mánadagur 16. januar 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. januar 2012 · Nr. 7
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað átti ikki a
Hóast skiparin á Costa Concordia er skuldsettur fyri grovt ósketni, og hóast eingin er
í iva um, at hann mistók seg, kann tað taka fleiri ár at fáa endaliga staðfest, hvussu
eitt so stórt og væl útgjørt ferðamannaskip kann sigla á land í besta veðri
Árni Joensen
Myndir: Polfoto
Myndirnar lúgva ikki. Tær
vísa tvørturímóti týðiliga,
hví tað stóra og væl út
gjørda ferðamannaskipið
Costa Concordia sakk tætt
undir landi við italsku
oynna Giglio fríggjakvøldið.
Har afturi stýriborðsmegin
er ein umleið 70 metrar long
riva tætt oman fyri botnin.
At hon er komin av einum
hørðum stoyti er lítil ivi
um, tí á myndunum sæst, at
ein stórur steinur stendur
fastur í rivuni. Steinurin,
sum uttan iva vigar fleiri
tons, hevur skorað seg
fastan í tí sundurskrædda
skrokkinum. Ígjøgnum hol
ið er opið inn á tað niðasta
dekkið, so har er nógvur
sjógvur komin í skipið eftir
lítlari løtu.
Skelkað ferðafólk greiddu
fjølmiðlunum frá, at tey
hoyrdu ógvusligt brak und
ir skipinum, men at tey fingu
boð um, at talan var um
tekniskar trupulleikar. Men
tá skipið løtu seinni fekk
slagsíðu, komu boð um, at
fólk skulu leita sær til bjarg
ingarbátarnar. Men tað var
longu lættari sagt enn gjørt,
tí júst slagsíðan, sum eftir
einari løtu var eini 20 stig,
gjørdi, at tað var trupult at
seta bjargingarbátarnar út.
Og so kom ræðsla á fólk.
– Tað var sum eitt brot úr
filminum um Titanic, segði
Maria Parmegiani, sum var
eitt av ferðafólkunum.
Illa fyriskipað
– Brádliga hoyrdu vit ein
brest, og gløs og annað datt
á dúrkið. Vit skundaðu okk
um út ur matarhøllini, men
har fingu vit at vita, eingin
vandi var á ferð, segði týska
Christine Hammer við tíð
indastovuna AP.
Ferðafólk greiddu frá, at
teir fyrstu 45 minuttirnar
helt manningin uppá, at
talan var bara um tekniskar
trupulleikar.
Men
fleiri
ferðafólk høvdu eina aðra
uppfatan av støðuni. Tey
lótu seg í bjargingarvest og
fóru til bjargingarbátarnar.
Men heldur ikki har hevði
manningin nakran skund,
hóast skipið longu hevði
lagt seg.
– Vit noyddust at rópa á
manningina fyri at fáa teir
at gera bjargingarbátarnar
klárar og at lova okkum í
teir. Vit stóðu í gongini, men
manningin sýtti fyri at lata
okkum sleppa til bátarnar,
segði tann 54 ára gamli
suðurafrikanarin
Mike
van Dijk. Onnur ferðafólk
søgdu somu søguna um, at
alt tóktist illa fyriskipað.
Fólk, sum høvdu verið
umborð í fleiri dagar, kærdu
seg um, at eingin bjarging
arvenjing hevði verið, men
nú høvdu tey fingið at vita,
at ein venjing skuldi vera
seinnapartin leygardagin.
Amerikanska
Melissa
Goduti var farin av Costa
Concordia nakrar fáar tímar
undan vanlukkuni. Áðrenn
hon fór í land, hevði hon
hoyrt onkran siga "Hugsið
tykkum, um okkurt hendi í
dag." Eingin teirra grunaði,
hvussu nær sannleikanum
orðini vóru.
Tak barnið
Ljósið fór, tá skipið sigldi á
land, og fólk noyddust at
grulva í myrkri eftir veggj
unum á teimum ymsu dek
kunum fyri at sleppa til
bjargingarbátarnar.
– Vit grulvaðu, men tað
var myrkt, so vit máttu
brúka ljósið frá bjarging
arvestunum.
Alla
tíðina
hoyrdu vit gløs og annað,
sum fór í smildur, og vit
hoyrdu fólk duka á vegg
irnar, segði amerikanska
Georgie Ananias. Hon greiddi
frá, at í øllum ruðuleikanum
kom eitt argentinskt par til
hennara og bað hana halda
teirra trý ára gomlu dóttur.
Foreldrini kláraðu ikki at
halda barninum, soleiðis
sum skipið lá.