Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-13, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. januar 2012síða 48

‹ fyrra síða allar 48 síður

Tekstur á síðuni

Skegghúgva til veturin Tað er gott við einari húgvu og turriklæði, nú ársins kaldasta tíð er fyri framman. Men ert tú mannfólk og kundi hugsað tær at verið eitt sindur meira krea­tivur, so kundi tú fingið tær eina skegg­ húgvu. Húgva og skegg eru seymað saman og kunnu hjálpa tær halda kuld­ anum burtur frá and­litinum. Drotning í 40 ár Leygardagin hevur Margretha II verið drotning í danska kongsríkinum í 40 ár. Dagurin verður millum annað hátíðarhildin við stórum showi, sum DR1 skipar fyri og sendir beinleiðis. Drotning í 40 ár DR1 · Leygarkvøldið 14/1 kl. 17.55 baksíðan... USA avtikið herin? Síðsti amerikanski hermaðurin farin úr Irak portal.fo Helt tað vera 2000 100 ára gamal lestur á jólum portal.fo Jørgen spøkir Fólkaflokkurin gongur aftur portal.fo Ein blá ein... Sleppa ætlanini at gera Boðanesheimið grønt portal.fo Movember er liðugur Føroyskir rapparar raka danska høvðsstaðin planet.fo Í ranga strúpan lagt til rættis: Eyðun Klakstein Eg livi millum veruleika og sjónleik alla tíðina. Soleiðis var eg fødd Lady Gaga, poppstjørna fram um tær flestu Tá ið mann hevur eina sjúkliga karisma, sum eg havi, so hevur tað ábyrgd við sær. Tað krevst nakað av einum, tá ið 2,5 milliónir fólk gjarna vilja hava meira Thomas Blachman, X-Factor dómari Halda føðingar­ dagin hjá Williami Heinesen Sunnudagin skipa Plátufelagið Tutl og Rithøvundafelagið fyri tiltaki í Norðurlandahúsinum, har 112 ára føðingardagurin hjá Williami Heinesen verður hildin. Tað verður gjørt við tónleiki og upplestri av yrkingum og stuttsøgum. Hátíðarhald fyri William Heinesen Norðurlandahúsið Sunnudagin 15/1 kl. 16.00 Umstríddur bólkur tilnevndur Í Noregi kjakast tey nú um, at rockbólkurin Taake (myndin) er tilnevndur til ein Spellemannspris fyri útgávuna »Noregs våben«. Fleiri vísa á, at bólkurin er ógvusligur og at­finningar­samur ímóti islam í sínum tekstum, og tí átti bólkurin ikki at verið tilnevndur til eina tónleikaheiðursløn. Tey, sum standa fyri til­takinum, siga, at tað er ikki teirra uppgáva at meta um tekstirnar hjá bólkinum. Sangarin og sangskrivarin í Taake sigur, at bólkurin er ikki atfinningar­ samur ímóti islam, men móti átrúnaði sum heild. Ikki er ókent, at journalistar vanliga eru vinstravendir, hetta merkist helst týðiligari her, tí landið er lítið, og kanska eru teir í mangar mátar meiri smáborarligir, enn gott er. Jógvan við Keldu, fyrrverandi politikari