mánadagur 16. januar 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. januar 2012 · Nr. 7
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rannvá G. Fossaberg
Til konsertina leygarkvøldið,
har fleiri kongalig, politik
arar og onnur kend fólk
vóru til staðar, var undir
hald av ymsum slag. Tey,
ið framførdu vóru millum
annað Anne Linnet, Søren
Østergaard,
Sanne
Salo
monsen
og
Safri
Duo.
Eisini okkara egnu Eivør
og Teitur vóru á pallinum
og framførdu fyri stóru
áhoyrarafjøldini.
Teitur avlýsti skíferð
Teitur framførdi lagið “Tú
ert ein eingil” á konsertini
leygarkvøldið.
- Eg hevði sett sum krav,
at skuldi eg syngja og spæla
til hátíðarhaldið, so vildi eg
syngja á føroyskum, og eg
helt, at hesin sangurin hósk
aði væl til júst hetta slagið
av konsert, sigur Teitur. Fyri
stuttari tíð síðani var tað
annars ikki ætlanin, at hann
hetta leygarkvøldið skuldi
standa á stóra pallinum í
konsertsalinum hjá DR.
- Meiningin var, at eg
skuldi fara á skíferð saman
við babba, men tá eg so fekk
hesa konsertina í boði, tá
mátti eg sjálvandi avlýsa skí
ferðina, greiðir Teitur frá.
Var als ikki nervøsur
Sjálvur er Teitur væl nøgd
ur við framførsluna leygar
kvøldið.
- Eg haldi, at tað gekk væl.
Har var ein góður stemning
ur bæði á og aftan fyri pallin,
so tað var ein ótrúliga stutt
lig uppliving, sigur Teitur.
Sjónvarpsrásin DR1, ið
sendi beinleiðis frá hátíð
arhaldinum, vísti myndir
av Teiti, beint áðrenn hann
skuldi á pallin at framføra.
Vertirnir vildu vera við, at
ikki bar til at gera samrøðu
við føroyska sangaran, av tí
at hann var so nervøsur, men
soleiðis var ikki sambært
Teiti sjálvum.
- Eg stóð aftan fyri pallin
og hitaði upp, beint áðrenn
eg skuldi inn at framføra, og
tá komu fleiri kameramenn
og journalistar yvir til mín
og vildu práta. Tað var ikki tí,
at eg var nervøsur, at tey ikki
kundu gera eina samrøðu
við meg, men tað var meira
tað, at eg ikki vildi órógvast,
beint áðrenn eg skuldi inn á
pallin, greiðir Teitur frá.
Gjørdi bara sum hini
Øll tey, ið framførdu fyri
Margrethu drotning og øll
um hinum leygarkvøldið,
fingu høvi at heilsa upp á
drotningina
og
Heindrik
prins. Og Teitur heilsaði
eisini upp á kongshjúnini. Í
sjónvarpinum sást, at Teit
ur neig fyri teimum, men
framman undan hevði hann
ikki gjørt sær stórvegis tank
ar um, júst hvussu hann
skuldi heilsa.
- Eg visti ikki ordiliga,
hvussu eg skuldi gera, so
eg gjørdi bara sum hini og
neig fyri teimum. Haldi tað
er nakað, mann ger næstan
automatiskt, tá so fín fólk
standa framman fyri tær og
vilja heilsa, sigur Teitur við
einum smíli. Nógv av teim
um, ið vóru til staðar leygar
kvøldið, høvdu gjørt nógv
burtur úr klæðum, hárið og
smyrsli. Teitur hevði eisini
gjørt sær nakrar tankar um
útsjóndina hetta kvøldið.
- Tá mann skal upptraðka
fyri eini tílíkari fjøld, veit
mann, at mann skal vera
væl ílatin. Eg valdi at fara í
eina føroyska troyggju frá
Guðrun og Guðrun og so ein
klædningsjakka útyvir, og
tað haldi eg var fínt, sigur
Teitur.
Í løtuni skrivar hann tón
leik, og fer eisini í upptøku
hølini nú í vikuni. Í næsta
mánað fer Teitur til Amerika,
har hann skal á konsertferð í
tveir mánaðir.
Føroyingar
hátíðarhildu
drotningina
Um vikuskiftið var hátíðarhald fyri Margrethu drotning, sum hevur verið drotning í fjøruti ár.
Leygarkvøldið var stórsligin konsert í konsertsalinum hjá Danmarks Radio, har umleið 1600
fólk vóru innboðin. Fleiri føroyingar vóru gestir, og Føroyar vóru eisini umboðað á pallinum