Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. januar 2012 · Nr. 7 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rólant Waag Dam Ferðastuðulin, sum vanlig fólk fáa, fyri at koyra millum heim og arbeiðspláss kemur væl við. Býrt tú til dømis í Klaks­vík og arbeiðir í Havn, fært tú 40,50 krónur endur­ goldið fyri hvønn dag, tú koyr­ir til arbeiðis, umframt eitt tunnilsendurgjald á 8,45 krónur fyri hvønn túr. 220 verka­dagar eru árliga og tað merkir, at klaksvíkingurin, sum arbeiðir í Havn fær 10,769 krónur endurgoldið í ferða­stuðli árliga. Tað kemur væl við hjá teimum flestu. Men munur er á fólki. Bjørn Kalsø býr niðan Horn 40 í Klaksvík. Hann fær 163.703,40 skattafríar krónur ár­liga, tí hann arbeiðir í Havn. Siga vit, at hann eins og fólk flest arbeiðir 220 dagar árliga, fær hann stív­liga 744 krónur dagliga í kostnaðar­ endurgjaldi. Grannarnir hjá Bjørn Kalsø fáa hinvegin 33,95 fyri hvønn túr, teir koyra til arbeiðsplássið í Havn. Við øðrum orðum kostar tað góðar 710 krónur meira um dagin at flyta Bjørn Kalsø úr Havn til Klaksvíkar, enn tað kostar at flyta grannar hansara. Eisini Jákup Mikkelsen, Karsten Hansen og Johan Dahl fáa sama kostnaðarendurgjald og Bjørn Kalsø. Jørgen Niclasen fær somu­leiðis eina trivaliga upp­hædd endurgoldið ár­ liga. 142.351,13 krónur fær hann at koyra úr Sørvági til Havnar. Kári P. Højgaard, sum brúkar minst líka langa tíð, um at flyta seg í sínum bili til Havnar sum Jørgen Niclasen, fær hinvegin bara 99.645,79 krónur árliga. Hetta tíð, at landsstýrisfólk, sum búgva í Vágoynni og Sand­ oynni fáa tað meira enn lands­stýris­fólk, sum búgva í Eystur­oynni. Ein millión kostnaðarendurgjøld Tað er ikki so galið at búgva langt frá arbeiðsplássinum. Tað kunnu eitt nú Johan Dahl, Bjørn Kalsø, Jákup Mikkelsen og Karsten Hansen ásanna, sum fáa 163.703,80 skattafríar krónur árliga í endurgjaldi fyri at ferðast til og frá arbeiði Landsstýrisfólk Kostnaðarendurgjald: . . 163. 703,80 Borðfæ: . . . . . . . . . . . 28. 470,23 Tilsamans: 192.174,53 Johan Dahl Kostnaðarendurgjald: . . 142. 351. 13 Borðfæ: . . . . . . . . . . . 28. 470,23 Tilsamans: 170.821,36 Jørgen Niclasen Býr í Havn og fær einki kostnaðarendurgjald Borðfæ: . . . . . . . . . . . 28. 470,23 Tilsamans: 28.470,23 Annika Olsen Kostnaðarendurgjald: . . 163. 703,80 Borðfæ: . . . . . . . . . . . 28. 470,23 Tilsamans: 192.174,53 Jákup Mikkelsen