Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-13, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. januar 2012síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 6 · 13. januar 2012 11 VIKUSKIFTI Dukkuheim Leo Poulsen leo@sos.fo Katrin Gulklett er føroysk, men býr í býnum Mølholt í Danmark, skamt frá føroyabýnum Hirtshals. Hon hevur í fleiri ár samlað dukkur, og nú hevur hon enntá latið eitt savn upp við teimum fleiri enn 3000 dukkunum, sum tað er vorðið til higartil. Tað eru serliga dukkur frá 1880 fram til 1950, sum hon hevur áhuga fyri, og tað eru danskar dukkur úr celluloid, leiri, jarni, klútadukkur og gangi­ dukkur. – Dukkurnar eru eitt slag av donsk­um mentanarskatti. Hyggur tú at klæðunum frá teirri tíðini, er tað eitt kopi av tátíðar barnaklæðum, sig­ur Katrin Gulklett við Nordjyske Stiftstidende. Til gerandis arbeiðir Katrin Gulklett sum sosialpedagogur á einum heimi í Frederikshavn fyri vaksin við skerdum førleika. Men hóast dukkurnar, hon samlar upp á, eru gamlar, so er hennara áhugi fyri teimum lutfalsliga nýggjur, tí sum barn spældi hon als ikki við dukkur. – Eg minnist meg einaferð hava fingið eina dukku í jólagávu, men eg tveitti hana burtur. Sum vaksin vóru fyrstu dukkurnar, eg legði til merkis, føroyskar dukkur ílatnar arbeiðsklæðir so sum fleygamenn, grindamenn, torv­ berarar og bindikonur. Tað fangaði mín áhuga, og so byrjaði eg at samla upp tær, sigur Katrin Gulklett. Framúr hondverk Í 1986 – um nøkurlunda somu tíð, sum samlingin var um at vera fullkomin – flutti hon til Danmarkar. - Tá byrjaði eg beinanvegin at fáa áhuga fyri donskum, týskum og enskum dukkum, sigur Katrina Gulklett. - Verður hugt inn í eina gamla, danska dukku, eru tær tómar innan við einum træi tvørtfyri. Talan er um framúr handverk frá gomlu dukkumakarunum. - Síðani seymaðu kvinnurnar klæðini, sum vóru nágreiniligar endurgevingar av barnaklæðunum tá í tíðini, upp á dukkurnar, sigur Katrin Gulklett. Tað er tó ikki fyrst og fremst vakrar dukkur, sum hava áhuga, men í minst líka stóran mun dukkurnar hjá fátækra­ børnum. Pápin hevur kanska telgt eitt høvd, meðan mamman hevur seymað ein kropp. – Tað liggur í familjuni at samla. Pápi mín samlaði figurar, og mamma upp á alt innan kongaligt porselen, og systk­ini samla eisini. Og tað hevur smittað, so annar sonurin er vorðin vín­samlari og hin samlar upp á alt um Napoleon, sigur Katrin Gulklett. Føroyingar vælkomnir Men hóast hon eigur fleiri enn 3000 dukkur, sleppa fólk ikki at síggja tær allar. – Eg lati dukkusavnið upp við 1000 teimum bestu dukkunum, meiri er ikki pláss fyri í manskapsvogninum, sum eg havi innrættað til savn, sigur Katrin Gulklett. Talan er um ein vogn, sum er sjey metrar langur, og tveir metrar og 15 breiður. Og hann er á tremur við dukkum. – Framsýningin sýnir eisini leikur frá tíðini, og har eru ógvuliga nógvir smálutir at leggja til merkis. Eg veit ikki heilt, hvat eg skal gera við restina av dukkunum, men eg unni mær ikki at blaka tær burtur, sigur Katrin Gulklett. Dukkusavnið liggur sum nevnt nærhendis Hirtshals, og í hesum gps- tíðum skuldi verið lagamanni at tasta adressuna inn og fara at vitja. Adressan er Mølholtvej 104, og savnið er opið eftir avtalu. Føroyingar, sum ferðast við Norrönu um Hirtshals, eru hjartaliga vælkomnir at leggja leiðina til Mølholtevej 104, skal eg heilsa og siga. Føroyska Katrin Gulklett hevur seinastu 15 árini samlað upp á dukkur av øllum handaslag, og tað er gjøgnum árini blivið til fleiri enn 3000 ymiskar dukkur Eitt rættiligt dukkuheim Katrin Gulklett hevur samlað dukkur í 15 ár, og tað er vorðið til fleiri enn 3000 tilsamans Hóast Katrin Gulklett eigur fleiri enn 3000 dukkur, er bert pláss fyri umleið 1000 í skúrinum, ið er gjørdur um til eitt dukkusavn Myndir úr Nordjyske Stiftstidende