið tann besta
terapiin fyri meg hesa tíðina. Eg havi
skrivað tónleik, heldur enn at skriva
dagbók, og tað hevur hjálpt mær væl,
greiðir Kirstin frá.
Í september 2011 gjørdist hon ársins
songrødd, og hon var so smátt byrjað
at spæla úti á café'um og barrum, tá
pápin hvarv.
– Tað, at fáa sungið og spælt allar
kenslurnar út, hevur hjálpt mær ómeta
liga nógv. Eg havi havt ilt við at seta
orð á alt, tá eg skuldi tosa um tað, men
tað hevur verið nógv lættari hjá mær
at syngja tað út. Og við hesum vóni eg
eisini at kunna hjálpa øðrum, sum hava
mist. Fólk kunnu relatera til sangir og
skilja, at tey ikki eru einsamøll í eini
svárari støðu. Tónleikurin fangar fólk
á ein heilt annan hátt enn orð.
Men umframt, at Kirstin sjálvari
dámar so ómetaliga væl at syngja og
spæla, so hevur hon eisini ein aðra
drívmegi til tónleikin.
– Seinastu ferð eg tosaði við babba,
høvdu vit eina so sera góða samrøðu.
Eg ivaðist eitt sindur, um eg skuldi
satsa uppá ítróttin, sum eisini hevur fylt
nógv í mínum lívi, ella um eg skuldi
satsa uppá tónleikin. Babba segði mær,
at ítróttin kundi eg bara íðka í eitt ávíst
áramál, men tónleikin fór eg at hava alt
lívið. Hann stuðlaði mær 100% í tón
leikinum.
– Hann segði, at eg kundi alt, sum
eg vildi. At eg skuldi gera tað, sum eg
brendi fyri. Hann segði mær, at hann
var góður við meg og bað meg satsa
uppá tónleikin. Tá eg fór avstað, var
eg sjálvandi glað, men farnu tíðina
havi eg hugsað nógv um hesa seinastu
samrøðuna. Beint nú er tað hendan
samrøðan, sum pumpar blóð í mínar
æðrar. Tankin um hana uppmuntrar
meg. Tí eg veit, at babba vildi hava meg
at gera tónleik og syngja. Eg veit, at
hann ynskti, at eg skuldi fylgja mínum
dreymum.
So tað ger Kristin nú. Hon er so
smátt farin at framføra ymsastaðni í
Føroyum, tó serliga í Havnini, saman
við Oddmari Nielsen, sum hon hevur
spælt nógv saman við.
Slaturin
tað ringasta
Men hóast Kirstin so smátt er vend
aftur til gerandisdagin, so er tað avgjørt
ikki lætt.
– Tað ringasta er slaturin. Eg veit, at
Føroyar eru eitt lítið land, og eg veit,
at fólk hava lyndi at práta um okkum.
Men eg haldi, at fólk áttu at hugsað seg
eitt sindur betur um.
Kirstin nevnir sum dømi, at tað í
heilum kemur fyri, at fólk koma yvir
til hennara, fyri at fortelja henni nýggj
astu søgurnar, sum nú ganga millum
manna. Øll í familjuni hava upplivað
tað sama.
– Hvat skulu vit brúka hasar slatri
søgurnar til? Hví skal eg vita, hvat fólk
siga? Vit hava samband við løgregluna,
og vit vita, hvat vit hava at fyrihalda
okkum til. At hoyra hesar til tíðir
óreinu slatrisøgurnar er sum at fáa
salt í sárið.
Kirstin greiðir víðari frá, at tað er
ein ovurhonds stórur áhugi fyri familj
uni. Hon merkir eisini stóra forvitnið
persónliga.
– Tað er ótrúliga óbehagiligt, at fólk
eru so áhugað í, hvat eg geri, hvørjum
eg fylgist við, og hvat eg sigi. Eg kendi
meg noydda at sletta mín facebook
profil, tí tað komu so nógv fólk inn at
sneyta. Eitt er, at fólk eru bekymrað,
men nakað heilt annað er, tá fólk bara
eru forvitin og slatursinnað.
Kirstin sigur, at tað meiri enn so er
komið fyri, at hon hevur hoyrt fyri ting,
sum hon hevur sagt ella skrivað á face
book, síðani pápin hvarv.
– Hetta er so óveruligt. Og tað eru
dagar, har eg veruliga haldi, at babba
bara er farin at ferðast. Hetta er sum
at liva í einum filmi, har onkur annar
hevur sett pallin upp og bara slept okk
ara familju inn í søgugongdina. Men
so rennur veruleikin knappliga fram
fyri meg.
– So sjálvandi hugsi eg ikki púra
klárt nú, eg eri ill, kedd, skuffað,
frustrerað og alt annað, sum hoyrir hesi
støðuni til. Men eg haldi ikki, at fólk
hava rætt til at blanda seg uppí, hvat
eg geri, og hvussu eg reageri. Onkuntíð
kennist tað, sum høvdið er um at bresta,
tí hetta yvirdrivnað forvitnið fer langt
út um mark.
Kirstin sigur, at sjeikurin og verfor
eldrini, sum hon býr hjá, hava verið
fantastisk. Familjan og vinirnir hava
eisini hjálpt henni væl. Og so tónleik
urin. Men Kirstin kemur aldrin yvir alt
tað, sum er hent hesar seinastu mán
aðirnar.
– Hevði eg bara fingið svar. Hví?
Hvat hendi? Og hvar er babba?
Kirstin situr hugsunarsom eina løtu.
– Hví er kanska ikki so týdningarmikið,
tí eg veit, at ongin grund nakrantíð fer
at vera nóg góð til, at babba ikki skal
vera her nú. Hann var eitt gott menn
iskja, og hann var so ræðuliga góður
við okkum. Men høvdu vit bara fingið
at vita, hvar hann er...
mynd: bárður lydersen
– Eg og babba hava onkuntíð verið óklár gjøgnum árini, og um seinasta samrøðan var keðilig, hevði alt verið uppaftur verri nú.
Men seinasta samrøðan, eg hevði við babba, var góð. Vit vóru avklárað og høvdu tað gott saman, sigur Kirstin Hansen