Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-13, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. januar 2012síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 6 · 13. januar 2012 14 VIKUSKIFTI Sálarfrøði Súsanna O. Skaale post@sosialurin.fo Tað eru mong meira ótilvitað viður­ skifti undir yvirflatuni, ið gera av, um menniskju í einari organisatión ella á einum arbeiðsplássi trívast ella van­ trívast. Og summar organisatiónir av­ rika bert ein part av teirra potentiali orsaka av hesum viðurskiftum. Tað sigur vinnusálarfrøðingurin Jan Willemoes, ið arbeiðir við at víðari­ menna organisatiónir. Jan Willemoes er vinnusálar­frøð­ ingur, og tað merkir, at hann bæði er útbúgvin cand. merc. og cand. psych. Á sálarfrøðiliga fakfestivalinum í fjør hevði Jan Willemoes nakrar verkstovur, har ímillum eina við heitinum »Organisa­tionen under overfladen«. Hetta var undir breytini »Arbeiðs- og Organisa­tiónssálarfrøði«. Jan tók í 1999 prógv sum cand. psych. á lærda háskúlanum í Århus. Áðrenn hetta tók hann útbúgving sum cand.merc í »strategi og ledelse« á Handils­háskúlanum í Århus. Spurdur hví hann valdi at kombinera júst hesar báðar útbúgvingar greiðir hann soleiðis frá: – Á hægri handilsskúlanum gjørdist eg dugnaligur til at síggja kassar, sum høvdu við strategiska tankagongd og management at gera. Men kassarnir vóru tómir onkursvegna. Tí ástøðini um strategi, leiðslu og management manglaðu menniskju. Og tað eru jú menniskju, sum skapa lívið meira enn infrastruktururin ella bygningurin. – Eg valdi at lesa sálarfrøði afturat míni 5 ára útbúgving innan strategi og leiðslu, tí eg hevði eitt djúptfølt ynski um at fara á rannsóknarferð undir yvir­ flatuni á organisatiónum. Jan greiðir frá, at fyri hann er tað týdn­ingarmikið at gera ein mun fyri menn­iskju við at kombinera sína vitan innan sálarfrøði við vitanina, ið hann hevur innan leiðslu og strategi frá HHÅ. Hann metir hetta vera eitt sera gott útgangstøði til at arbeiða við bæði organisation og menniskjum, tí á hendan hátt skilir mann bæði for­ rætningspartin av organisatiónini, og tann menniskjasliga partin – t.e. allar tær irrationellu processirnar, sum fara fram millum menniskju og í menn­ iskjum. Jan dylur ikki fyri, at hann er sera ambitiøsur. – Eg vil fegin vera tann besti vinnu­ sálarfrøðingurin í Føroyum… ja faktiskt í heiminum, sigur hann og smílist. – Eg vil sera gjarna støðugt vera uppá forkant við hvat hendir fakliga, og hóast Føroyar er eitt fantastiskt eina­standandi samfelag at liva í, so er tað globalt sæð ikki meira enn ein haru­kukkur í havinum. Tí eri eg sera engageraður internationalt eisini og ferðist nógv uttanlands at menna meg, tí eg meini hetta er sera neyðugt fyri ikki at degenerera fakliga sigur Jan Willemoes. At vera vinnusálarfrøðingur Arbeiðið við organisatiónum snýr seg mangan um at arbeiða við hand­ faring av einari konflikt ella at loysa eina kreppu. Tey seinastu 5 árini hev­ ur høvuðsparturin av arbeiðnum hjá Jan Willemoes tó snúð seg um víð­ari menning av organisatiónum, og av hvussu tær standa seg. Tað, hann altíð roynir at seta fokus á, er, at organisa­ tiónin skal hava tilført eitt virði. Tað veri seg sum størri yvir­skot á botn­ linjuni, betri góðska í fram­leiðsl­uni, økt tænastustøði, størri trivnað ella betri samspæl og arbeiðis­flow í organisa­ tión­ini. Undir øllum um­støð­um skal ein virðisskapan fara fram. Hendan virðisskapanin má tilføra organisatiónini persónligan vøkstur, og júst tað er sera meiningsfult heldur Jan. Hansara royndir eru, at organisatiónin gerst meira fokuserað av hesum. Ella »mere klar i spyttet« sum hann málber seg. Og stórur eftirspurningur er eftir vinnusálarfrøðingum í Føroyum. – Ja, mínar royndir eru, at eftir­spurn­ ingurin er stórur, og eg havi sjálvur arbeitt fulla tíð við hesum síðani 1999. Tó haldi eg, at tað eru tveir faktorar, ið gera at ikki fleiri organisatiónir nýta henda møguleikan. Tann fyrri er, at summi ikki vita, hvat tað er, og hin er, at tað finnast leiðarar, sum óttast fyri at fáa ein vinnusálarfrøðing inn í sína organisatión. Møguliga tí hesir leið­arar eru veikir. Í øllum førum mást tú vera bæði djarvur og málsøkin, um tú skalt hava ein vinnusálarfrøðing inn at hyggja uppá tína organisatión, sigur hann. – Tað truplasta innlitið er sjálvs­ innlitið. Men hevur tú ikki evnini til sjálvrannsakan, hevur tú heldur ikki møguleikan fyri at fáa innlit í teg sjálvan – og so hevur tú heldur ikki møguleika fyri persónligari menning – punktum og útrópstekin! sigur hann og smílist. Lívið undir vatnskorpuni Á sálarfrøðiliga fakfestivalinum hevði Jan Willemoes ein verkstovu við heit­ inum »Under overfladen...« – Eg valdi hetta evnið, tí tað er tað Tað krevur ein djarvan stjóra at fáa ein vinnusálarfrøðing at hyggja at virkinum hjá sær. Men menningin kann verða ovurstór, tá sjóneykan verður sett á sambandið millum starvsfólk, trivnað og alt hitt, sum er undir vatnskorpuni, og sum einki beinleiðis hevur við framleiðsluna at gera. Tað heldur Jan Willemoes, vinnusálarfrøðingur Verðin undir vatn­ skorpuni Greinarøð