mánadagur 16. januar 2012síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 16. januar 2012 · Nr. 7
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað verður ikki neyðugt at
siga so nógvum starvsfólkum
á Suðuroyar Ellis- og Røktar
heimi, upp, sum upprunaliga
ætlanin var.
Tað er greitt eftir at Annika
Olsen, landsstýriskvinna í al
mannamálum nú hevur sett
tiltøk í verk fyri at avmarka
uppsagnirnar.
Samstundis
sum
bøtt
verður um eldrarøktina í
Suðuroy.
Upprunaliga var ætlanin
at skerja játtanina til ellis- og
røktarheimið á Tvøroyri so
nógv í ár, at eini 9-10 ársverk
máttu sparast burtur í ár.
Av tí, at so nógv arbeiða
parttíð, hevði talan, leyðsliga
mett, verðið um eini 15 fólk,
sum høvdu fingið uppsøgn í
næstu framtíð.
Sparingin stendst av, at
tey átta tvíkømrini á ellis- og
røktarheiminum, nú skulu
verða
einmanskømur
og
sostatt vera tað átta búfólk
færri.
Hetta er ein tilgongd, sum
varð sett í verk í undanfarnu
samgongu, har landsstýris
kvinnan í almannamálum,
Rósa Samuelsen, helt, at tað
hoyrir ikki nútíðini til, at
tvey fremmand fólk skulu
noyðast
at
hava
kamar
saman á ellisárum.
Ov stór sparing
Hinvegin
hevur
Annika
Olsen boðað frá, at tað er
at taka ov rívan til at seta
einum einstøkum ellis- og
røktarheimi eitt so stórt
sparikrav.
Tí hevur hon nú tikið stig
til at avmarka sparingina,
samstundis sum at bøtt
verður um eldrarøktina.
Í hesum sambandi hev
ur Annika Olsen gjørt av
Suðuroyar Ellis- og Røktar
heim skal fáa ein part av játt
anini, sum annars varð ætlað
til eldrasambýlið á Tvøroyri.
Hendan játtanin skal
brúkast til at gera aðra
hæddina á Suðuroyar ellis-
og røktarheimi til eina deild
til minnisveik.
Har verður pláss fyri 11
búplássum.
Við hesum slepst undan at
siga nøkrum fólkum upp, sum
annars høvdu mist arbeiði.
Akkurát, hvussu nógv, tey
verða ber ikki til at siga neyvt,
men kanska eini trý, fýra.
Nýtt dagtilhald
Samstundis er ætlanin eisini
at brúka ein partur av ætlaðu
játtanini til eldrasambýlið á
Tvøroyri til at seta á stovn
eitt dagtilhald í Suðuroy til
fólk við rørslutarni, eitt nú
minnisveik.
Annika Olsen sigur, at enn
er ikki avgjørt, hvar hetta
dagtilhaldið skal vera, men
kanska verður tað eisini á
Tvøroyri.
Landsstýriskvinnan hugs
ar sær eitt dagtilhald til eini
átta fólk.
Nú veldst so um, antin
fíggjarnevnd
og
Løgting
taka undir við hesi ætlanini,
men tað fæst onki at vita um
fyrrenn seinni.
At tað ber til at flyta peng
ar frá sambýlinum á Tvør
oyri, er tí, at sambýlið fór í
luftina í ódnini í november
og síðani hevur Tvøroyrar
Býráð samtykt at tað ikki
verður gjørt aftur.
– Sostatt verður ikki
neyðugt hjá stýrinum fyri
røktarheimið á Tvøroyri, at
siga eins nógvum fólkum úr
starvi, sum tey hava boðað
frá, sigur Annika Olsen.
– Hetta fer at bøta mun
andi um tørvin á røktar
heimsplássum í oynni og
virka fyri, at fólk hava møgu
leika at vera sum longst í
egnum heimi, leggur hon
afturat.
Hon sigur, at í Suðuroy
er onki bútilboð til minnis
veik og tað er heldur onki
dagtilhald til fólk við rørslu
tarni.
Suðuroyggin hevur ver
ið afturútsigld í so máta og
tískil meta bæði Almanna
málaráðið og Nærverkið, at
tað er rætt at stovna hesi
tilboð í Suðuroy eisini.
aki@sosialurin.fo
2
møguleikar
Enn er ongin avgerð tikin um framtíðina hjá teimum
fimm fólkunum, sum búðu á sambýlinum á Tvøroyri.
Øll yvirtromin fór oman av sambýlinum november
ódnini og búfólkini máttu flytast av húsinum í
skundi.
Fyrst vóru tey flutt á Suðuroyar Sjúkrahús, men
síðani varð avtalað gjørd um, at tey kundu verða á
nýggja ellis- og røktarheiminum í Vági, Hamragarði,
til 1. Februar.
Síðani hevur Tvøroyrar Býráð samtykt, at
sambýlið verður ikki gjørt aftur, tí talan eldrarøkt er
ein landsuppgáva.
Tað er orsøkin til, at tað ber til at flyta ætlaðu
játtanina til sambýlið í ár, til ellis- og røktarheimið,
soleiðis, sum greitt er frá í hinari greinini her á
síðuni.
Men eftir er so at finna teimum fimm fólkunum ein
varðandi bústað.
Borgarstjórin í Vági hevur víst á, at tað eru tær fýra
kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy, sum hava bygt
Hamragarð í Vági og har eru hvørki Tvøroyri, Hvalba
ella Fámjin upp í.
Og tað er nokk av umsøkjarum um búpláss á
Hamragarði úr teimum kommunum, sum eiga heimið
tí er tað órættvíst, at borgarar úr øðrum kommunum
fylla heimið.
Annika Olsen sigur, at tá ið avgerðin verður tikið,
má hugsast um, at tað eru kommunurnar í syðru
helvt, sum eiga ellis- og røktarheimið í Vági, men at
búfólkini, sum vóru á Sambýlinum á Tvøroyri, eru úr
øðrum kommunum, sum ikki eru við í Hamragarði.
Tveir møguleikar
Ronnie Midjord, stjóri í Suðuroyar ellis- og røktarheimi,
sær bara tveir møguleikar, tí aðrir bústaðir eru ikki
tøkir til slík røktarkrevjandi búfólk.
Annar møguleikin er, at tey verða verandi á Hamra
garði.
Men letur tað seg ikki gera, er bara ein møguleiki
eftir og tað er at lata tey flyta inn á Suðuroyar Ellis- og
røktarheim.
Men skal tað lata seg gera, má Almannamálaráðið
sleppa kravinum um, at øll tvíkømrini á ellis-og
røktarheiminum, skulu gerast til einmanskømur.
Verður tað kravið slept, er pláss fyri fólkunum á
ellis- og røktarheiminum á Tvøroyri, annars ikki.
Hinvegin staðfesti hann seinnapartin fríggjadagin,
at tá var ongin fyrispurningur komin til ellis- og
røktarheimið um at hýsa hesum fimm fólkunum.
Annars fegnast hann um, at ætlanin nú er at seta
eina deild fyri minnisveik á stovn á ellis- og røktar
heiminum, tí tað hava leiðsla og nevnd sóknast eftir
leingi.
Sleppa undan nøkrum
uppsagnum á Tvøroyri
HÓPUPPSAGNIR Nú sær ikki heilt so dapurt út hjá
starvsfólkunum á Suðuroyar ellis- og røktarheimi
Sparingin til ellis- og røktarheimið á Tvøroyri verður so stór sum tað upprunaliga varð
sett út í kortið, men tað slepst kortini ikki undan fleiri uppsagnum.
Mynd: Erik Christensen
Eldraøkið í Suðuroy eigur at
verða skipað betri.
Tað heldur Annika Olsen,
landsstýriskvinna í almanna
málum.
Í
Suðuroy
er
støðan
tann, at tað eru tvær upp
tøkunevndir til sambýli og
ellis- og røktarheim.
Ellis-
og
røktarheimið
á Tvøroyri er ein sjálvs
ognarstovnur, sum hevur
sína egnu upptøkunevnd,
men restin er undir Nær
verkinum.
Hetta kann gera tað tórført
at samskipa og eitt nú kann
tað henda, at fólk standa á
báðum bíðilistunum.
Annika Olsen sigur, at
hon ætlar sær til Suðuroyar
í næstum at tosa við bý- og
bygdaráð
og
avvarðandi
myndugleikar annars sum
at skipa alla Suðuroy undir
eina felags upptøkunevnd í
eini roynd at samskipa tað
betri.
Hetta er eitt hugskot,
sum Ronnie Midjord, stjóri
á Suðuroyar Ellis- og røktar
heimi, tekur undir við.
Hann ivast ikki í, at besta
loysnin er, at øll oyggin er eitt
upptøkuøki.
Hetta er eisini eitt, ið
stýrið fyri Suðuroyar Ellis- og
hevur mælt til, sigur hann.
Vil samskipa Suðuroy betur
Annika Olsen hevur
boðað frá, at tað er at
taka ov rívan til at seta
einum einstøkum ellis-
og røktarheimi eitt so
stórt sparikrav