Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2012síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 16. januar 2012 · Nr. 7 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hinvegin fáa Annika Olsen og Kaj Leo Holm Johannesen ikki eitt oyra endurgoldið. Lands­stýrisfólk, sum búgva í annað­hvørt Tórshavn, Hoy­ vík, á Argjum ella Hvítanesi fáa ikki eitt klovið oyra í kostn­aðar­endurgjaldi. Tey kunnu so ugga seg við, at tey ikki verða snýtt fyri tað, sum verður rópt borð­fæ. Landstýrisfólk fáa 2.372,52 um mánaðin ella tað, sum svarar til 28.470,23 árliga. Skatta­frítt, væl at merkja. Løg­maður er í so máta meiri líka enn onnur. Hann fær 7.117,56 krónur um mánaðin, altso 85.410,68 krónur árliga. Venda vit so aftur til dømi við Bjørn Kalsø, so merkir tað, at hann fær 13.641,98 krónur um mánaðin í kostnaðar­ endur­gjaldi, umframt 2.372,52 krónur í borðfæi. Hetta svar­ ar til 16014,5 skattafríar krón­ ur um mánaðin. Seta vit tingini eitt sindur í perspektiv, so fær eitt fólk, sum arbeiðir á einum flaka­ virki, beint undir 20.000 krón­ur í løn um mánaðin. Hetta um tað arbeiðir fulla tíð, og tað eru tað tey fægstu, sum gera. Við øðrum orðum fær eitt flakafólk nakað tað sama í skattskyldugari løn, sum Bjørn Kalsø og hansara líkar fáa í skattafríum endur­ gjøldum um mánaðin. Alt hetta merkir, at lands­ stýrisfólkini fáa 1.181.516,41 skatta­fríar krónur árliga. Hetta metir politiska skip­ anin er hóskandi. Sama skip­ an, sum metti, at ferða­stuð­ ulin til vanliga fólki var alt ov høgur og skuldi lækkast per 1. januar 2011, soleiðis at grann­arnir hjá Bjørn Kalsø fingu 1300 krónur minni enn vanligt. Í 2010 fingu hesir nevn­iliga 12.054 krónur ár­ liga, men politiska skipanin metti, at 10,769 krónur er ein hóskiligari upphædd til klaks­víkingin, sum koyrir til ar­beiðis í Havn. rolant@sosialurin.fo skatta­frítt Landsstýrisfólk Dagliga kostar tað 710 kr. meira at flyta Bjørn Kalsø til Klaksvíkar, enn tað kostar at flyta grannar hansara Kostnaðarendurgjald: . . 163. 703,80 Borðfæ: . . . . . . . . . . . 28. 470,23 Tilsamans: 192.174,53 Karsten Hansen Kostnaðarendurgjald: . . . 99. 645,79 Borðfæ: . . . . . . . . . . . 28. 470,23 Tilsamans: 128.116,02 Kári P. Højgaard Kostnaðarendurgjald: . . 163. 703,80 Borðfæ: . . . . . . . . . . . 28. 470,23 Tilsamans: 192.174,53 Bjørn Kalsø Býr í Havn og fær einki kostnaðarendurgjald Borðfæ: . . . . . . . . . . . 85. 410,68 Tilsamans: 85.410,68 Kaj Leo Holm Johannesen