Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-13, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. januar 2012síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 6 · 13. januar 2012 15 VIKUSKIFTI mest spennandi evni sum konsulentar, organisatiónsleiðarar og sálarfrøðingar yvirhøvur kunnu arbeiða við. Tað er soleiðis, at um tú situr á einum ísfjalli, so eru tað bert 10% av ísfjallinum, ið tú sært. Alt hitt, sum er undir vatn­ skorpuni, kanst tú bert hóma. Tað eru nógvir leiðarar, sum bert læra at leiða tað, sum er omaná – tvs vaktætlanir, manna­gongdir, at hava greiðar mál­ setningar og virði osfr. Men tey læra ikki at navigera í mun til tey sker, sum eru undir vatnskorpuni, sigur hann. Jan greiðir frá, at sum vinnu­sálar­ frøðingur hevur hann eitt mál og eitt forstáilsi fyri tí, sum hendir undir vatnskorpuni. – Tað, sum fer fram undir yvir­ flat­uni, er til dømis, at menniskju eru bundin saman, antin av sympati ella anti­pati, av attraktión, øvundsjúku ella rivalisering. Tað er eisini so, at menn­ iskju eru eitt produkt av sínum upp­ vøkstri, og av hvørjum nummari tey eru í systkinaflokkinum osfr. Alt hetta ávirkar eina organisatión, og tað kann vera stýrandi fyri, um organisatiónin fungerar effektivt, ella um hon uppførir seg sum ein gomul og tjúkk dama. – Soleiðis er tað mong meira ótil­ vitað viðurskifti undir yvirflatuni, ið gera av, um menniskju í einari organisa­ tión trívast ella vantrívast – um tey fáa nýtt sítt fulla potentiali og eru viril, ella um tey visna. Jan Willemoes greiðir frá, at hann gjøgnum sínar royndir hevur sæð, at summar organisatiónir bert avrika 30 til 40 % av teirra fulla potentiali orsakað av ótilvitaðum millummenniskjaligum sambondum ella psykodynamiskum spenningum, ið ikki eru gagnligir – hvørki á einum individuellum ella organisationellum niveau. Tað er eisini so, at hann sum vinnu­ sálarfrøðingur mangan sær, at summi fólk er fangað í lívinum hjá einari organisatión, tí tey gera nakað sum tey ikki ynskja ella tíma at gera, men hóast hetta blíva tey við at gera tað. – Tað kann viðhvørt vera rættiliga stýr­andi í organisatiónini, men so leingi tað er ótilvitað og orðleyst, broytist tað ikki. Og júst hetta kann eg sum vinnu­ sálarfrøðingur fáa broytt ella forloyst við, at tað júst verður sett orð á alt tað orðleysa sum fer fram, soleiðis at tað ótilvitaða undir yvirflatuni verð­ ur tilvitað. Tað er ikki fyrr enn tá, at organisatiónin fær møguleika til at gera nakað við tað. Menniskju og organisa­ tiónir seta jú síni egnu mørk, men tá eg seti spurnartekin við ella avbjóði hesi mørk, vísir tað seg, at tey flyta seg. Vit kunnu meira enn vit halda, sigur Jan Willemoes. Á várið 2011 skipaði ein bólkur av sálarfrøðingum saman við felagnum »Føroyskir Sálarfrøðingar« fyri tí fyrsta føroyska sálarfrøðiliga fakfestivalinum. Endamálið við fakfestivalinum var at menna sálar­ frøðiliga vitan, innlit og førleika í Føroyum, og at bjóða øðrum fakbólkum møguleika at ogna sær vitan og íblástur innan júst hetta økið. Endamálið var eisini at varpa ljós á, hvussu margfeld og fjølbroytt sálarfrøðin er. Tískil vóru verkstovurnar á fakfestivalinum eisini býttur í fimm breytir: »Børn og Ung«, »Arbeiðs- og Organisatiónssálarfrøði«, »Læring og Menning«, »Klinisk Sálarfrøði og Viðgerð« og »Likam og Sál«. Súsanna O. Skaale hevur gjørt eina greinarøð við samrøðum við ein sálarfrøðing frá hvørji breyt. Samrøðurnar snúgva seg í høvuðsheitum um valda evnið hjá sálarfrøðinginum. Fyrsta samrøðan er við Jan Willemoes, ið hevði verkstovu á breytini »Arbeiðis og Organisatiónssálarfrøði«. Fokus á sálarfrøðina – Menniskju og organisa­tiónir seta jú síni egnu mørk, men tá eg seti spurnartekin við ella avbjóði hesi mørk, vísir tað seg, at tey flyta seg. Vit kunnu meira enn vit halda, sigur Jan Willemoes. mynd: istock